Á nýggjárinum kunnu føroyingar yvirtaka útlendingamálini frá dønum.
Tað staðfesti Kári P. Højgaard formaður Sjálvstýrisfloksins á landsfundinum hjá flokkinum nú um dagarnar.
Hann sigur, at arbeiðið at yvirtaka útlendingamál heldur fram og at hetta er eitt arbeiðið, hann raðfestir allarfremst.
- Ein fundur hevur verið ímillum føroyskar og danskar myndugleikar eftir løgtingsvalið.
- Embætisfólk sum eru við í arbeiðinum meta, at eini 80% av fyrireikingararbeiðnum er gjørt og verður liðugt áðrenn árskiftið.
- Lógaruppskotið um at yvirtaka útlendingamál kann leggjast fyri Løgtingið í heyst og yvirtøkan kann verða á nýggjárinum og tað er akkurát eftir ætlanini hjá samgonguni.
- Ein fortreyt er sjálvsagt, at Løgtingið játtar tær tríggjar milliónirnar, sum tað kostar at yvirtaka málsøkið.
- Peningurin finst ikki innan karmarnar, sum nú eru, men hendan yvirtøkan er avtalað og niðurfeld í samgonguskjalið, tí skal hon sjálvsagt eisini fremjast, sigur Kári P. Højgaard.