Video: - Tað er ikki so týdningarmikið at hava spildurnýggjan bil

- Vit eru ongantíð nøgd. Vit vilja bara hava meir og meir, sigur listamðaurin Janus á Húsagarði millum annað í nýggjum stuttfilmi

Janus á Húsagarði telist í dag millum fremstu føroysku listafólkini, og hann er kendur fyri sínar originalu, litríku og stuttligu tekningar av øllum tí, sum er livandi og rørir seg í náttúruni.

Blýanturin hevur verið í Janusa hond so leingi, hann kann minnast. Longu í barnagarðinum sat hann sum negldur í stólinum og teknaði, og sama vanan tók hann við sær, tá hann byrjaði í fólkaskúlanum. Í skúlanum tímdi hann hvørki at lesa ella rokna, og í staðin fyri at fylgja við í tímanum, sat hann og teknaði í lesi- og roknibøkurnar fyri so at viska tekningarnar út aftur, tá tímin var liðugur.

- Eg var ein stillur drongur í skúlanum. Eg dugdi ikki at lesa. Tey hava kanska hildi meg verið býttan ella okkurt. Tá eg bleiv 35 fann eg útav, at eg var orðblindur, fortelur hann í nýggjum stuttfilmi, sum suðurafrikanska filmsliðið Green Renaissance hevur gjørt um hann. 

- Eg minnist, at ein av lærarunum segði við mammu mína, at "hann má bara blíva listamaður, tí hann dugir ikki at lesa", sigur Janus á Húsagarði í samrøðuni.

Tú kanst síggja allan filmin við samrøðu við Janus á Húsagarði her:

##med2##

Eisini hugleiðir hann um týdningin av lívinum:

- Fólk í dag hava ov nógv um at vera og hugsa ov nógv um at tjena pengar og gera tað, sum tey halda er tað góða lívið. Vit eru ongantíð nøgd. Vit vilja bara hava meir og meir, og sjálvt um vit ikki kunnu fáa tað betri, so vilja vit enn hava meira. Onkuntíð er mann betur fyri við at hava minni. Tað er ikki so týdningarmikið at hava ein spildurnýggjan bil. Hann ger tað glaðan, beint tá tú keypir hann, og so leggur tú ikki merki til hann meira.

Sosialurin gjørdi eina samrøðu við Janus á Húsagarði fyrr í ár, og ta greinina kanst tú lesa HER.