Arge fekk orðið á hann, aftaná 2-1 sigurin hjá AB ímóti HB í Gundadali. Jógvan Skeel Nolsøe viðgekk, at Skála legði trýst á AB við sigrinum á B68 á Skála ígjár, men Jógvan og liðfelagarnir í AB kunnu fegnast [...] fegnast um ein týdningarmiklan sigur í dag, sum gevur AB luft niður til niðurflytingarstrikuna. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Jógvan Skeel Nolsøe segði við Trónd Arge aftaná dystin.
rógvarar í landinum munnu hava nógv sera flott avrik og nógvar sigrar at vísa aftur á, men ólavsøkuaftan leygardagin megnaði róðurskvinnan umborð á Jarnbardi, Jannie Dam Jacobsen, sum tann fyrsta í føroyskari [...] rógvari í Føroyum. Eg visti faktiskt ikki sjálv av hesum, fyrrenn eg hoyrdi tað frá einum blaðmanni eftir vestanstevnuna, sigur Jannie. Jannie var tó ikki tann einasta, sum gleddist um sigurin í ár og um [...] 50 stevnusigrum, og hetta má metast at vera eitt satt bragd. Jannie byrjaði at rógva við Jarnbardi í 1996, og líka síðani hevur hon verið fastur fúsur umborð á Jarnbardi. Hetta hevur á hesi 12 árini ført
segði, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin í gjár. Við trimum málum móti tveimum, eydnaðist tað botnliðnum at basa Fredericia, sum meginpartin av kappingarárinum í fjør luttók í uppflytingarstríðnum [...] megnaðu at halda seg omanfyri í fjør, og sum teir eftir øllum at døma eisini fara at stríðast fyri í ár. Men hóast FC Roskilde og Atli Danielsen ivaleyst fara at berjast í niðasta partinum av stigatalvuni [...] millum landsins bestu. Í løtuni røkist tó lítið fyri hesum. Nú verður betri Í mun til Viborg og HB Køge, so høvdu tey flestu ikki vænta tað stóra av FC Roskilde. Við sigrinum í gjár eru teir komnir á beint
t.d. nýtt í Tamilamálinum. Hans Trygvi Teirin kann ikki siga, um gongdin í bankamálinum og hvussu embætisfólk og politikarar í Danmark hava handfarið málið, ber dám av lógarbroti, men um orðið ?óvildugt³ [...] óvildugt³ í lógini um bankakanningina er sett til viks, so kann tað koma upp á tal at staðfesta ábyrgd. - Spurningurin er, hvar statsministeriið sum umsitir heimsstýrisógina, er í hesum máli.Tað kundi verið áhugavert [...] til skuldsetingarnar hjá Frank Jensen, at hesin ikki kann vænta, at landsstýrið, sum tann skuldsetti í málinum, skal prógva tað. - Her er greitt talan um eitt - null til Landsstýrið, sigur Hans Trygvi Teirin
Smyril skal sigla sama túratal, sum hesin ger. Kortini leggur hann afturat, at í hesum sambandi er verri enn so síðsta orðið sagt enn, tí teir komandu mánaðirnar skal støðan viðgerast. Kristian Davidsen [...] hvílitíð o.s.fr. Hinvegin verða eyka útreiðslur til olju og annað, so tað er óvist, hvussu verður. Í Sosialinum í gjár segði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, sum yvirtekur Strandferðsluna tann 5. juli, at [...] Kristian Davidsen sigur, at teir hava ongan áhuga í at liggja á nýggja Smyrli, tí hann skal er sjálvandi bygdur til at brúka. Hinvegin ivast hann í, hvussu breitt Strandferðslan skal fevna um. Hann heldur
dáturnar í hesum máli eru ikki lagdar út alment á internetið. ##med2## Rúni Rasmussen, kommunustjóri, tók eisini orðið á tíðindafundinum. Hann greiddi frá, at fleiri skipanir fóru aftur at virka í gjár, og [...] aftur. - Heilt ítøkiliga hava fleiri starvsfólk í kommununi seinastu 10 dagarnir arbeitt nærmast í døgndrift við at handfara eina røð av viðurskiftum í hesi undantaksstøðu. Allar teldur eru tryggjaðar [...] Fyrrapartin í dag skipaði Klaksvíkar kommuna fyri tíðindafundi í Varpinum um netálopið. Boðskapurin hjá borgarstjóraum var, at kommunan hevur fingið allar sínar dátur aftur. Karl Johansen, borgarstjóri
og bygdarráðsformaðurin í Nólsoy. Jógvan Thomsen, bygdarráðsformaður í Nólsoy, sigur, at áðrenn undirskrivingina, las Jan Christiansen upp høvuðssáttmálan. Annars tók eingin orðið við hetta høvi. Jógvan [...] 1. januar 2005, og borgararnir í bygdini verða borgarar í Tórshavnar kommunu. Sambært lógini um sjálvbodna samanlegging, skulu kommunurnar verða samdar um navnið, sum í hesum førinum og náttúrliga verður [...] mikukvøld varð borðreitt við døgurða fyri býráðslimunum í Havn og bygdarráðslimunum í Nólsoy. Døgurðin, sum var vælsmakkandi stoktur búffur, varð etin í móttøkuhúsunum hjá býráðnum.
Lumpur. Higartil eru 3000 singaporeanarar, sum arbeiða í Indonesia komnir heim. Kinesarar í vanda Kinesarar eru í Asia sum jødar í Europa fyrr í hesi øldini. Teir eru dugnaligir handilsmenn og tað eru [...] bíða eftir hvat fer at henda í dag. Støðan er sera spent á Java og nú frættist eisini frá spenningi aðrastaðir í Indonesia. Suharto forseti helt eina talu í parlamentinum í gjár har hann lovaði val um stutta [...] Stjórnirnar í Australia, Japan, Kina og Filippinunum tóku væl í móti røðuni hjá Suharto. Men røðan sissaði ikki indonesarar. Allan gjár vóru nógv mótmælisfólk komin saman frammanfyri tinginum í Jakarta og í dag
málið. Tey tosa millum annað um »fuck-faktor« í føroyskum filmum – um útlendsk orð í føroyskum filmum. Sakaris Stórá sigur, at vit mugu góðtaka orðið »fuck« í føroyska málinum – men vit stava tað »fokk« [...] har evnið júst varð føroyska málið í føroyskum filmum. Sakaris Stórá, filmsleikstjóri og Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundur greiða frá nýggjum filmi, sum tey eru í ferð við – og tey hugleiða eisini um [...] »fokk«, sigur hann. Sosialurin hevur eisini vitjað í varðhaldinum í Mjørkadali, sum eisini virkar sum fongsul – bæði fyri drápsmenn og neyðtøkumenn. Sosialurin hittir fanga, sum greiðir frá sínum gerandisdegi
men í síðsta setti var, sum tað skuldi vera, og tíbetur vunna vit dystin. Helga helt tó, at leikararnir hjá Drátti gjørdu tað óneyðuga spennandi í síðsta og avgerandi settinum. - Vit føra trygt í fimta [...] dystin fingu vit orðið á Helgu Nordendal hjá Drátti, sum var ein av mest eyðsýndu leikarunum á vøllinum henda dagin. Hon var ótrúliga glað fyri sigurin. - Hetta er super. Vit hava verið í finaluni fýra ferðir [...] munurin á liðunum er næstan eingin. Vit hildi tó tørn og vunnu. Hetta er tað størsta, man kann vinna í føroyskum flogólti, og karmarnir vóru heilt ótrúliga góðir, staðfesti Helga at enda.