- Vit vilja hava ein betri skúla

- Í skúlanum í Mikladali er ein lærari til 14 børn í ymsum aldri, og tað er ikki nóg gott. Tí ynskja vit, at skúlin á Trøllanesi varð tikin í brúk aftur, og at ein vikarur varð settur afturat, sigur Bárður Øster, pápi at skúlabørnum á Trøllanesi

Trøllanes: 12 lyktapelar eru á Trøllanesi. 11 teirra lýsa í myrkrinum. Bert ein av lyktapelunum lýsir ikki. Hann stendur uttan fyri gamla skúlan í bygdini.

Hetta er skúlin, sum skúlatrætan á Trøllanesi snýr seg um.

Foreldrini á Trøllanesi, sum hava átta børn í skúlaaldri, vilja hava skúlan lætnan uppaftur, men bygdaráðið sigur kortanei. Hetta hevur havt við sær, at foreldrini á Trøllanesi hava tikið børnini úr skúlanum.

- Stríðið snýr seg ikki bara um at fáa skúla aftur í bygdini, tí tað er lættari hjá okkum. Tað er eisini spurningur um at fáa eitt betri skúlatilboð til børnini í kommununi. Vit eru ikki nøgd við skúlan í Mikladali, har ein lærari skal undirvísa 14 børnum í ymsum aldri, sigur Bárður Østerø, sum er pápi at fýra børnum á Trøllanesi.

- Tað er trongligt í skúlanum í Mikladali, og tí hevði átti tað verið ein góð loysn at tikið skúlan á Trøllanesi í brúk aftur. Høvdu vit so fingið ein vikar afturat, ella lærarin í Mikladali eisini undirvísti á Trøllanesi, so hevði tað verið eitt framstig fyri øll børnini í kommununi, sigur hann.


Ov nógv til ein lærara

Skúlabørnini í Mikladals kommunu eru 14 í tali, og bygdaráðið vil hava, at tey øll ganga í skúla í Mikladali. Børnini eru í ymsum aldri, men tey eru øll í somu skúlastovu, har ein lærari skal geva teimum neyðugu frálæruna og vegleiðingina.

- Hetta halda vit ikki er nøktandi. Børnini hava gramdu seg seinasta skúlaár um, at tey lupu nógv um í bókunum , og tað skilja vit væl. Ein lærari kann ikki undirvísa 14 børnum allatíðina.

- Fólkaskúlalógin sigur, at ein lærari kann undirvísa 14 børnum, meðan tveir skulu til, um talið verður 15. Vit halda, at 14 børn er alt ov nógv til ein lærara, tá børnini nú eru í ymsum aldri og skulu hava ymiska frálæru, sigur Bárður Østerø.

Hann heldur, at børnini á Trøllanesi kundu gingið í skúlanum í bygdini. Lærarin í Mikladali kundi so verið hálva tíð í Mikladali og hálva tíð á Trøllanesi. Ella kundi ein vikarur verður settur í hálvt starv í kommununi. Tað hevði havt við sær eitt betri skúlatilboð til børnini í kommununi, heldur hann.


Vánaliga undanførsla

Bygdaráðið í Mikladali hevur ført fram, at tað heldur tað ikki verða ráðiligt at brúka pengar upp á tveir skúlar í kommununi.

- Tað er ein vánaliga undanførsla at siga, at kommunan ikki hevur ráð til tveir skúlar, tí tað hevur hon. Pengar eru settir av til at gera skúlan á Trøllanesi í stand, men arbeiðið er bara ongantíð gjørt, sigur Bárður Østerø, sum sat í gamla bygdaráðnum, sum samtykti at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur. Tann avgerðin varð strikað av nýggja bygdaráðnum, sum tók við á nýggjárinum.

- Øll árini, sum vit høvdu ávirkan á fíggjarætlanina í kommuni, settu vit pengar av til skúlan á Trøllanesi. Vindeyguni eru skift, men arbeiðið at skifta tekjuna og at flyta oljufýrið í kjallaran er ikki gjørt enn, hóast pengarnir eru tøkir til hetta, sigur Bárður Østerø.

Hann heldur, at formaðurin í gamla bygdaráðnum hevur skuldina av, at hetta arbeiðið ikki varð gjørt, soleiðis sum bygdaráðið samtykti.

- Tað er eingin haldbar grundgeving fyri, at skúlin á Trøllanesi ikki kann lata uppaftur. Tað er bara bygdaráðið, sum ikki vil hava skúlan at virka aftur, sigur Bárður Østerø.


Børnini hugna sær

Onkur hevur skrivað Emanuele upp á svørtu talvuna í stovuni í skúlanum á Trøllanesi. Emanuele er úr Italia, og hvar tað landið liggur sæst á einum gomlum Europakortið sum hongur á vegginum í stovuni. Kortið er frá teirri tíðini, tá Sovjetsamveldið var ein heimsmakt, og Jugoslavia eitt land.

Tað er friður í skúlastovuni. Gomlu borðini hava ikki verið brúkt til undirvísing síðani seint í áttatiárunum, og sjónvarpstólið, sum stendur í horninum, hevði eisini sína stórtíð tá í tíðini.

Foreldrini á Trøllanesi hava framvegis børnini heima. Tey spæla í túninum og leingjast ikki enn aftur í skúla.

Er tað deiligt at hava frí?

- Ja, svarar onkur avgjørdur, meðan onkur annar ivast eitt sindur. Børnini spæla í felag, hendan dagin Sosialurin er í bygdini, og tey skifta ofta pall. Ein løtu spæla tey krógva og blunda, men so fær onkur hugskotið at fara at leypa av einum garði og einum fjósi.

Børnini eru vorðnir gíslar í einum stríði millum misnøgd foreldur og ein bygdaráð, sum ikki vil vika seg. Landsmyndugleikarnir siga seg einki kunna gera, og har liggur málið.

Støðan er løst føst, og eingin vón er um, at lyktapelin uttan fyri skúlan á Trøllanesi verður tendraður í bræði.