Í annaðkvøld verður høvi at hitta valevnini í Rex. Allir flokkar fáa innivist í Rex, har teir sleppa at hitta veljaran. Talan verður ikki um ein vanligan valfund, har politikarar sleppa til orðanna, men eitt øðrvísi kvøld har, flokkarnir kunnu gera seg sjónligar í sínum egna bási í Rex
- Hetta er veljarans høvi at koma í samband við valevnini ? veljarin kann seta spurningar, siga sína hjartans hugsan ella bara savnast um sín flokk. Umboð fyri allar flokkar verða á staðnum, og lovað verður, at nógv verður gjørt burturúr at prýða básarnar, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Umframt hetta verður sannur góðskutónleikur at hoyra, meðan valcaféin fer fram. Ex-Showmenninir Kim Hansen og Jens Marni Hansen fara at syngja og spæla kendan, góðan tónleik.
- Hesir báðir er millum okkara allarbestu tónleikarar, og hava teir hvør í sínum lagið gjørt eina ørgrynnu av landaplágum.
Eisini verður ein øðrvísi og stuttlig veljarakanning gjørd á staðnum. Nakrir drykkir verða gjørdir til hvønn flokk. Hvør flokkur hevur sítt serliga slag av drykki, og tá ið kvøldið er av, verður kunngjørt hvør drykkur (hvør skuldi sagt flokkur) er best umtóktur. Sigast skal, at onkur flokkur fær alkoholfríar drykkir....!
Tiltakið byrjar kl. 21 og heldur á til kl. 00.00. Aftan á tiltakið verður dansur við Eager To Please ? bólkurin sum spælir feitan 70?ára rokktónleik.










