sum eru við í arbeiðinum meta, at eini 80% av fyrireikingararbeiðnum er gjørt og verður liðugt áðrenn árskiftið. - Lógaruppskotið um at yvirtaka útlendingamál kann leggjast fyri Løgtingið í heyst og yvirtøkan [...] kostar at yvirtaka málsøkið. - Peningurin finst ikki innan karmarnar, sum nú eru, men hendan yvirtøkan er avtalað og niðurfeld í samgonguskjalið, tí skal hon sjálvsagt eisini fremjast, sigur Kári P. Højgaard
byrjanarstaðið fyri gongutúrin. Tekning og prísur Kostnaður fyri gongutúrin og busskoyring er kr. 100,- fyri vaksin, men fyri børn er túrurin ókeypis. Bussur koyrir av Kunningarstovuni í Vági kl. 10.00 [...] Hvalbiar. Bussurin koyrir út í Nes, Hvalba. Bindandi tekning til túrin skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342/ 284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480/ 284480 í seinasta lagi fríggjadagin [...] helst so tað ikki skuldi vera neyðugt hjá presti at fara av hestinum. Gøtan gongur niðan í Káragjógv, har Kári prestur segðist at detta oman. Upp gjónna er gøtan stundum brøtt, men tó ikki torfør at ganga
tað var eitt sindur ov seint nú eg skal avstað aftur. 5-6 vikur í Íslandi Í Íslandi ætlar hon sær at súkkla í 5-6 vikur. Hon væntar at trampa einar 3.000 kilometrar bara í Íslandi, og ætlar at síggja stóran [...] sigur hon. Í Føroyum fór hon beina leið til Eiðis og búði har í tjaldi. Mánadagin var veðrið eitt sindur keðiligt, men annars havi eg havt tað øgiliga gott her í Føroyum. Fleur hevði brúk fyri einum eykaluti [...] eykaluti til súkkluna hjá sær og væntaði ikki at finna hann í Føroyum, men har fór hon skeiv. Í súkkluhandlinum í Kollafirði høvðu tey júst tann lutin. Á heimasíðuni skrivar hon »á tí mest ósannlíka plássinum
sketsjum og monologum í ólavsøkukabarettini í ár. Tað verður ikki sami bólkurin av kvinnum, sum í fjør syrgdu fyri ólavsøkukabarettini, ið aftur í ár verða á palli í Sjónleikarhúsinum. Í staðin verða tað teir [...] so vit stóðu ikki á berum, sigur Bárður Persson. Hann sigur, at ætlanin er at undirhaldið skal vara í ein tíma. - Eg vit væl, at tað fyrr í tíðini var vanligt, at kabarettirnar vardu í hálvan annan tíma [...] Tað er als ikki meiningin, at oyðileggja ólavsøkuna hjá fólki, sigur Bárður Persson. Hannsigur, at teir hava úr at gera í hesum døgum við at leggja kabaduoina til rættis. - Men eg eri vísur í, at vit klára
Studentaskúla í Hoydølum Men tað er ikki nokk at kunna renna, tí aðrar dygdir skuldu eisini til. Navn skuldi setast á Fuglar, varðar skuldu lagast, drekar skuldu byggjast og mín sann eisini, um teir ikki skludu [...] koyra taxa-bil í Oslo. Tiltakið var eitt royndartiltak og eydnaðist tað eftir umstøðunum stak væl. Næsta veruliga tiltakið verður seinasta vikuskiftið í august ella fyrsta vikuskiftið í septembur, og tá [...] tá er tað óalmenna FM-heitið, sum kappast verður um. Kravið fyri at fyri at taka lut er, at stilla verður upp við einum liði, sum skal telja fýra persónar.
Í annaðkvøld verður høvi at hitta valevnini í Rex. Allir flokkar fáa innivist í Rex, har teir sleppa at hitta veljaran. Talan verður ikki um ein vanligan valfund, har politikarar sleppa til orðanna, men [...] sjónligar í sínum egna bási í Rex - Hetta er veljarans høvi at koma í samband við valevnini ? veljarin kann seta spurningar, siga sína hjartans hugsan ella bara savnast um sín flokk. Umboð fyri allar flokkar [...] verða á staðnum, og lovað verður, at nógv verður gjørt burturúr at prýða básarnar, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Umframt hetta verður sannur góðskutónleikur at hoyra, meðan valcaféin fer fram. Ex-S
altavgerandi fyri okkara avrik. Undirlagið er øgiliga bleytt, og tí veit eg ikki rættiliga, hvussu hetta verður, tá vit hava vant nú í morgun, og tá Ísrael eisini skal venja í dag. Nú veit eg ikki, hvussu veðrið [...] standa rætt á vøllinum í verjustøðu. - Hitt er so, at vit skulu betra tað, sum vit ikki hava verið so góðir til. Nevnliga at skora, tá vit fáa møguleikan. Vit hava í næstan øllum dystunum í hesi undankappingini [...] at teir hava verið ótrúliga effektivir í avgerandi løtunum. Spælið hevur kanska ikki verið so polerað, men fáa teir møguleikan, so taka teir av, so teir skulu ikki hava nógvar møguleikar, áðrenn teir avgera
hvønn fríggjadag, ið er ein ætlan fyri komandi vikuna, so foreldrini kunnu fylgja við í, hvat gongur fyri seg í skúlanum. Tað eru altíð tveir ella tríggir lærarar inni í stovuni, og hetta halda lærararnir [...] Men í uppihaldsstovuni ber eisini til at dansa og spæla sjónleik, men ikki tá tey skulu læra at lesa, skriva ella rokna. Í stillustovuni sleppa næmingarnir at arbeiða í friði og náðum; har skal vera [...] ovu« og eina »lærarastovu«. Í uppihaldsstovuni gongur eisini undirvísing fyri seg. Her sleppa næmingarnir at sita, liggja, sum teir hvør í sínum lagi vilja, ella arbeiða í toymi og tosa saman um arbeiðið
at standa fyri undirvísingini. Sum sagt, so er ætlanin, at øll undirvísing hesa vikuna skal hava útgangsstøði í Dali. Tí fer mann út at spæla spøl í ítrótti, niðan í hagan, oman í fjørðuna í heimstaðarlæru [...] verður í eina viku og ígjøgnum undirvísing og spæl, verður lært um søgu, mentan, fólk og bygdalívið í Dali. Millum annað er ætlanin at reka í einum haga í Dali, at skera torv, hava hugnakvøld í bygdahúsinum [...] tað verður ikki hildið við líka hjá teimum smáu, sum skulu bera tað víðari. - Um eitt barn býr í eini lítlari bygd, men gongur í skúla í eini størri bygd, so tekur undirvísing útgangsstøði í bygdini har
siðvenju fyri hava eina sonevnda fleirflokkaskipan við lutfalsvali, har politisku flokkarnar finna saman í samgongur, og sjálvir avráða, hvør skal standa á odda fyri eini kommunu ella eini stjórn. Skal valið [...] borgarstjóranum endar í minniluta. -Við skipanini hjá Heðini ber kann flokkurin, ið borgarstjórin umboðar, enda í minniluta. Borgarstjórin kann tí koma í ta støðu, at hann stendur á odda fyri einum meiriluta [...] Samfelagsfrøðingurin, Bogi Eliasen, sigur, at verður politiskur meiriluti fyri at broyta valskipanina, so føroyingar í framtíðini skulu velja borgarstjórarnar beinleiðis á kommunuvalinum, verður talan