Tað mundi taka mongum fyri hjartað at hoyra formann Tjóðveldisfloksins í valstríðnum ferð eftir ferð siga, at føroyska samfelagið hevði ongantíð verið so gott at liva í, sum nú, ið samgongan hevði tikið triðing av blokkinum frá føroyska heilsu-, almanna- og skúlaverkinum. Hetta var orðalagið, og einum rennur til hugs orðini ?at jú oftari ein endurtekur eina lygn ?? Tá samgongulimir verða kroystir, so samanbera teir játtaninar frá kreppuárunum í 90?unum við játtanir í dag, og gera niðurstøðuna, at nú er játtanin hægri, og tí hevur føroyska samfelagið tað ongantíð so gott sum júst nú.
Hví siga sjúkrarsystrarnar upp á Landssjúkrahúsinum?
Hví verða deildir á Landssjúkrahúsinum stongdar fleiri mánaðir hvørt ár?
Hvat við teimum 150 akuttu røktarheimsplássunum, sum tørvur er á?
Hví siga leiðslurnar í fólkaskúlunum, at játtanin forðar teimum at halda fólkaskúlalógina?
Hví verður bert játtaður ein triðjingur av teimum tímunum, sum søkt verður um til næmingar við serligum tørvi?
Hví er eftirútbúgvingin av fólkaskúlalærarum tikin burtur ár 2001? og soleiðis kundi verði hildið fram.
Betri Fólkaskúli betrar kappingarføri
Ì øðrum londum, sum vit helst vilja samanbera okkum við, hava tey langt síðan lagt til merkis, hvussu umráðandi tað er fyri t.d. kappingarførið, at fólkaskúlin fær bestu kor at virka undir. Í Danmark stendur arbeiðsgevarafelagið á odda, í orðaskiftinum um at fáa Fólkaskúlanum hægri játtan, við júst betran av kappingarførinum í huga. Føroyska arbeiðsgevarafelagið er tíverri ikki komi longri enn at halda, at kappingarføri er at fáa lækka lønirnar hjá løntakarunum.
Dubbing at møta oljusamfelagnum.
Nú tað tykist sum hol er sett á orðaskifti um árini av einari føroyskari oljuvinnu, man standa øllum greitt, hvussu neyðugt tað er í dubbingini hjá okkum, at vit styrkja fólkaskúlan. Tjóðveldisflokkurin vil hava ein føroyskan fólkaskúla, men snýr orðaskifti seg um játtan, dygd ella innihald, tá verður Panamaflagg drigið í húnarhátt. Merkið á stong í New York, men hentleikaflagg á stong í Føroyum. Hetta er Tjóðveldispolitikkur anno 2001.
Sjónleikurin ein fiasko
Føroyska fólkið hevur vent hesum politikki baki, og á komandi løgtingsvalið krevur veljarin broytingar. Ein kendur maður segði einaferð ?Gev fólkinum sjónleik ?? Og tað hava føroyingar so dyggiliga fingið hesi knapt 4 árini, men nú er meirilutin farin at troyttast.










