Eftir kommunuvalið 12. november 2024, gjørdist greitt, at valnevndarformaðurin tey seinastu tvey valskeiðini, Jean Dimon, gavst í valnevndini. Jean minnist ikki júst nær hann byrjaði í valnevndini, men fyrstu [...] JOHAN JOENSEN VIÐ FRÁ 1976 – 2016 Áðrenn Jean tók við, var tað Johan Joensen, ið sat sum valnevndarformaður. Johan sigur, at hann byrjaði sum hjálparfólk og tiltakslimur í 1976, tá Havgrímur Hammer, sáli [...] upp, stubbin funnin og burturbeindur. Stubbin náddi ikki at festa í nakað, annars hevði verið galið og valið hevði gingið um. Johan heldur eisini, at fyrr var tað meira hátíðarligt tá val var og fólk komu
tá! Sum barn minnist eg, hvussu nógv ullin hevði at týða. Mestu klæðini vórðu virkað úr ull, men var ikki nóg nógv til av ull, so sat tú kaldur! Nógv minnast enn, hvussu týðandi tað var at "leita eftir [...] liviligt? Har var jørð at velta epli í, har hoyrdu torvheiðar til! Fólk skuldu vera mett, heit og klædd! Minnist ikki sjálvur, men mær er sagt, at tey ognarleysu høvdu sum seinasta útveg, at fara á rættina, tá [...] tá hini fóru heim, at heinta "rættull"! Rættull lá eftir, tá rakstur var liðugur. Ullarlagdar niðurtraðkaðir í seyðalorti! Men um tú vildi og kundi reinsa hesar, so var ullin eins góð! Men bert tey ognarleysu
stórarbeiði í sjálvum sær. Tað snúði seg ikki um at liva, men at yvirliva. Eitt stríggið lív við nógvum fólki at taka sær av, og lítið av tíð til teg sjálva. Minnist, at eg var ikki sørt øvundsjúk, tá tú greiddi [...] so minnist tú altíð til at spyrja um, hvussu lítlibeiggin man hava tað. Og tú ert veruliga áhugað í at frætta. Tú hevur ikki altíð sjálv havt tað lætt, men hevur so mangan sagt, at tað hjálpir at tosa [...] greið um, at skúlaleysa tíðin als ikki hevur verið tað bera spæl hjá tykkum, men at tit vóru noydd at taka tykkara stóra part av gerandisstríðnum. Hóast bóndadóttir á Trøllanesi, vildi tú út at læra og síggja
eg útav, at eg var orðblindur, fortelur hann í nýggjum stuttfilmi, sum suðurafrikanska filmsliðið Green Renaissance hevur gjørt um hann. - Eg minnist, at ein av lærarunum segði við mammu mína, at "hann má [...] barnagarðinum sat hann sum negldur í stólinum og teknaði, og sama vanan tók hann við sær, tá hann byrjaði í fólkaskúlanum. Í skúlanum tímdi hann hvørki at lesa ella rokna, og í staðin fyri at fylgja við í [...] í tímanum, sat hann og teknaði í lesi- og roknibøkurnar fyri so at viska tekningarnar út aftur, tá tímin var liðugur. - Eg var ein stillur drongur í skúlanum. Eg dugdi ikki at lesa. Tey hava kanska hildi
Stórhamar Eg má siga, at tað er nógv vatn runnið í ánna síðan eg sat úti á loftinum á El-deildini á Tekniska Skúla fyrst í 1993. Hevði valt at læra handverk og fara í læru eftir at verða troyttur av at ganga í [...] orkuna skilagott, umframt at taka meiri atlit til nattúruna. Men haldi ikki Bjarni nýtist Auken ella at leita við luppi fyri at vita, hvat hann kann gera fyri at spara orku. Haldi at Bjarni kundi byrja við [...] trigeometriina. Minnist komin suðuraftur henda fríggjadag, at eg segði mammuni frá um hendan fantastiska læraran og royndi at forklára henni, hvat eg hevði lært! Nú 12 ár seinri má sigast, at eg ikki eri líka
stákast til konfirmatión í løtuni, og tá fara vit aftur at hugsa at tú manglar. Tað noyðast vit at venja okkum við, men eingin segði at tað fór at verða lætt. Muss og klemm Mari og Judith [...] hevði tímað tað? Guð viti hvat abbi segði til tað, tað hava vit aldrin fingið at vita. Tú vart altíð so serlig, fólk siga at tú vart tann fyrsta kvinnan í Hósvík ið gekk í buksum...slóðbrótandi má sigast [...] líkamikið, tú vart tú og tí vóru vit so góð við teg. Fyri at venda aftur til abba'sa føðingardag, so fert tú at mangla. Tú vart altíð tann fyrsta at savna familjuna. Hvussu ofta hava vit ikki verið til f
tjúgu ár, eg fjúrtan. Eg minnist, hvussu róliga og stillisliga tú bar mær boðini um, at pápin var deyður. Tá var ongin sosialhjálp at heinta, so tá var eitt at gera og tað var at fara til verka, Eplini blivu [...] Ja, góði bróðir, stuttligari hevði verið at sett seg at práta saman, enn at seta seg at minnast teg. Sum prestur segði í gravtaluni, so høvdu vit eitt sera trygt og gott heim. Av seks systkjum eru vit [...] inum, kundi tú gleðast og siga, at í dag orkaði eg nokkso væl at syngja. Ein dagin, vit sótu og prátu saman um alt sum okkum hevði verið fyri, kundi eg ikki lat avera við at spyrja: Hoyr Gullbrand, munnu
– heilt uttan ávaring – fekk eg bara at vita, at 'du er fyret', minnist hon. Tá ið Irdi spurdi eftir uppsagnargrundarlagnum, fekk hon einki at vita, og fór sjálv at hugsa um hvat tað mundi vera. - Ein [...] Starvsmannafelagið at hyggja at skjalinum, áðrenn hon undirskrivaði, broyttist tónalagið tó. - Tá tók hann ein stóran faldara fram, klappaði á hann, og segði seg hava nokk av orsøkum at siga meg upp. Men hóast [...] málinum, vóni eg, at samráðingarnar verða betri fyri starvsfólkini, umframt, at tey kunnu kenna seg trygg við samráðingarborðið, sigur Irdi Fríðheim Mortensen at enda. Vit hava roynt at fingið viðmerkingar
álvara og gaman. Tú vart so løtt í sinni og elskaði at spæla býtt, so tú fekst okkum øll at flenna í tárum at tær. Eg minnist tá eg fortaldi tær, at vit skuldu taka ring uppá. Tú var skjót og spurdi, um [...] báðar, og vóru vit sera knýttar at hvørji aðrari. Tú vart bara 18 ár, tá tú flutti út til Jákup at búgva; hann var sjómaður og ofta vóru túrarnir langir. Eg minnist at tú spurdi mammu, um tú kundi hava [...] kortini ongin væntað. Tú segði so mangar ferðir við meg, at tú vildi ynskt at man kundi ringt til Himmals og bara hoyrt mammu siga “Hey”. Eg má siga tað sama sum tú, hevði eg bara kunna hoyrt tykkum sagt
fullkomin. Tó kundi hann hugsað sær, at vágafólk brúktu Kunninarstovuna í fullan mun. Eitt nú við at siga Kunningarstovuni frá tiltøkum, sum verða í oynni, soleiðis, at hon kann boða frá hesum í lýsingum [...] sigur hann. Umstøðunar vóru ikki nakað soleiðis at skriva um, minnist Niels Olgar Joensen. Eingin fyrisiting var. Tað var ikki hugsandi um. Nevndin, sum sat, mátti taka sær av tí, sum gerast skuldi. Og tað [...] Ferðavinnan í Vágum hevur 10 ár á baki sum skipað felag. Broytingarnar eru so stórar, at tað ber ikki til at samanbera viðurskiftini tá og nú yvirhøvur, sigur Niels Olgar Joensen, formaður í Felagnum Vágar