øri á økinum. Eg gleðist um, at vit - um ikki annað - hava fingið eitt sindur av kappingarføri í skattaskipanina, og at tað nú vísir seg, at tað lønar seg betur at arbeiða. Løgtingsmaðurin vísir á, at [...] Hesi úrslit hava vit fingið, hóast fiskurin á landgrunninum fullkomiliga hevur svikið. - Eg gleðist eisini yvir, at ferðavinnan er í menning, og at ferð er komin á hesa vinnu í hesum samgonguskeiðnum. Ferðavinnan [...] tíverri ikki. - At enda ynski eg, at vøksturin á ferðavinnuøkinum heldur fram, og at ferðavinnan fer at gerast enn eitt bein hjá búskapinum at standa á, og at vit í Atlantic Airways áhaldandi menna okkara
Rækjutrolarin Arctic Viking er á veg til lands í Noregi við fullari last av rækjum, 450 tonsum. Skiparin, Bjarni Petersen, sigur við In.fo í kvøld, at hetta hevur verið ein langur og møðsamur túrur, sum [...] skipinum at fiska har, sum rækjurnar vóru. Á túrinum annars hava teir havt stórar trupulleikar av russisku myndugleikunum, og skiparin hevur verið fortørnaður inn á russar um umstøðurnar í russiska partinum [...] ársskiftið noyddist Arctic Viking heilar fýra ferðir um russisku eftirlitsstøðina - og so norður aftur á rækjuleiðirnar. Hetta merkti, at í staðin fyri at sigla 240 fjórðingar, noyddust teir at sigla heilar
Oskarsson, stjóri á Hagstovuni, sigur stutt við Sosialin, at Føroyar hava eina skyldu at kanna hesi viðurskiftini, og at hetta er áhugavert, av tí at tølini koma frá starvsbrøðrunum hjá teimum á Dansk Statistik [...] Hinvegin er hvørt land ein kassi, sum Hermann tekur til, og tí er avmarkað, hvat júst hagfrøðingar sum fakfólk hava áhuga í, men sum nevnt eiga Føroyar sambært honum at fokusera á hesi viðurskifti. [...] Norðuratlantsbólkurin hevði boðið fleiri stovnum við á fundin í Nóatúni fyrrapartin, har kanningin Føroyingar í Danmark varð løgd fram. Teirra millum vóru umboð frá Vinnuhúsinum, Hagstovuni, Stuðulsstovninum
frá túrinum koma at minna meg á, sigur Henrietta, sum tók bæði livandi og stillmyndir á ferðini - har hon fekk loyvi til tess. Øðrvísi mentan Norðurkorea gongur egnar leiðir á nógvum økjum og politiskt er [...] Gjølla varð hon eftirkannað longu á flogvøllinum, tá ið hon lendi í norðurkoreanska høvuðsstaðnum, Pyongyang, og fartelefonina mátti hon lata inn á staðnum. Tær eru jú bannaðar í Norðurkorea. Norðurkorea [...] hyggja seg um í høvuðsstaðnum og heilsaði hon eitt nú upp á víðagitnu standmyndina av fyrrverandi einaræðisharranum, Kim Jong-il. Dúvar upp á borðtennis 18 ára gamla Henrietta Nielsen er fødd og uppvaksin
Túrurin byrjaði á vestur síðuni av Australia í býnum Geraldtonm, sum liggur smáar 400 kilometrar norðanfyri Perth. Málið var Port Luis á oynni Mauritius, ein teinur uppá 6500 kilometrar á opnum havi. - Eg [...] skal tað nokk ganga, sigur Livar Nysted við Sosialin. Svanna Nysted tók ímóti manninum, tá hann kom á land á Mauritius. Og nú taka tey bæði nakrar frídagar, áðrenn leiðin gongur heim aftur til Føroya. Svanna [...] manninum, sum fekk eitt glas av sjampanju og eina góða sigar, tá hann trein á land eftir 57 dagar og 15 tímar við árarnar. Sí myndatema á in.fo við at trýsta HER
til, at tað vit og skil, Gud hevur givið okkum, ikki skal setast á stand-by tá vit lesa Bíbliuna, skrivar Sjúrður Skaale. - Í Feðgum á ferð sigur Heðin Brú soleiðis um eina svára stund: “Tá koma Ketil [...] skili og menniskjaligum kenslum. Havel sipaði til ta kommunistisku ideologiina, sum kvaldi hansara land. Men júst tað sama kann sigast um religión. Og eftir mínum tykki er tað hetta sum hendir, tá fólk [...] Bíbilsøgurnar liggja í okkum. Tey 10 boðini liggja í okkum. Og hugsa um gerandismálið: Vit síggja skriftina á vegginum. Vit kasta perlur fyri svín. Vit hava brotin hjørtu. Vit eta, drekka og eru glað. Vit royna
Føroyar og Skotland, tá ið umræður hugsanir til samkynd. Í Skotlandi var samkyndleiki als ikki eitt mál á nakran hátt, meðan í Føroyum fylti tað nógv. - Í Skotlandi kendist tað sum, at opinleikin var treytaleysur [...] at tað er í lagi at vera samkyndur, tað er enn ein synd”, greiðir Sonja Jógvansdóttir frá. Hon vísir á, at meðan átrúnaðarliga virksemi fylti nógv í hennara gerandisdegi í Skotlandi, so var tað natúrligt [...] tað eisini ótrúliga harðligt. Nógv er sagt og nógv er gjørt. Men tíbetur er Føroyar eitt heilt annað land í dag enn tað var áðrenn 266b og hjúnabandslógina, sigur Sonja Jógvansdóttir.
føroysku sethúsini. Men skal mann so loyva teimum tað? spyr Kára á Dunga. Hvørki treytir ella skipað viðurskifti Meklarastjórin vísir á, at tað í løtuni einki krav er, sum kann forða útlendingum í at keypa [...] verður selt, sigur hon. Kára á Dunga heldur, at mann skuldi fingið skipað viðurskifti um hesa avbjóðingina, tí ferðavinnan vindur meira og meira uppá seg, og eftirspurningurin á húsum frá útlendingum fylgir [...] fylgir við hesum. - Tað er so skjótt, at útlendingar kunnu koma at seta sín dám á Føroyar, tí Føroyar eru jú eitt so lítið land. Útlendingar kunnu saktans uppkeypa smáar bygdir og býlingar, og so verða húsini
við fullari ferð hvønn einasta dag. Og ætlar tú at slaka ferðina eitt sindur, so verður trupult á fáa ferð á aftur. -Men so vil eg siga, at vit hava sera dugnalig starvsfólk, sum gera eitt ótrúliga stórt [...] samstarvi við hini fýra norðurlandahúsini í Norðurhøvum. Her er talan um NAPA í Nuuk, NIPÅ á Álandi, Norrøna Húsið í Reykjavík og NIFIN í Helsinki -Ja, í roynd og veru arbeiða vit saman sum ein bólkur [...] hini londini eisini verða umboðaði í Føroyum. - Á henda hátt kunnu vit vera við til at stuðla føroyskari mentan. Og tað er tað eg havi lagt størstan dentin á í míni tíð sum stjóri, sigur Helga. Hon kann tí
nær við ta føroysku nattúruna, - hesa somu upplivingina sum eg hevði longu tá eg steig í land á flogvøllinum á fyrsta sinni. Hava fólk fyrst verið í Føroyum eina ferð, so koma tey heilt vist aftur seinni [...] sum 6000 føroyingar frammanundan hava sæð. Hóast hann neyvan til fulnar skilti alt tað, sum varð sagt á føroyskum, so var hansara meting aftaná, at hetta hevði verið ein heilt ótrúlig framførsla. -Eg var [...] sjálvum húsinum. Hann hevur longu tosað við nakrar av deildunum í húsunum. -Her havi eg serliga lagt dent á at fáa at vita, hvørjar avbjóðingar liggja fyri framman. Eg ynski líkasum at fáa eina status yvir støðuna