- Fleiri dømi um starvsfólk koyrd upp á standandi fót

Eftir fimm ár, koyrdi Atlantic eisini Irdi í 2016, uttan at geva henni eina ítøkiliga uppsagnargrund.

Nú málið við uppsøgdu næstforkvinnuni og forkvinnuni fyri Súluna verður víst á sum óvanligt frá síðuni hjá Atlantsflogi, hava onnur starvsfólk valt at traðka fram. Sambært Jóhonnu á Bergi, kann ein telja uppsagnirnar í Atlantsflogi á einari hond gjøgnum seinastu 10 árini.

- Tað havi eg ilt við at trúgva. Bara úr leysum lofti komi eg í tankar um sjey uppsagnir seinastu trý árini, sigur Irdi Fríðheim Mortensen.

Irdi starvaðist sum flogterna hjá Atlantsflogi í fimm ár við basa í Keypmannahavn. Hon minnist gott aftur á fyrstu árini hjá felagnum, men so varð hon brádliga uppsøgd frá degi til annan.

- Tann seytjanda mars 2016 var eg kabinuleiðari ávegis Føroyar. Vit vóru ikki meiri enn lend, so kemur okkara yvirflogterna rennandi umborð, og kallar meg inn til ein álvarsaman fund. Harfrá – heilt uttan ávaring – fekk eg bara at vita, at 'du er fyret', minnist hon.

Tá ið Irdi spurdi eftir uppsagnargrundarlagnum, fekk hon einki at vita, og fór sjálv at hugsa um hvat tað mundi vera.

- Ein starvsfelagi og eg høvdu onkra innanhýsis ósemju síðsta árið, men loystu vit saman við konfliktmeklara, og arbeiddu fínt saman eftir tað. Eg spurdi hvørt tann konfliktin lá til grundar fyri uppsøgnini, men tað vissaðu tey meg um, at hon ikki gjørdi. So eg skilti einki, sigur Irdi.

Margháttliga, var hon enntá vissað um, at hon gjørdi eitt gott arbeiði, men somuleiðis biðin um at undirskriva eitt uppsagnarskjal. Tá ið hon segði seg vilja hava Starvsmannafelagið at hyggja at skjalinum, áðrenn hon undirskrivaði, broyttist tónalagið tó.

- Tá tók hann ein stóran faldara fram, klappaði á hann, og segði seg hava nokk av orsøkum at siga meg upp. Men hóast eg spurdi hvørji dømi hann hevði, vildi hann einki ítøkiligt siga, sigur Irdi.

 

Fleiri dømi um koyrdar starvsfelagar

Irdi setti seg síðani aftur í flogfarið ávegis Keypmannahavn – har hon skuldi verið kabinuleiðari, men nú sat sum ferðafólk.

- Flogternurnar, flogskiparin og eg sjálv vóru heilt skelkað. Vit hava tosað um tað síðani, og iðra okkum um, at vit ikki 'groundaðu' flogfari, inntil málið varð ordiliga tikið upp av Starvsmannafelagnum. Eg kendi meg fullkomiliga einsamalla og uttan sterkan fakfelagsstuðul, sigur hon.

Av tí sama hevur Irdi valt at traðka fram, nú tvær flogternur fingu somu lagnu í farnu viku.

- Tær eru vinkonur hjá mær, og eg haldi tað vera óhoyrt, at tær eisini skulu ígjøgnum hetta. Eg sakni, at starvsfólkini hjá Atlantsflogi fáa betri uppbakning, so tey standa sterkari yvir leiðsluni, sigur hon.

Sambært henni tykist tað, sum um Atlantsflog ger alt í síni megi fyri at sýta sínum starvsfólkum sterkan samráðingarrætt.

- Vit hava nú sæð fleiri dømi um, at starvsfelagar eru koyrdir, uttan at leiðslan kemur við ítøkiligum grundgevingum fyri hví. Tað er ikki í lagi, sigur hon.

- Nú FPU er við í málinum, vóni eg, at samráðingarnar verða betri fyri starvsfólkini, umframt, at tey kunnu kenna seg trygg við samráðingarborðið, sigur Irdi Fríðheim Mortensen at enda.

Vit hava roynt at fingið viðmerkingar frá stjóranum í Atlantic Airways, Jóhonnu á Bergi, til málið, men tað hevur ikki eydnast okkum.