Fleur Crowe er ein lítil, spinkul, ljóshærd kvinna. Hon brosar um alt andlitið, og hevur eina ljósa linju niðureftir báðum kjálkunum. Tað er har bondini til súkkluhjálmin vanliga eru.
Ferð hennara byrjaði fyri 11 vikum síðani í heimbýnum Perth í Australia. Hagani fleyg hon til Frankfurt og byrjaði fyrst við at seta súkkluna saman, ið hon hevði tikið sundur til flogtúrin.
Súkklan er sergjørd til túrin hjá Fleur og kostaði umleið 17.000 krónur. Slagið av súkklu eitur »Recumbent«, og er vælegnað til langar súkklutúrar, sum tann hjá Fleur.
Man situr ógvuliga væl í hesi súkkluni, og so síggi eg sera væl alt rundan um meg, sigur hon
Higartil hevur hon súkklað 3.000 kilometrar. Tað er tað sama sum 60 ferðir úr Havnini til Sørvágs, og hon hevur verið ígjøgnum átta lond.
Danmark var eitt fantastiskt land at súkkla í, eg var har nakrar vikur og hevði tað øguliga gott, sigur hon.
Ein part av ferðini hevur hon eisini ferðast í toki og ferju. Í Týsklandi høvdu togini trappur, og tað var ógvuliga tungt tá súkklan og bagagan viga nógv.
Fann heimasíðu
Til Føroyar kom hon mest av tilvild. Ætlanin var at flúgva úr Danmark til Íslands, men so hoyrdi hon um reiðaríið Smyril Line og heimasíðu teirra og broytti ætlanirnar.
Eg visti onki um Føroyar, men heimasíðan hjá Smyril Line gjørdi, at eg fekk hug at steðga her nakrar dagar, sigur hon.
Í Føroyum fór hon beina leið til Eiðis og búði har í tjaldi.
Mánadagin var veðrið eitt sindur keðiligt, men annars havi eg havt tað øgiliga gott her í Føroyum.
Fleur hevði brúk fyri einum eykaluti til súkkluna hjá sær og væntaði ikki at finna hann í Føroyum, men har fór hon skeiv. Í súkkluhandlinum í Kollafirði høvðu tey júst tann lutin.
Á heimasíðuni skrivar hon »á tí mest ósannlíka plássinum, fann eg tann einsamallasta súkkluhandilin í verðini, og tey høvdu ikki bara lutin, mær manglaði, men tey hjálptu mær at skifta hann út«
Hon steðgaði bara tríggjar dagar í Føroyum, men hevði gjarna vilja verið longri.
Eg hevði viljað verið her í eina viku. Eg fari við Norrønu í kvøld kl 18 (mikukvøldið). Eg hevði ynskt at faldarin um at súkkla í Føroyum hevði verið umborð á Norrønu, hann fekk eg ídag, og tað var eitt sindur ov seint nú eg skal avstað aftur.
5-6 vikur í Íslandi
Í Íslandi ætlar hon sær at súkkla í 5-6 vikur. Hon væntar at trampa einar 3.000 kilometrar bara í Íslandi, og ætlar at síggja stóran part av landinum. Bagagan hjá henni er tung nú, eftirsum hon hevur nógvan mat og heit klæði við sær. Tilsamans vigar bagagan um 55 kilo, og alt er hongt á tí gulu súkkluna.
Hetta er ikki fyrstu ferð Fleur ferðast upp á hendan mátan. Hon hevur áður súkklað á vestur síðuni á Australia og í heimlandinum hjá Mary prinsessu, Tasmania.
Hetta er fyrstu ferð eg eri í Evropa, og eg helt at hetta var besti máti hjá mær at síggja londini uppá, sigur hon.
Hon er júst liðug við sína útbúgving, og í Australia hava tey eina skipan fyri fólk, ið vilja halda frí eina tíð. Tann tíðin helt Fleur var komin nú áðrenn hon fyllur 40 ár.
Men følir tú teg ikki einsamalla at ferðast soleiðis?
Nei, ein møtur sera nógvum fólki við at ferðast einsamøll. Eg haldi faktiskt at øll menniskju burdu gjørt eina ferð sjálvi einaferð í lívinum.
Aftan á vikurnar í Ísland fer Fleur aftur við Norrønu til Norra og síðani til Svøríkis. Aftan á tað ber leiðin heim til Perth í Australia har familja og vinir bíða eftir henni. Tá hevur hon verið burtur í tær 22 vikurnar.