Øðrvísi ítróttakapping

Leygardagin 27. mai, varð fyrsta adventurerace-kappingin hildin í Føroyum. Vinnarar gjørdust liði hjá løgreglumonnunum við tíðini 8 tímar og 44 min.

Adventure-race

Àðrenn teir kundu fáa steyp handað, høvdu teir runnið frá Kvívik til Føroya Studentaskúla í Hoydølum Men tað er ikki nokk at kunna renna, tí aðrar dygdir skuldu eisini til. Navn skuldi setast á Fuglar, varðar skuldu lagast, drekar skuldu byggjast og mín sann eisini, um teir ikki skludu látast at koyra taxa-bil í Oslo.
Tiltakið var eitt royndartiltak og eydnaðist tað eftir umstøðunum stak væl. Næsta veruliga tiltakið verður seinasta vikuskiftið í august ella fyrsta vikuskiftið í septembur, og tá er tað óalmenna FM-heitið, sum kappast verður um. Kravið fyri at fyri at taka lut er, at stilla verður upp við einum liði, sum skal telja fýra persónar.