Upplagt at skriva til tín í dag, tad er 8.mars, kvinnudagur og abba'sa føðingardagur. Tú vart okkara sterka kvinna.
Í bindiklubbanum herfyri prátaðu vit um hinaferð tú skipaði fyri bingo fyri børnunum í Hósvík. Tað var heilt ótrúliga stuttligt, hvør annar uttan tú hevði tímað tað? Guð viti hvat abbi segði til tað, tað hava vit aldrin fingið at vita. Tú vart altíð so serlig, fólk siga at tú vart tann fyrsta kvinnan í Hósvík ið gekk í buksum...slóðbrótandi má sigast, nú ganga allar í buksum!! Tey hava sikkurt hildið teg verið eitt sindur stolta, kom direkta úr "Kongens København". Men líkamikið, tú vart tú og tí vóru vit so góð við teg.
Fyri at venda aftur til abba'sa føðingardag, so fert tú at mangla. Tú vart altíð tann fyrsta at savna familjuna. Hvussu ofta hava vit ikki verið til føðingardagar, brúdleypsdagar og nýggjársaftan hjá tykkum. Tað var altíð so festligt. Onkur av svigerommubørnunum sigur at hann aldrin fer at gloyma ein føðingardag hjá tær, haldi tú fylti 77 ella 78, í øllum førum var hann sera bilsin at fáa burgara og vodkasnaps!! hehe typiskt tú. Einki hóvasták, eingir formalitetir, einki tvætl. Og øll vóru altíð vælkomin. Tú helt altíð fast í tí danska allíkavæl, sild og ostaborð við "Gamle Ole".
Matur og tú hoyrir líkasum saman. "Amagermad" við putursukri ella livradeiggji, pannukøkur (dagin eftir serveraðar kaldar vid smøri og sukri), "højt belagt" smyrjibreyð var hvønndagskostur, rísklattar og deiliga tjúkka brúna sós. Ørminnist at hava etið onkran grísahala, tað setti eg ikki spurnartekin við, men nú eg hugsi aftur, er tað nokk ikki so vanligt í Føroyum.
Heldur ikki gingu mangir havnarmenn svangir, tá tú arbeiddi í Krásadeildini!! Onkuntíð luktaði tú so gott av frikadellu tá tú komst heim:-)
Ein av døgunum ætli eg mær upp á loft at vita um eg ikki finni mær einar hosur, har man vera eitt heilt lagur har uppi. Tú sat aldrin still, vit eiga øll - og hava altíð átt - nógvar skóleistar og hosur. Tá tú sat við beinunum uppi, so gingu hendurnar kykar. Um tú ikki bant, so vóru altíð nøkur krossorð at loysa ella ein góð krimi. Tað hava vit eisini "fingið" frá tær. Minnist tá tú plagdi at fara í Bókabussin tann tíð tað var. Og tey seinastu árini vart tú fastur gestur á Býarbókasavninum.
Eisini á Mallorca hevur tú slitið nakrar sandalir, lagt nógvar hundrað krónur og fingið manga rukkuna. Abbi tímdi ikki við, so fylgdist tú bara við vinkonunum og onkrum væluppdrignum ommubarni. Ja, tú dugdi væl at skilja okkara ymiska tørv. Minnist tú allar løturnar hjá mostur Olgu, í Tivoli og hina ferðina í Øster Hurup? Genialt at bjóða øllum í Gullbrúdleyp í Danlandi í 14 dagar. Tað vísir aftur hvussu heilt ótrúliga deilig tú var. Nú vit tosa um brúdleypsdagar so heldur tað elsta langommubarnið at hann ongantíð hevur smakkað betri døgurða enn perluhønuna vit fingu á Hafnia á diamantbrúdleypsdegnum. Eg haldi sjálv, at brellbitin í Mickey Mouse eingangskoppinum setti prikkin yvir i'ið. Ein onnur festlig løta var á Hotel Eiði á 80 ára degnum. Alt steðgaði upp eina løtu tá vit komu inn í tínum gomlu kjólum og gingu mótasýning. Tú vart altíð so smart, so har var nógv at vísa fram.
Annars so er hent eitt sindur síðan tú fór. Ib doyði í vikuni, hann man sikkurt verða har onkrastaðni, tit plagdu at duga at hugna tykkum.
Langommubarn nr. 14 sá dagsins ljós 19.februar og nr. 13 varð doypt í øllum góðum. Tá saknaðu vit teg eisini.
Vit stákast til konfirmatión í løtuni, og tá fara vit aftur at hugsa at tú manglar. Tað noyðast vit at venja okkum við, men eingin segði at tað fór at verða lætt.
Muss og klemm
Mari og Judith