Tað fellir ikki borgarstjóranum í Tvøroyrar kommunu fyri bróstið, at spádómurin hjá Sámali Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi er, at við einum Suðuroyartunli verða nýggju vakstrarøkini í Suðuroynni helst Hvalba og Sandvík, og at tað hugsandi verður Hvalba, sum verður høvuðsstaðurin í nýggju Suðuroynni.
- Tað er ikki vist, at samfelagsfrøðingurin fer so skeivur, tá hann sigur so, og vit í Tvøroyrar kommunu ynskja sjálvsagt norðara økinum í Suðuroynni alt tað besta.
Kristin Michelsen sigur, at Tvøroyrar kommuna og Hvalbiar kommuna leingi hava havt eitt fyrimyndarliga gott samstarv, og tað var um reppið, at meiriluti á fólkaatkvøðuni í Hvalbiar kommunu seinast var fyri samanlegging.
- Vit her í Tvøroyrar kommunu hava fleiri ferðir atkvøtt fyri samanlegging, so útlitini hjá samfelagsfrøðinginum um, at Hvalbiar kommuna fer at síggja størsta vøksturin við einum Suðuroyartunli, kennast ikki sum nøkur ring tíðindi, sigur borgarstjórin.
Tað passar eisini borgarstjóranum í Tvøroyrar kommunu væl, tá Sámal Matras Kristiansen væntar, at tænastuparturin í framtíðini fer at liggja í Hvalbiar kommunu, meðan ídnaðurin hugsandi verður á Tvøroyri og í Vági.
- Vit hava millum bestu firðir í landinum, og vit kenna okkum nærri bretska meginlandinum og teimum stóru marknaðum, sum har eru, enn miðstaðarøkið í Føroyum. So, spádómur hjá samfelagsfrøðinginum um, hvar ídnaðurin í Suðuroynni í framtíðini fer at liggja, passar okkum her á Tvøroyri væl.
Kristin Michelsen er so slett ikki ósamdur í, at tunnilin eisini verður ein stórur fyrimunur fyri framleiðsluvinnuna í Suðuroynni.
- Vit her á Tvøroyri eru til reiðar at taka ímóti øllum grótinum, sum fer at koma upp úr Suðuroyartunlinum, sigur hann.
Borgarstjórin vísir á, at við ongum tunnilssambandi verður Suðuroyggin púrasta afturúrsigld, og tað sæst longu nú, hvat vakstrarpotentialið er í teimum økjum, sum hava fingið tunnilssamband – eisin í Sandoynni, sum mennist bæði í fólkatali og vinnulívi.
- Eg havi samband við nógv ung fólk her úr oynni, sum eitt nú eru undir útbúgving. Hesi siga seg ætla sær heimaftur at arbeiða og seta búgv í Suðuroynni, men avgerandi treytin er, at Suðuroyartunnilin kemur.
Kristin Michelsen vísir á, hvussu skilið er, nú Smyril ikki er tøkur í eina tíð, og avloysaraskip er ístaðin, og hann heldur fyri, at suðuroyarleiðin í løtuni er skotin mong ár aftur í tíðina.
- Samstundis, sum meginøkið er knýtt saman við góðum ferðasambandi eftir vegnum, gjøgnum tunlar og undirsjóvartunlar, versnar tænastan á suðuroyarleiðini, tí Smyril er útslitin og stendur fyri stórum dagføringum, um hann skal sigla í nøkur ár aftrat.
Borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu sigur seg væl skilja sjónarmiðini hjá Sámali Matras Kristiansen um, at suðuroyingar verða noyddir at endurhugsa Suðuroynna sum eina eind.
- Skal man hava nakran livandi kjans at fáa eina positiva effekt av Suðuroyartunlinum, so er fyrsta treytin kommunusamanlegging, sigur samfelagsfrøðingurin.
Kristin Michelsen sigur, at ein Suðuroyartunnil snøgt sagt er ein spurningur um lív ella deyð fyri Suðuroynna, og hann heitir staðiliga á tey fólkavaldu um at halda kósina við fasta sambandinum, sum stungið er út í kortið.
##med2##
Lesið VikuskiftisSosialin, sum kom fríggjadagin og sum fæst til keyps í blaðsølunum.
Lesið eisini -
- Hetta er søtur tónleikur í okkara oyrum - https://www.in.fo/news-detail/hetta-er-soetur-tonleikur-i-okkara-oyrum