Óvæntaður sigur í merkisverdari kapping

Atli Danielsen og FC Roskilde vunnu rættiliga óvæntað á útivølli móti FC Fredericia seinnapartin í gjár. Hetta er ársins fyrsti sigur hjá Atla og teimum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, har kappingin ikki tikið tað skap, tey flestu høvdu roknað við

- Hesum hava vit bíðað leingi eftir, var tað fyrsta Atli Danielsen segði, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin í gjár. Við trimum málum móti tveimum, eydnaðist tað botnliðnum at basa Fredericia, sum meginpartin av kappingarárinum í fjør luttók í uppflytingarstríðnum.
Trý stig merkja, at FC Roskilde meiri enn tvífaldaði samlaða stigatalið, sum undan hesum umfarinum taldi tvey stig – ein javnleikur móti Skive og annar móti AB farna vikuskiftið. Trý stig merkja eisini, at FC Roskilde dregur fram um tvey onnur lið, og leggur seg røttu megin markið. Eitt mark, teir akkurát megnaðu at halda seg omanfyri í fjør, og sum teir eftir øllum at døma eisini fara at stríðast fyri í ár.
Men hóast FC Roskilde og Atli Danielsen ivaleyst fara at berjast í niðasta partinum av stigatalvuni, so tykist tað sum um, at einki er vist og skal takast fyri givið í donsku 1. división í ár.
Jú, AGF er oddalið og tað vera tey allarfægstu, sum fara at megna at gera nakað við teir.
– Tá tað kemur til hini liðini, haldi eg øll kunnu taka stig frá hvørjum øðrum. Tað meti eg eisini, at vit fara at klára, heldur Atli Danielsen.

Óvæntað úrslit
Metingarnar byggir klaksvíkingurin á úrslitini í deildini higartil í ár. Uppflytararnir Hobro og FC Hjørring hava níggju stig hvør, har Hobro eigur tey fyri tríggjar sigrar, meðan FC Hjørring hevur vunnið tveir, spælt tríggjar javnleikir og soleiðis bara tapt ein dyst, av teimum fyrstu seks.
Sera óvæntað er tað eisini, at HB Køge, sum í fjør spældi millum landsins bestu lið, men flutti niður, einans er trýs stig frammanfyri Atla Danielsen og FC Roskilde í løtuni. Somuleiðis er tað eisini merkisvert, at eitt lið sum Viborg, sum spældi í Superliguni fyri tveimum árum síðani, ikki hevur fleiri stig enn FC Roskilde.
Viborg hevur annars markerað seg sum eitt felag við nógvum ætlanum. Ein teirra sigur, at liðið um trý ár aftur er at finna millum landsins bestu. Í løtuni røkist tó lítið fyri hesum.

Nú verður betri
Í mun til Viborg og HB Køge, so høvdu tey flestu ikki vænta tað stóra av FC Roskilde. Við sigrinum í gjár eru teir komnir á beint, men tá skal havast í huga, at teir á ongan hátt hava havt eina lætta skrá tey fyrstu umførini.
- Nei, avgjørt ikki. Vit møttu fleiri av toppliðunum, og næsti dysturin er sambært pappírinum heldur eingin løtt uppgáva, men so koma vit til nakrar dystir, har mótstøðan er lið, vit kunnu meta okkum við, greiðir Atli Danielsen frá. Sostatt er eisini líkt til, at sigrarnir verða tað fleiri.