Orkupolitikkur vinnumálaráðharrans

Kristian Holm Stórhamar

Eg má siga, at tað er nógv vatn runnið í ánna síðan eg sat úti á loftinum á El-deildini á Tekniska Skúla fyrst í 1993. Hevði valt at læra handverk og fara í læru eftir at verða troyttur av at ganga í skúla. Eftir at leiðin varð gingin til Havnar har nýggjur kappitul í lívið mínum byrjaði, minnist eg serliga aftur á undirvísing í matematikk við Bjarna Djurholm. Minnist ein av fyrstu tímunum, har Bjarni hugtók meg við at rista úr ermuni og grifla talvuna fulla av cosinus, sinus og eindarcirklinum, alt uttan so mikið sum at skeita í bók. Hann grifflaði og greiddi frá á ein hátt, at eg fekk samanhang og skilti trigeometriina. Minnist komin suðuraftur henda fríggjadag, at eg segði mammuni frá um hendan fantastiska læraran og royndi at forklára henni, hvat eg hevði lært!
Nú 12 ár seinri má sigast, at eg ikki eri líka imponeraður av matimatikklæraranum av Tekniska Skúla. Ivist onkuntíð í, tá eg við áhuga lesi onkra viðmerking ella grein um Tekninska Skúla og umstøðurnar har, um Bjarni man hava gloymt sína fortíð og starvsfelagar í Smiðjugerði.

Nakað sum er nógv uppi í tíðini í dag er orka og orkupolitikkur! Og fyri at seta gongd á hetta kjakið, hevur Bjarni sent boð eftir Bjørn Lomborg og seinni Svend Auken. Haldi tað er skilagott, at man setur hol á hesa diskutión, og tað er uppá tíðina, at vit fara at hyggja eftir hvussu vit framleiða orku, um vit nú brúka orkuna skilagott, umframt at taka meiri atlit til nattúruna.

Men haldi ikki Bjarni nýtist Auken ella at leita við luppi fyri at vita, hvat hann kann gera fyri at spara orku. Haldi at Bjarni kundi byrja við egnum málsøki.
Sum vinnumálaráðharri varðar Bjarni av Landsverki. Ein av deildunum hjá Landsverki er asfaltverkið. Og verður tað gjørt uppi í Hundsarabotni, hvat eg haldi er høpisleyst!
Um vit hyggja eftir, hvat innihaldi er í asfalti, er tað í høvðusheitum, skervur, bikumen og sement.
Skervurin er úr Noregi ella verður framleiddur úr grótið av Skørðunum í Porkeri.
Tað vil siga, at alt ella mesta tilfarið verður silgt til Kollafjarðar antin úr suðri ella úr útlandinum. Tá hetta tilfarið er komi á kajuna í Kollafirði, verður tað koyrt til fjalls fyri at verða blandað, fyri síðani at verða koyrt omanaftur. Og í ringasta føri, verður lidna asfaltið kanska siglt aftur til Suðriar og kanska koyrt niðan aftur á Skørðina í Porkeri fyri at verða lagt á vegin har.
At koyra stórt sæð alt tilfari niðan á fjallatindarnar bert fyri at blanda tað, fyri síðan at koyra tað oman aftur, vil eg kalla "at troðsa nattúrulógirnar". Og man kann spyrja, hvar er logikkurin?
Tað er væl skiljandi, at aðrir framskygnir menn síggja møguleikar í at kappast við slíka framleiðslu!

Eg haldi, at tað er uppá tíðina, at Landsverk endurskoðar hesa prosess, og vil eg mæla til at henda framleiðsla verður flutt oman á slætt og helst lagt á eina kaj. Og hví so ikki flyta asfaltverkið til Suðriar, har einasta rávørugrundarlagi er til slíka framleiðslu. Asfaltið kann siglast norður um fjørðin, tá tað er liðugt. Á henda hátt gerst frammleiðslan munandi bíligari .Man skal eisini hugsa um, at grótið, sum verður silgt norður í dag, er ikki liðugt knúst, tað vil siga, at man siglur eisini nakað av avfalli norður um fjørð.

Tað kundi verið áhugavert at lagt asfaltframleiðsluna við síðuna av El-verkiðnum hjá SEV í Vági, og nýtt avlopsorkuna til at gjørt asfalt; so kundi man fingið tvær flugur við ein smekk!
At flyta asfaltblandingina til Vágs, vil eisini geva nøkur hart tiltrongd arbeiðspláss og vildi eisini verið í tráð við útjagarapolitikkin hjá samgonguni.


Um Bjarni fær asfaltverkið oman á slætt, verður eisini meiri rúm á fíggjarlógini fyri einari hart tiltrongdari útbygging av tekninskaskúla!
Um Lomborg og Auken verður ofta sagt, at teir hava mótsattar meiningar um orkupolitikk, men ivist ikki í, teir vildu verið sera samdir um at asfaltblandingin hjá Bjarna sum hon er í dag, ikki hevði fingið grøna stemplið.

PS. Anna dømi um at Landsverk ikki altíð arbeiðir í rættari hæddarkurvu er hovstunnilin!