er farin at venja aftur og verður kanska við í morgin. Í landskappingini í fjør millum hesi bæði liðini vann VB 3-0 í Vági og 4-1 í Runavík. Gøtumenn royna at gloyma NSÍ-dystin Gøtumenn fara út á Svangaskarð [...] hann fyriuttan, so væntandi verður hann eisini við í morgin. Annars er Sigfríður Clementsen farin undir venjingina aftur, men tað restar framvegis nógv í hjá honum, áðrenn hann er komin í somu dystarvenjing [...] seinasta vikuskifti, tá HB vann 5-1, upp á bonkin í 1. deild. Annars er Bárður Mortensen eisini farin undir at venja aftur. Sumba og ÍF fyri fyrstu ferð Fimti og seinasti dysturin í 1. deild hetta vikuskiftið
sigur á Krossinum í Sumba sunnudagin, men so varð ikki. ÍF stórar møguleikar í fyrra hálvleiki Bæði liðini høvdu góðar málmøguleikar í fyrra hálvleiki. Einar fimm reisur vóru fuglfirðingar leysir við málverjanum [...] vøllin. Hann sigur, at teir allir sum ein, við undantaki av Erling Joensen í málinum, spældu væl undir miðal. Sumbingar harafturímóti høvdu spæligleðina og vóru nógv naskari á vøllinum. Teir vildu vinna
báðir niðurflytararnir úr 1. deild síðsta heyst, B71 og FS Vágar, sum hittust á Sandi leygardagin. Liðini høvdu dystast á Sandi eina ferð fyrr í ár. Tað var í innleiðandi umfarinum í steypakappingini, og [...] teir hildu seg vera væl betri fyri, enn mótstøðumenninir vóru ta ferðina. Sandoyingar vandu nógv upp undir steypakappingina, men tá teir klossaðu plássið í bólkaspælinum burtur, so minkaði intensiteturin í [...] vegin. Bæði hjá FS Vágum og B71 er nógv nýtt fólk. Nógvir av teimum, sum hava verið við hesi árini, liðini hava stríðst fyri at yvirliva í fremstu røð, eru burtur, og nógv av fólkinum á báðum liðunum eru
álvara komið gongd, kvinnurnar eru farnar undir sína landskapping, og fyrsti landsdysturin ? móti Estlandi hósdagin 4. juni ? liggur hinumegin hornið. Flestu liðini hava longu vant í fleiri mánaðir, og s [...] fíggjarliga, gerast veikari. Hetta sæst best aftur í, at teir góðu spælararnir fara til tey góðu liðini. Við øðrum orðum gerast tey ríku ríkari og tey fátæku fátækari. Fýra lið Seinastu tvey-trý árini [...] toppin í føroyskum fótbólti: GÍ, HB, B36 og KÍ. Og áðrenn landskappingin í ár byrjaði, vórðu hesi fýra liðini eisini mett sum tey, ið fóru at stríðast um FM-heitið í 1998. Og ábendingarnar eru eisini longu har
Toppuppgerð millum tey bæði einastu liðini, sum høvdu fult stigatal eftir tey bæði fyrstu umførini. Tað var útgangsstøðan, tá HB við stórum fylgi kom til Runavíkar. Og tað var bæði lívligt og vónríkt, [...] bólturin, eftir at hann hevði stiklað eina ferð, í tvørtræið og aftur í ryggin á málverjanum og upp undir nettakið. Fagnaður á HB fólkunum, og heimafólkið stóð sum Kánus. Og bara tíggju minuttir seinni var [...] var avgjørdur. Tað tóktist sum NSÍ royndi at trúgva uppá møguleikan, tá Ingi Rasmussen varð sendur undir brúsu, men í staðin fyri at heimaliðið kom afturíaftur, so økti HB tvær ferðir fram móti dystarenda
leikbannaður Í Sumba verður lokaluppgerð millum Sumba og TB. Sumbingar vunnu fyrr í ár 4-3 á TB, tá liðini hittust á Krossinum í steypakappingini. Eyðbjørn Thomsen verður ikki við fyrr enn aftan á summarsteðgin [...] so hvørki av liðunum kann brúka tað sum umbering, skuldi tað ikki gingið í morgin. Helgi kanska undir knívin Í Klaksvík hittast KÍ og NSÍ í týðandi dysti fyri triðju ferð í ár. Hetta eru tvey av fremstu [...] klárur aftur, men tað vísir seg at vera eitt sindur trupult kortini. Kanska skal NSÍ-arin leggjast undir skurð, men enn vita teir einki við vissu. Skulu hyggja inn í knæið B36 hevur spælt fleiri góðar dystir
1999/2000. Mest kollveltandi broytingin ? og tað er av sonnum ein kollveltandi broyting ? er, at liðini nú, um tey vilja, kunnu stilla upp við einum sonevndum »libero« millum teir seks, sum byrja á vøllinum [...] teir soleiðis, sum forsetin í altjóða flogbóltssambandinum FIVB, Dr. Ruben Acosta, bar teir fram undir lutakastinum til heimsmeistarakappingina 20. apríl: Libero-spælarin Hvørt lið hevur møguleika fyri [...] vera ein spælstøða millum út- og innskifting av liberospælarum. F) Ein skaddur liberospælari kann undir einum dysti skiftast út við einhvønn annan skrásettan spælara, sum stendur á dómaraseðilinum. G) Spælarin
sindur meira spenningur í. KÍ kemur á vitjan, og dystirnir millum hesi bæði liðini eru altíð torførir at spáa um. Bæði liðini hava upp gjøgnum tíðirnar vunnið stórsigur á hinum, men aðrir dystir hava verið [...] B36 ikki hevur víst tað sama higartil í ár, sum liðið fyrr hevur víst. Álopið hjá gøtumonnum svíður undir, at Søren Skov Jørgensen ikki er 100 prosent, og fleiri nýggir ungir mans eru í ferð við at verða
Eina løtu seinnapartin sunnudagin sá tað út til, at munurin millum tey bæði fremstu liðini í 1. deild skuldi tódna til eitt stig. HB var aftanfyri 1-0 á Vágseiði, og KÍ var á odda 1-0 í Gøtu. Men í síðsta [...] sóu vit hetta fleiri ferðir hjá B36, og so kunnu vit leggja í tað, hvat vit vilja, at HB, sum lá undir móti VB, megnaði at tiltuska sær eitt stig, samstundis sum KÍ, ið leingi var omaná bæði í spæli á
spælt væl í heimligu kappingunum. Og so var tað sjálvandi spenningurin, sum altíð er, tá farið verður undir eitt nýtt landsliðsskeið. Onkur segði til stuttleikar, at um Føroyar vunnu í Estlandi, vóru vit nummar [...] roynt seg við høvdinum, men uttan at raka málið. Jan Allan offraður Dysturin gekk sína gongd, og liðini skiftust um at hava bóltin, men hvørgin av pørtunum fekk nakað veruliga skipað spæl í gongd. Jan [...] nevndir, men eisini menn sum Jens Kristian Hansen (sum hóast alt var smáskaddur) og Øssur Hansen spældu undir vanligum støði. Uni Arge varð settur inn, tá tíggju minuttir vóru eftir, men tíggju minuttir er einki