Børnini í Eysturskúlanum í Havn hava onga fasta tímatalvu. Lærararnir, ið eru tríggir í tali, eru eitt sjálvstýrandi toymi, ið hvørja viku ger av, hvat børnini skulu gera næstu vikuna. Børnini fáa ein vikuseðil við sær heim hvønn fríggjadag, ið er ein ætlan fyri komandi vikuna, so foreldrini kunnu fylgja við í, hvat gongur fyri seg í skúlanum.
Tað eru altíð tveir ella tríggir lærarar inni í stovuni, og hetta halda lærararnir vera gott, tí á henda hátt er pláss fyri, at ein lærari undirvísir og hinir hjálpa til á ymsan hátt, so alt fæst at rigga sum best. Tískil verður undirvísingin sjáldan avbrotin.
Lærararnir eru ótrúliga væl nøgdir við alternativa undirvísingarkarmarnar og meta, at skipanin hevur bestu umstøður at røkka bæði veiku og sterku næmingunum frá fyrsta degi.
Øðrvísi skúlastova
Skúlastovan hjá børnunum í Eysturskúlanum í Havn er somuleiðis rættiliga øðrvísi. Tvær stórar skúlastovur eru koyrdar saman, ið síðani aftur eru býttar upp í fýra stovur. Eina »stillastovu«, eina »vanliga skúlastovu«, eina »uppihaldsstovu« og eina »lærarastovu«.
Í uppihaldsstovuni gongur eisini undirvísing fyri seg. Her sleppa næmingarnir at sita, liggja, sum teir hvør í sínum lagi vilja, ella arbeiða í toymi og tosa saman um arbeiðið. Tey kunnu eitt nú sita í trappum, liggja ella sita á gólvinum, við eitt borð ella hvat tey nú hava hug til ella finna uppá. Hóast børnini sita í øllum ættum og á ymsan hátt, syrgja lærarnir fyri, at øll fáa arbeiðsfrið og at fáa nakað burturúr. Men í uppihaldsstovuni ber eisini til at dansa og spæla sjónleik, men ikki tá tey skulu læra at lesa, skriva ella rokna.
Í stillustovuni sleppa næmingarnir at arbeiða í friði og náðum; har skal vera fullkomiligur friður. Stillastova verður eisini nýtt til fundir millum lærarar og næmingar. Í dag hevur ein lærari næmingasamrøður inni í hesi stovuni, meðan ein annar arbeiðir við føroyskari skriving saman við børnunum í hinum stovunum, sum tó eru sum ein sera stór stova tilsamans. Í stillastovuni verður í dag prátað um trivnaðin hjá barninum, og hvussu tað klárar seg fakliga í skúlanum. Børnini hava fingið hvør sítt spurnarskjal heim við sær, ið tey sjálv, foreldrini og lærararnir so fylla út. Í einum øðrum parti av stóru skúlastovuni er eisini ein lærarastova. Har sleppa børnini ikki at vera. Har leggja lærararnir undirvísingina til rættis og hava síni ting.