fyri ólógligan fiskiskap í Indiska havinum, og er nú á veg til fronsku oynna Reunion. Við bátinum eru fleiri føroyingar harímillum skiparin. Sosialurin hevur ikki fingið hesi tíðindi váttað, men keldur, sum [...] norskt reiðarí. Seinni eru hann seldur nakrar ferðir, og tað ljóðar, at eisini áhugamál í Hong Kong eru uppí. Í danska uttanríkisráðnum kenna tey einki til málið, men tey siga samstundis, at tað kann ganga [...] hevur vent sær til Sigmund Andreasen, skipara á Explorer, sum varð tikin av fronsku sjóverjuni, og sum í løtuni verður hildin aftur á oynni Reunion. Sigmund Andreasen sigur seg eisini hava hoyrt graml um,
flutning og er neyðugt við nýggjum skipi. Men í veruleikanum er hetta ein nógv størri trupulleiki enn eitt nú landsstýrismaðurin í samferðslumálum ger hann til. Í veruleikanum tosa vit ikki um at lappa hol [...] vit eisini kunnu nevna okkara fólkamentan. FÆR út í Fugloynna, fær út í Hest, ja fær til Suðriar ella til Sands hatta landsstýrismaður og innliva teg í, hvussu týdningarmikil samferðslan er fyri hesi øki [...] ar hansara í Tinganesi hava við síni líkasælu víst, at tað verða ikki teir, sum fara at seta út í kortið. Tí er bert andstøðan eftir, og hana verða vit tí noydd til at seta okkara álit á. Í dag kemur formaður
frammaná, tá tíðindi bórust um, at ísraelski leiðarin Natanyahu kortini ikki ætlar at steðga jødisku búsetingunum í teimum hersettu økjunum á Vestara Áarbakka millum Ísrael og Jordan. HESI tíðindi komu stutt [...] nú høvdu gjørt av at taka friðarsamráðingarnar uppaftur. Í hesum lá eisini, at ísraelar fóru at gevast við búsetingunum í hersettum økjum og í Eysturjerusalem. MEN gakk. Netanyahu vil heldur brúka musklarnar [...] musklarnar enn friðarsins diplomati. Við at tvíhalda um framhald av búsetingum bæði í hersettum økjum og í Jerusalem ger Netanyahu einki mætari enn at skriva undir eina krígsavbjóðing til ikki bert palestinar
stjórin í Fiskavirking í útvarpssamrøðu um nýggjársleitið greiddi frá støðuni hjá Fiskavirking, var hann í grundini slettis ikki stjóri í fyritøkuni. Hann hevði fyri so vítt onga ábyrgd meira. Men í Føroyum [...] húsagang. Men framferðarhátturin hjá leiðsluni í Framtaksgrunninum hevur avgjørt ikki bøtt støðuna. HEVÐI leiðslan havt betri tev fyri samskifti, sett seg í samband við politikarar, áðrenn støðan læsist [...] okkara størsta virki við 600 fólkum. Arbeiðsplássið er harafturat almenn ogn, sum nøkrum er litið upp í hendi at fyrisita. Tí átti nevndin at følt, at hon hevði eina ávísa, kanska størri, skyldu mótvegis
BLAÐIÐ tit hava í hondini í dag er ein óvanligur Sosialur. Lýsingar frá SMS og øðrum lýsarum fylla stóran part av blaðnum. Avgjørt er at koyra blaðið í hvørt hús í landinum, nú vit hava gjørt ein faldara [...] lokalredaktión í Suðuroynni. Hesa fara vit at menna í komandi ári. Harumframt fara vit at seta á stovn líknandi lokalredaktiónir aðrastaðni í landinum. Eitt er tað at vera á staðnum og útvega tíðindi og annað [...] hevur - umframt at brúka høvið til at lata føroyingum í útlandinum einastandandi jólagávuna - í 1998 at kunna fylgja við í nærum øllum tí, sum hendir í Føroyum - um somu tíð, sum tað hendir. VIT skulu eisini
at útvarpið ber tíðindi til hesar somu bólkar, men tað er og verður ein grundleggjandi munur á hesum at hoyra tíðindi og at lesa eitt blað. Blaðið kanst tú goyma og tú kanst fordjúpa teg í blaðnum. Bløð [...] Vit liva í eini internationaliseringstíð. Orsakað av teimum stóru broytingunum í kunningartøknini er heimurin vorðin sum ein bygd. Tað er skjótari at senda ein e-mail til Singapore enn eitt telefax til [...] tekur nú stigið inn í KT- og fjarskiftissamfelagið. Vit vóna við hesum fyrst og fremst at geva okkara brúkarum eina betri tænastu. Vit vóna við hesum at geva okkara landsmonnum í fremmandum londum og
NÚ um dagarnar bórust tey tíðindi, at Smyril verður tikin úr siglingini í góðan mánað, tí ymsar ábøtur skulu gerast. Dúgvan skal so sigla hesa tíðina um Suðuroyarfjørð. Tað er væl skiljandi, at suðuroyingar [...] stovnar - hava lyndi til at gloyma tann veruleika, sum íbúgvararnir í Suðuroynni mugu liva undir. STRANDFERÐSLAN er sjálv meginlívæðrin í føroyska samfelagnum. Tað er hon, sum knýtir samfelagsrenslið saman [...] at fáa okkum øll at seta føtur í spenni og siga kortanei til skip, sum rætt og slætt ikki er egnað til hesa farleið. SUÐUROYINGAR hava okkara fulla stuðul. Málið er nú í hondunum á sjálvum løgmanni, ið
minst í Keypmannahavn Og nettupp suðuroyingar í Keypmannahavn kunnu gleða seg til 25. oktober. Tí henda dagin verður serligt tiltak, bara fyri teir. Leygarkvøldið 25. oktober verður verður veitsla í Før [...] 170 fólkum í Føroyahúsinum, men Sigurð Bech, sum er ein av fyrireikarunum, ivast ikki í, at tað verður fullsett. Tað er ikki lýst við tiltakinum fyrrenn hetta vikuskiftið, men tá vóru tíðindi longu borin [...] munn av munni í danska høvuðsstaðnum, og fríggjadagin høvdu 30-40 fólk sett seg á veitslulistan. Talan er um fólk, sum hava búð niðri í nógv ár. Tey, sum hava hug at hitta aðrar suðuroyingar í Keypmannahavn
fáa innlit í avtaluna. Tí var tað fjølmilaetiskt av allari leið, at útvarpsmaðurin læt Ingeborg koma so mikið til orðanna um eina avtalu, hon ikki er partur í og ikki hevur fingið innlit í. Føroya Lærarafelag [...] Í Útvarpið Føroya mánakvøldið 13. juli vóru borin margháttlig tíðindi um nýggja sáttmálan og høvuðsavtaluna, sum Føroya Lærarafelag júst hevur gjørt fyri sáttmálasettu lærararnar (t.e. teir lærarar, sum [...] sum áður vórðu nevndir »vikarar« og »tímalærarar«). Tað margháttliga í hesum tíðindaflutningi á hásumri í Útvarpi Føroya var, at formaður Føroya Arbeiðarafelgs, Ingeborg Vinther, verður spurd um hesa nýggju
sum síðan verða kunngjørdar í blaðnum »Tidslerne«, ið tey geva út 4 ferðir um ári. Í blaðnum eru eisini áhugaverdar sjúkrasøgur, t.v.s. persónligar frágreiðingar, tíðindi og granskingarúrslit innan bæði [...] árum síðani stovnaðu nakrar kvinnur í Danmark alternativa krabbameinsfelagið »Tidslerne«, ið er felag teirra sjúku. Bert sjúklingar hava valrætt og kunnu veljast í nevndina, men øll sum hava áhuga kunnu [...] læknunum. Felags fyri okkum limir er, at vit sóknast eftir nýggjum leiðum og nýhugsanum í krabbameinsviðgerðini, t.d í staðin fyri at drepa tað sjúka so heldur styrkja tað fríska og harvið stimbra immunverjuna