Til ommu á hundrað ára degnum

Góða omma.

Hundrað ár. Tað er so leingi, at eg dugi ikki at skilja tað. Ein heil øld. Og ein sera kollveltandi øld, har framstig og nýggjar uppfinningar hava floymt inn yvir heimin alla tíðina.
Eg minnist, tá eg var yngri, og hevði fingið til heimauppgávu at spyrja foreldur og ommur og abbar, hvør størsta kollveltingin í teirra lívi var. Í dag minnist eg bara eitt svar, og tað er títt. Tú svaraði: tá elektrisitetið kom.
Eg havi ótrúliga ilt við at ímynda mær heimin uttan elektrisitet. Og eg veit, at tað eru mong við mær. Vit sóu jú rokið á ólavsøku. Tá legðist alt landið lamið, tí eingin streymur var í nakrar tímar.
Og nú dugi eg eisini at síggja alt stríðið, tú hevur havt sum bóndadóttir á Trøllanesi áðrenn hesa vælsignaðu uppfinning.
Mestsum allur dagurin man vera farin við at arbeiða fyri føðina, bókstaviliga talað. At fleyga, taka egg, røkta seyð og neyt og fiska. Og ikki at tosa um alt upptakið, tá fongurin var komin í hús. Alt við hond og við vatni úr mataránni. Fyri at hita vatnið mátti torv til, og at skera og turka torvið var jú eisini eisini stórarbeiði í sjálvum sær. Tað snúði seg ikki um at liva, men at yvirliva.
Eitt stríggið lív við nógvum fólki at taka sær av, og lítið av tíð til teg sjálva.
Minnist, at eg var ikki sørt øvundsjúk, tá tú greiddi frá um tína skúlagongd. Lærarin, sum hevði alla oynna, var bert í bygdini fjórðu hvørja viku. Hetta var, áðrenn nakar tunnil yvirhøvur hevði verið uppá tal, og tí var skúlagongdin eisini treytað av veðrinum. Um Skorin ikki var gangandi, varð undirvísingin av ongum ta vikuna, og tit máttu bíða tríggjar vikur afturat, inntil tykkara tørn aftur kom.
Í dag eri eg greið um, at skúlaleysa tíðin als ikki hevur verið tað bera spæl hjá tykkum, men at tit vóru noydd at taka tykkara stóra part av gerandisstríðnum.
Hóast bóndadóttir á Trøllanesi, vildi tú út at læra og síggja stóru verð, og helt leiðina til Kongens Kjøbinhavn. Øllum longdist at frætta, og tú kundi greiða teimum herheima frá, hvussu verðin sá út.
Ì dag verður Keypmannahavn nærum ikki roknað við í stóru verð, tí hvørt mansbarn í Føroyum man hava verið har. Bert 2 tímar við flúgvara, so er ferðin liðug.
Tá tú vart fødd, var patent framvegis ikki tikið uppá fyrsta flogfarið.


Omma og Buffalo Bill
Tey siga, at om hundrede år er alting glemt. Fyri ein stóran part er tað eisini so. Men av og á eru nøkur fólk, ið liva so leingi, at tað, ið vit onnur bert kenna úr søgubókunum, kunnu tey greiða frá av egnum royndum. Og tú ert so sanniliga ein teirra, ið dugir at greiða frá.
100 ár. Tað er setir alt í perspektiv, tá vit hugsa um, at søguligir persónar, ið nú næstan verða mettir at vera skrønir, tí tað er so langt síðani, at teir hava livað, í veruleikanum hava verið uppi á døgum í tíni tíð.
Tá tú vart fødd var kovboy og indianarar ikki eitt spæl, men ein kaldur og barbariskur veruleiki. Tú hevur livað samstundis sum Buffalo Bill, ið var ein tann kendasti kovboyarin, og Geronimo, ið telist millum kendastu indianarahøvdingar.
Tú vart fødd, áðrenn boarakríggið í Afrika enn var hæsað av.
Tú ert javngomul við seinasta keisaran í Kina, sum í fleiri ár varð fjaldur í forbodna býnum í Peking, áðrenn hann varð noyddur úr landinum.
Tá tú vart seks ára gomul, og stóra fólkaflytingin undan neyðini í Evropa til lovaða landið Amerika var uppá sítt hægsta, rendi Titanic á eitt ísfjall og sakk.
Tú hevur livað samstundis sum Florence Nightengale, Leo Tolstoy, Jack the Ripper, Mao, Edvard Grieg og Claude Monét.
Tá tú vart fødd, var Norðpólurin eitt stað, har fólk bert droymdu um at sleppa. Eingin hevði tá verið har.
Tú hevur livað, áðrenn Tom og Jerry undirhildu børnum. Áðrenn til bar at senda luftpost millum lond. Áðrenn snarlásið avloysti knapparnar. Áðrenn samlibandið.
Tá tú vart ung, var ferðin til Havnar tung og tók ofta fleiri dagar. Nú kemur tú sitandi í bili allan vegin av Trøllanesi til Havnar.
Tá tú vart fødd, kendi eingin til neyðkallið SOS.
Tá tú vart fødd, var metur-skipanin framvegis ikki tikin í nýtslu í norðanlondum. Tá varð bert roknað í favnum, fótum og tummum.

Góða omma.
Hóast tú nú ert vorðin eina øld, og tú viðhvørt blandar ættarlið saman, so minnist tú okkum øll, tá vit siga hvørji vit eru. Og tá tú blandar, dugir tú so deiliga væl at flenna at tær sjálvari.
Tey veiku hava altíð staðið tær nær og gera tað framvegis. Tað merki eg nú, tí hóast tú av og á blandar mongu eftirkomararnar saman, so minnist tú altíð til at spyrja um, hvussu lítlibeiggin man hava tað. Og tú ert veruliga áhugað í at frætta. Tú hevur ikki altíð sjálv havt tað lætt, men hevur so mangan sagt, at tað hjálpir at tosa við Várharra.
Góða omma, tú ert eitt satt konubrot.

Hjartaliga tillukku,

Eydna