Ótu stoktan búff eftir undirskrivingina

Mikukvøldið í síðstu viku varð høvuðssáttmálin og undirsáttmálin um samanlegging millum Tórshavnar kommunu og Nólsoyar kommunu undirskrivaður í býráðssalinum í Havn. Eftir undirskrivingina ótu bý-og bygdarráðslimirnir vælsmakkandi búff í móttøkuhølunum hjá Tórshavnar kommunu

Samanlegging

Fyrstur til undirskrivingar var undirsáttmálin, sum samráðingarnevndirnar báðar skrivaðu undir. Í samráðingarnevndini fyri Tórshavnar kommunu sótu býráðsformaðurin, Jan Christiansen og býráðslimirnir, Leivur Hansen og Heðin Mortensen. Vegna Nólsoyar kommunu sótu bygdarráðsformaðurin, Jógvan Thomsen og bygdarráðslimirnir, Jan Hansen og Leo Poulsen í samráðingarnevndini, og teir skrivaðu eisini undir undirsáttmálan.
Bert tvær undirskriftir eru undir sjálvum høvuðssáttmálanum, sum vísir til undirsáttmálan, og hesar eiga býráðsformaðurin í Havn og bygdarráðsformaðurin í Nólsoy.
Jógvan Thomsen, bygdarráðsformaður í Nólsoy, sigur, at áðrenn undirskrivingina, las Jan Christiansen upp høvuðssáttmálan. Annars tók eingin orðið við hetta høvi.

Jógvan góðkennir

Sambært grein 4 í lógini um sjálvbodna kommunusamanlegging, skal landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jógvan við Keldu, góðkenna sáttmálan um samanlegging. Jógvan var burturstaddur, tá ið undirskrivingin fór fram, og varð sáttmálin tí sendur innlendismálaráðnum til avgreiðslu.
Jógvan Thomsen sigur, at tá ið landsstýrismaðurin hevur sett sítt navn undir sáttmálan, er hann endaligur og kemur í gildi, 1. januar 2005.
- Undirskrivingin merkir, at samstarvið nú byrjar millum kommunurnar, sum um samanleggingin longu er framd. Vit hava valt eygleiðaraumboð í nevndirnar hjá Tórshavnar býráði, og tá ið bygdarráðsfundir verða í Nólsoy, verða eitt ella tvey umboð úr býráðnum við á hesum fundum, sigur bygdarráðsformaðurin.

Avtøka

Við slíkari samanlegging, verður talan sjálvsagt um eina og somu kommunu. Tað merkir, at heitið, Nólsoyar kommuna, verður avtikið frá 1. januar 2005, og borgararnir í bygdini verða borgarar í Tórshavnar kommunu.
Sambært lógini um sjálvbodna samanlegging, skulu kommunurnar verða samdar um navnið, sum í hesum førinum og náttúrliga verður Tórshavnar kommuna.
Eftir undirskrivingina seinasta mikukvøld varð borðreitt við døgurða fyri býráðslimunum í Havn og bygdarráðslimunum í Nólsoy. Døgurðin, sum var vælsmakkandi stoktur búffur, varð etin í móttøkuhúsunum hjá býráðnum.