Rækjutrolarin Arctic Viking er á veg til lands í Noregi við fullari last av rækjum, 450 tonsum. Skiparin, Bjarni Petersen, sigur við In.fo í kvøld, at hetta hevur verið ein langur og møðsamur túrur, sum hann tekur til.
Arctic Viking fór úr Føroyum hin 14. desember, og teir byrjaðu at fiska í russiskum sjógvi. Men, her var steinoyði, og myndugleikarnir vildu ikki lova skipinum at fiska har, sum rækjurnar vóru.
Á túrinum annars hava teir havt stórar trupulleikar av russisku myndugleikunum, og skiparin hevur verið fortørnaður inn á russar um umstøðurnar í russiska partinum av Barentshavinum.
Innan ein mánaða um ársskiftið noyddist Arctic Viking heilar fýra ferðir um russisku eftirlitsstøðina - og so norður aftur á rækjuleiðirnar. Hetta merkti, at í staðin fyri at sigla 240 fjórðingar, noyddust teir at sigla heilar 2800 fjórðingar.
- Nú er hesin túrurin so lokin, og vit landa í Tromsø mánadagin, har vit eisini skulu skifta fólk. Rækjuprísurin er umleið 27 krónur fyri kilo, og hann er lækkaður nakað seinastu tíðina, sigur skiparin, Bjarni Petersen.