Í russiska uttanríkisráðnum hava tey nú reagerað í samband við nýggju revsitiltøkini, sum ávikavist ES og USA fara at seta í verk móti Russlandi.
Men, í russiska uttanríkisráðnum er ikki líkt til, at her er nøkur stórvegis stúran.
Tíðindastovan AFP sigur, at afturmeldingarnar úr russiska uttanríkisráðnum eru, at revsitiltøkini ikki rína við í Russlandi.
Sambært Reuters, sum endurgevur russiskar myndugleikar, fara nýggju revsitiltøkini at raka ES harðari enn Russland.
Í mongun samtykti ES á toppfundi í Brússel sín 19. revsipakka móti Russlandi, og USA fer eisini at boða frá nýggjum tiltøkum.
Endamálið við nýggjum revsitiltøkum aftrat teimum verandi er at trýsta Russland til samráðingarborðið, soleiðis at kríggið í Ukraina heldur uppat.