Tríggir FM vinnarar vórðu snýttir á ólavsøku

Einasti báturin, sum á ólavsøku vann fyri fyrstu ferð í hesum róðrarárinum, var Tjaldrið við dreingjamanning

Kappróðrarárið 2002 er liðugt. Tað fer í søguna sum eitt av teimum best eydnaðu nakrantíð. Neyvan nakrantíð áður hevur tað gingið so væl, sum tað hevur gjørt í ár. Kærurnar hava verið heilt fáar, gulu kortini hava verið heilt fá, og bara í einum føri hevur ein bátur verið kolldømdur. Tað vóru dreingirnir umborð á Sílinum, sum sóu reytt á Skálafjørðinum.
Nógv hevur verið tosað um, hvussu væl tað hevur riggað við fasta startinum. Á ólavsøku hava teir sín egna fasta start, og alt gekk upp á stás við honum. Umframt teir seks FM róðrarnar vóru tríggjar aðrar kappingar, og alt var liðugt klokkan fimm.
Tveir meistarar vóru kosnir á vestanstevnu, og í tveimum kappingum skuldi tað ganga meiri enn illa hjá bátunum, sum lógu á odda í FM kappingini, um teir ikki skuldu vinna FM. Hjá teimum gekk, sum tað skuldi.
Í fyrsta FM róðrinum ? tí millum 5?mannaførini við dreingjum ? og í tí síðsta FM róðrinum ? tí millum 10?mannaførini ? var kappingin púra opin, og mongu áskoðararnir fingu spenning fyri allar pengarnar.
FM vinnararar vórðu Sílið við dreingjum og gentum, Jarnbardur við kvinnum, Smyril við monnum, Kvívíkingurin og Eysturoyingurin.
Í trimum av teimum seks kappingunum vann FM vinnarin ólavsøkuróðurin: genturnar umborð á Sílinum, kvinnurnar umborð á Jarnbardi og menninir umborð á Smyrli. Í hinum trimum kappingunum megnaði annar bátur enn FM vinnarin at smakka sigursrákan á ólavsøku. Tjaldrið við dreingjum snýtti Sílið í heimasjógvi, Argjabáturin tók Kvívíkingin, og Vestmenningur megnaði at vinna frammanfyri FM vinnaran Eysturoyingin.
Havnarbáturin gjørdist stóri taparin í kappingini millum 10?mannaførini. Teir endaðu á triðja plássi. Eysturoyingurin fekk 32 stig, og bæði Vestmenningur og Havnarbáturin fingu 30 stig. Men Vestmenningur vann ólavsøkuróðurinm, og tí var tað hann, sum vann silvurmerkini í FM kappingini.
Nú eru bátarnir drignir í neystið, og næsti FM kappróðurin verður ikki fyrrenn á norðoyastevnu komandi ár. Men áðrenn tað verður komið har til eru fleiri spurningar á skránni. Ein er FM kappingini á róðrarmaskinum. Ein annar er, hvar sjeyndi FM kappróðurin skal verða hildin. Tað skal nevndin í Róðrarsambandinum leggja uppskot fyri aðalfundin um. Og so hevur verið nevnt, at gentu? og kvinnukappingarnar eiga at verða flokkaðar í fleiri aldursbólkar, enn tað higartil hevur verið gjørt.