Óvanligt at samráðast við fólk sum fremja kriminalitet

- Men av tí, at talan er um somikið virðismikla vitan og upplýsingar, hava vit valt hesa loysnina. sigur Karl Johansen. borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Fyrrapartin í dag skipaði Klaksvíkar kommuna fyri tíðindafundi í Varpinum um netálopið. Boðskapurin hjá borgarstjóraum var, at kommunan hevur fingið allar sínar dátur aftur.

 

Karl Johansen, borgarstjóri, kunnaði á tíðindafundinum um, at síðan teldusníkar gjørdu seg inn á KT-kervið hjá kommununi hin 22. september, hevur verið dúgliga arbeitt við at fáa eitt nýtt og trygt KT-kervi at virka.

 

- Vit kunnu vátta, at ein avtala er gjørd við teldusníkarnar, soleiðis at Klaksvíkar kommuna nú hevur fingið atgongd aftur til allar dáturnar, og eru tær goymdar á tryggum staði.

 

Hann segði tað vera sera týdningarmikið, at kommunan aftur kundi fáa atgongd til dáturnar fyri at tryggja kommununa, virksemið og málsviðgerðir.

 

- Vit eru greið yvir, at tað er óvanligt, at ein kommuna velur at samráðast við fólk, sum gera slíkan kriminalitet. Men av tí at talan er um somikið virðismikla vitan og upplýsingar, hava vit valt hesa loysnina.

 

Borgarstjórin vísti á, at talan er um eitt løgreglumál, og arbeiðir løgreglan í løtuni við at finna fram til útgerð, ið hevur verið brúkt í álopinum.

 

- Av tí, at talan er um eitt løgreglumál, kunnu vit ikki siga meira um henda partin av málinum, segði Karl Johansen.

 

Á tíðindafundinum kom eisini fram, at tað er sannlíkt, at viðkvæmar upplýsingar er komnar í skeivar hendur, men mett verður, at sannlíkindini fyri, at viðkvæmar dátur eru liknar út, eru sera lítil.

 

Tó kann endaliga vissa ikki fáast fyri hesum. Víst varð eisini á, at staðfest er, at dáturnar í hesum máli eru ikki lagdar út alment á internetið.

 

##med2##

 

Rúni Rasmussen, kommunustjóri, tók eisini orðið á tíðindafundinum.

 

Hann greiddi frá, at fleiri skipanir fóru aftur at virka í gjár, og komandi dagarnar fara aðrar skipanir eisini at verða virknar aftur.

 

- Heilt ítøkiliga hava fleiri starvsfólk í kommununi seinastu 10 dagarnir arbeitt nærmast í døgndrift við at handfara eina røð av viðurskiftum í hesi undantaksstøðu. Allar teldur eru tryggjaðar og reinsaðar.

 

- Flest øll starvsfólk hava nú fingið arbeiðsteldur aftur og kunnu samskifta við telduposti, og nøkur arbeiða við skipanum, sum eru virknar aftur, segði Rúni Rasmussen.

 

Góð uppmøting var til tíðindafundin, og nógvir spurningar vórðu settir og svaraðir, eitt nú um, hvørjar fíggjarligar avleiðingar hetta kemur at hava fyri kommununa.

 

Borgarstjórin, Karl Johansen, ásannaði, at hetta sjálvsagt hevur fíggjarligar avleiðingar fyri kommununa.

 

- Talan er um løgreglumál, og tískil kann kommunan ikki upplýsa meira um fíggjarliga partin av málinum, segði borgarstjórin á tíðindafundinum í Varpinum í morgun.