Ótrúligt at eg eri á lívi

– Eg síggi, tá hini doyggja. So hugsi eg, nær tað man verða mín túrur, sigur Eiler á Líknargøtu. Hann hevur eingi nýru og hjartað hevur bara 16 prosent av orkuni eftir

Tað sigur Eiler á Líknagøtu við Vikuskiftis-Sosialin. Eiler hevur verið deyðsjúkur seinastu 15 árini.

 

– Tað er hart at vera bundin av dialysu, tí vit síggja pínu og sorg hjá hvørjum øðrum, og eg síggi, tá hini doyggja. So hugsi eg, nær tað man verða mín túrur, sigur Eiler á Líknargøtu við blaðið. Hann hevur eingi nýru og hjartað hevur bara 16 prosent av orkuni eftir.

 

Sosialurin hevur eisini tikið føroysku filmsvinnuna undir luppin. Blaðið spyr, hvat skal til fyri at føroysk filmsframleiðsla skal gerast ein filmsvinna. Eisini hevur blaðið reportasju frá Móðurmálsdegnum, har evnið júst varð føroyska málið í føroyskum filmum. Sakaris Stórá, filmsleikstjóri og Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundur greiða frá nýggjum filmi, sum tey eru í ferð við – og tey hugleiða eisini um føroyska málið. Tey tosa millum annað um »fuck-faktor« í føroyskum filmum – um útlendsk orð í føroyskum filmum. Sakaris Stórá sigur, at vit mugu góðtaka orðið »fuck« í føroyska málinum – men vit stava tað »fokk«, sigur hann.

 

Sosialurin hevur eisini vitjað í varðhaldinum í Mjørkadali, sum eisini virkar sum fongsul – bæði fyri drápsmenn og neyðtøkumenn. Sosialurin hittir fanga, sum greiðir frá sínum gerandisdegi sum fangi.

 

Trýstið á pílin á myndini og hoyrið Barbaru Holm, redaktør á Vikuskiftis Sosialinum greiða frá innihaldinum. Blaðið fæst í leysasølu kring alt landið – og fast í talgildari útgávur á www.sos.fo