Tummas Christophersen sigur, at trolarin, sum nú er keyptur fyri Gullberg, er smíðaður í 1989. - Í løtuni liggur skipið í Skotlandi, har ymiskt viðlíkahald verður gjørt, og skipið verður málað. Hann væntar [...] at nýggja skipið kemur til Føroya um einar tríggjar vikur ella so. Spurdur, um móttøka verður í Hvalba ella í Vestmanna, tá nýggi Fram kemur til Føroya, sigur reiðarin, Tummas Christophersen, at tað er ikki [...] systirskipini, Sjagaklett og Gullberg, hevur nú keypt annað skip fyri Gullberg, sum sakk á fiskileið í fjør summar. Bæði skipini vóru frystiskip, men keypið av trolaranum Havilah merkir, at reiðaríið nú
Klokkan er farin nakað av níggju fyrrapartin í gjár, og her er sera friðarligt, bæði í skúlagarðinum og inni í forhøllini. Fleiri bilar standa parkeraðir í sjálvum spæligarðinum hjá børnunum, men lítið [...] seinni hoyrast barnaróp í einari gongd. Ein flokkur av gentum og dreingjum koma leypandi út í forhøllina, nú tey hava fingið fríkorter. Í gongini møta tey Jórun Myllhamar, sum er á veg í skúla. - Eg var eitt [...] teimum bestu, tí sum er, má hetta gerast í skúlagarðinum – og hann verður í stóran mun nýttur sum parkeringspláss hjá bilum. Virkin Jórun Myllhamar er í hesum døgum í ferð við seinastu mánaðirnar sum næmingur
sigur formaðurin í Næmingaráðnum í Hoydølum, Jóhan Bech Húsgarð, eftir at rektarin í Hoydølum hevur verið frammi og sagt, at um næmingarnir ikki skikka sær væl á skulkidegnum, fer skúlin ikki at skipa fyri [...] skulkidag í komandi viku, fara tey eftir ætlan at skikka sær betur enn undanfarin ár. - Eftir hendingina týsdagin, er stemningurin millum næmingarnar soleiðis, at mann fer at royna at brúka skulkidagin í ár til [...] øðrum, sigur Mikkjal Helmsdal umvegis heimasíðu skúlans. Formaðurin í Næmingaráðnum slær fast, at næmingaráðið á ongan hátt heldur tað verða í lagi, at næmingarnir nærmast gera herverk á skúlunum hjá hvørjum
ferðafólk kunnu væntast til Føroya í summar, fer sjálvsagt at merkjast hjá handils-og matstovuvinnuni í høvuðsstaðnum, umframt hjá øðrum vinnum, sum hava veitingar til ferðafólk. Í Tórshavnar býráð liggja handils-og [...] vinnumálum, og formaður í vinnunevnd býráðsins er Bogi Andreasen. - Eg fegnist um, at vit í býráðnum kunnu draga somu línu um ymiskar smærri verkætlanir, sum kunnu fremjast kring um í kommununi, soleiðis at [...] framhaldandi kunnu mala í høvuðsstaðnum. Tórshavnar kommuna hevur eisini bjóðað út bátahylin, sum ætlanin er at byggja í Álakeri, og her eru fimm enreprenørar, sum ikki eru so stórir í vavi, bjóðaðir at geva
børnini nú eru í ymsum aldri og skulu hava ymiska frálæru, sigur Bárður Østerø. Hann heldur, at børnini á Trøllanesi kundu gingið í skúlanum í bygdini. Lærarin í Mikladali kundi so verið hálva tíð í Mikladali [...] børnum í ymsum aldri, sigur Bárður Østerø, sum er pápi at fýra børnum á Trøllanesi. - Tað er trongligt í skúlanum í Mikladali, og tí hevði átti tað verið ein góð loysn at tikið skúlan á Trøllanesi í brúk [...] lærarin í Mikladali eisini undirvísti á Trøllanesi, so hevði tað verið eitt framstig fyri øll børnini í kommununi, sigur hann. Ov nógv til ein lærara Skúlabørnini í Mikladals kommunu eru 14 í tali, og
Ziskatrøð. Tey smáu grellini Næmingarnir í 10. flokki á Ziskatrøð hava eisini fylgt væl við í orðaskiftinum, sum hevur verið um bygnaðin við skúlarnar í Klaksvík í seinastuni. Ein av áhugaverdu spurningunum [...] skúlarnar fullkomuliga øðrvísi enn í dag: At ein hevur teir yngru næmingarnir í eina skúlanum, og teir eldru í hinum. - Á henda hátt sluppu vit undan teimum smáu grellunum í okkara skúla, sum ein genta av [...] henda.Trupulleikin í málinum er, at tað verður arbeitt við bygnaðarbroytingum í skúlunum í Klaksvík. Hetta arbeiðið hevur drigið út, men sambært borgarstjóranum er tað altso ikki í býráðnum, at drálað
verður Hvalba, sum verður høvuðsstaðurin í nýggju Suðuroynni. - Tað er ikki vist, at samfelagsfrøðingurin fer so skeivur, tá hann sigur so, og vit í Tvøroyrar kommunu ynskja sjálvsagt norðara økinum í Suðuroynni [...] borgarstjóranum í Tvøroyrar kommunu væl, tá Sámal Matras Kristiansen væntar, at tænastuparturin í framtíðini fer at liggja í Hvalbiar kommunu, meðan ídnaðurin hugsandi verður á Tvøroyri og í Vági. - Vit hava [...] borgarstjóranum í Tvøroyrar kommunu fyri bróstið, at spádómurin hjá Sámali Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi er, at við einum Suðuroyartunli verða nýggju vakstrarøkini í Suðuroynni helst Hvalba og Sandvík
Annars havi eg tikið lut á skeiðum og stevnum í Føroyum og uttanlands, sigur Femja Petersen. Aldursmarkið til at verða virkin í MÁF er 15-25. Í nevndini í Ung í MÁF sita Elin Mortensen, Femja Petersen, Amanda [...] um sjónleikafagnaðin verður skúlin í Trongisvági. Elin og Femja eru á einum máli um, at tær umstøðurnar, sum skúlin hevur at bjóða, eru sera góðar. Tveir pallir verða bygdir í høllini og luttakararnir búgva [...] onnur høvi. Einasti leikurin eg havi spælt við í er Ozon, sum vit fóru til Noregs at framføra í 1995. Vit hava einki sjónleikarafelag í bygdini, men spæla í Fívli, ið hoyrir til Eydnuna á Oyrabakka. Annars
Viðvíkjandi tí vánaliga samskiftinum, sum Bjarma Lisberg úr Hvalba greiddi frá í gjár er tað at siga, at púra greiðar mannagongdir eru á økinum. In.fo vísti í gjár á, at skjalið, sum landssjúkrahúsið og suðuroyar [...] Sirið Stenberg. Á Gestalon í Havn eru umstøðurnar hjá barnakonum ivasaman. Hetta einamest tí, at kvinnurnar ikki altíð fáa eina íbúð, hóast tær hava skrivað seg upp til tað. Í gjár skrivaði in.fo um Bjarmu [...] eina íbúð men heldur hevur fingið boðið eitt kamar. - Tvær íbúðir aftrat eru tøkar frá í komandi viku av, og vit eru í gongd við at skifta vindeyguni á Gestalon, tí barnakonur hava sagt okkum, at tað gísti
- Puha, gott at koma út aftur í fríska luft! Tær seks genturnar hava brúkt ? ella sum onkur teirra segði spilt ? ein heilan tíma í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Skúlin hevði skipað soleiðis fyri, at teir [...] lurta eftir tónleiki við føroyskum ískoyti: Tónleikabólkin "A Kind of B ... Quartet" úr Boston í USA. Við í bólkinum er nevniliga ein føroyingur, Bjarki Meitil, sum fegin ynskti at vísa føroyingum nakað [...] tann hjá Britney Spears, Nik og Jay, Brian McFadden og øðrum kendum nøvnum, sum eru frammi í tíðini. Og tey ungu í Fuglafirði eru ikki bangin fyri at siga sína hugsan um tónleikin, tá Sosialurin leggur leiðina