Finalistarnir skulu finnast í dag

Fótbóltur: Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið skulu spælast í dag

Í dag skulu seinnu hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið spælast, og meðan spenningur framvegis er í aðrari av dupultuppgerðunum, er avgerðin mestsum fallin í hinari.

Í Gundadali tørna havnarfeløgini HB og B36 saman í týðandi dysti fyri triðju ferð í ár. Og higartil hevur HB ligið omaná báðu ferðirnar. Í fyrsta umfari av landskappingini vann eldra havnarfelagið 1-0, og í fyrru hálvfinaluni fyri eini góðari viku síðani varð úrslitið 4-1 til HB. Tað gevur sterkar ábendingar um, at HB verður annað liðið í finaluni tann 17. juni, eisini tí at HB í løtuni hevur eitt sera gott lið, meðan B36 higartil í ár hevur havt trupult við at røkka somu hæddum, sum liðið var á í fjør.

Hin hálvfinalan verður í Gøtu, og her er eitt sindur meira spenningur í. KÍ kemur á vitjan, og dystirnir millum hesi bæði liðini eru altíð torførir at spáa um. Bæði liðini hava upp gjøgnum tíðirnar vunnið stórsigur á hinum, men aðrir dystir hava verið sannir gysarir ? hvør minnist ikki landskappingardystin í Klaksvík í 1996, sum KÍ vann 1-0.

Kortini má sigast, at GÍ eins og B36 ikki hevur víst tað sama higartil í ár, sum liðið fyrr hevur víst. Álopið hjá gøtumonnum svíður undir, at Søren Skov Jørgensen ikki er 100 prosent, og fleiri nýggir ungir mans eru í ferð við at verða spældir inn á liðið.

KÍ tykist hinvegin at vera sera væl fyri í løtuni, og í landskappingini eru klaksvíkingar í dag einasta veruliga hóttan móti HB. KÍ vann fyrra dystin í Klaksvík 2-1, so hjá teimum er javnleikur nóg mikið til at tryggja sær sess í finaluni ? og har hevur KÍ ikki verið síðani 1994, tá teir í einum minniligum dysti vunnu á B71.