Singapore Sosialurin: Á Sjómannskirkjuni í Singapore situr ein ungur suðurjútlendingur og lesir í bløðunum. Hann nærlesir hvat hendir í Indonesia. Hann er ljóshærdur, hárið tynnist omaná og pannan er við at gerast høg. Hann er júst komin úr Jakarta til Singapore. Tað er leygardagur og hann er skakaður av hendingunum seinasta hósdag og fríggjadag. Hann hevur føðingardag í dag, fyllir 32 ár og hann er langt heiman.
? Eg havi ongantíð verið so tætt at stríðsvognum, ið hvørja løtu vóru tilbúnir at gera tað starv, teir eru bygdir til, sigur hann mest sum við seg sjálvan, meðan køkur verða settar á borðið. Tað er ikki so lætt at fáa føðingardagshugnan inn í samrøðuna, hóast Dannebrog prýðir køkurnar.
Hann hevur minnini frá einum óhugnaligum samdøgni í Sukarno Hatto flog?havnini í Jakarta sum viðføri heim. Tey ræðsluslidnu andlitini, ið øll royndu at sleppa við teim yvirfyltu flogførunum, standa enn frísk í minninum. Hann skuldi arbeiða nakrar dagar í Jakarta og síðan halda leiðina fram til Hongkong og Kina. Nú er hann á veg norður eftir.
Changi Airport í Singapore hevur verið rættuliga yvirfylt av fólki, sum eru komin úr Indonesia. Ein sonn luftbrúgv hevur verið millum Jakarta og høvuðsstaðin í Malaysia, Kuala Lumpur og Singapore.
Danski konsulin í Singapore hevur úr at gera at ráa fólki frá at fara til Indonesia. Skeltir eru hongd upp, har danir vanliga koma í Singapore og tey ráa øllum frá at vitja Java, oyggin har Jakarta, høvuðsstaðurin liggur.
Leygardagin sat konsulin í Changi Airport og bíðaði eftir einum flogfari úr Jakarta.. Sjey dani vóru við. Hann sitir og hyggir at, meðan flogfarið lendir. Hugsar, her er okkurt galið. Hjólini nerta ikki við fyrr enn mitt á lendingarbreytini og flogfarið nær ikki at steðga, men fer av vøllinum. Tíbetur var slætt, men flogfarið koppar og brítur annan veingin. Ongin fekk likamligt mein av hendingini, men fleiri fingu skelk. Langunnar speisemi. Hóast flogóhappið ikki hevði nakað við Indonesia at gera sum so, so hendi hetta, meðan flogfarið flutti flóttafólk úr Indonesia.
Orðið flóttafólk verður ofta nýtt í samband við fátæk fólk, sum flýgga undan kríggi. Flóttafólkastreymurin úr Indonesia hevur ikki nakað við fátæk fólk at gera. Her er talan um tey meira vælbjargaðu í samfelagnum. Útlendskar fyritøkur flyta síni starvsfólk av landinum. Ríkir indonesarar, sum bera ótta fyri lívinum, vera teir verandi, leita eisini av landinum.
Nú er friðaligari
Seinastu dagarnar hevur Indonesia verið ovast á tíðindaskránni hjá BBC. Men mánamorgunin vóru landið longu flutt aftur í røðina. Tá vóru mótvalevni hjá Boris Jeltsin og friðarsamráðingarnar í Miðeystri tikin fram um. Men fyri fjølmiðlarnir í Fjareystri er Indonesia framvegis tað mest áhugaverda. Indonesia er eitt veldugt land, han búgva knappar 300 milliónir fólk, ella meira enn í øllum Europa og tað fær ómetaliga stórar avleiðingar, sm borgarakríggj brestir á.
Frælsisdagur
Dagurin í dag er frælsisdagurin hjá Indonesarum. Dagurin verður á enskum nevndur »Day og National Resurgence« og verður hildin til minnist um frælsisbardagan móti hálendingum, sum í mong hundrað ár hildu Indonesia sum hjáland. Undir hálendingum varð høvuðsstaðurin Jakarta nevndur Batavia.
Í Indonesia og í grannalondunum ganga fólk við bivandi hjarta og bíða eftir hvat fer at henda í dag. Støðan er sera spent á Java og nú frættist eisini frá spenningi aðrastaðir í Indonesia.
Suharto forseti helt eina talu í parlamentinum í gjár har hann lovaði val um stutta tíð og politiskar broytingar.
Stjórnirnar í Australia, Japan, Kina og Filippinunum tóku væl í móti røðuni hjá Suharto. Men røðan sissaði ikki indonesarar. Allan gjár vóru nógv mótmælisfólk komin saman frammanfyri tinginum í Jakarta og í dag verður roknað við stórum mótmælisgongum kring alt landið. Mótmælisfólkini krevja at Suharto, sum hevur sitið við ræðið í 32 ár, leggur frá sær. Tey verða stuðlað av máttmiklum politikkarum í Indonesia, eitt nú tingformanninum.
Luftbrúgvin við flóttafólki heldur fram úr Jakarta og til Singapore og Kuala Lumpur. Higartil eru 3000 singaporeanarar, sum arbeiða í Indonesia komnir heim.
Kinesarar í vanda
Kinesarar eru í Asia sum jødar í Europa fyrr í hesi øldini. Teir eru dugnaligir handilsmenn og tað eru teir sum sita á pengunum. Kinesarar eru tí altíð í vanda tá sosialur ófriður brestir á. Tá stóri ófriðurin var í sekstiárunum vóru kinesarar í túsundatali dripnir. Støðan er ikki ólík í dag. Fleiri mótmælisfólk hava gjørt seg inn á kinesarar og teir flýggja í hópatali úr Indonesia. Ongin hevur tal á hvussu nógvur peningur eru fluttur seinastu mánaðarnar, men teir eru nógvir og nú flýggja kinesararnir aftaná
Á oynni Bintan, sum sæst úr Singapore varð ein kinesisk kvinna, ættað úr Singapore ,og barn hennara dripið av ránsmonnum mánadagin. Teir brutu inní handilin og tá teir ikki vóru nøgdir við fongin, drupu teir kvinnuna og smábarnið.
Indonesia fer at eiga yvirskriftirnar í heimspressuni komandi dagarnar.