- Ein heiður at kalla pápa mín upp

- Tað hevði ógvuliga stóran týdning fyri okkum, at sonurin varð uppkallaður eftir pápa mínum, sigur Janus Rein, løgtingsmaður.

Hvussu hevur árið 2014 verið?

 

- 2014 hevur verið eitt gott ár. Eg havi nógvar góðar løtur at gleðast um. Tað gongur stútt framá í Føroyum. Vit hava búskaparvøkstur á 4-5% árliga og eru væl ávegis út úr fíggjarkreppuni. Men, okkum vantar framvegis at fáa øll við - ella, vit eru enn ikki komin har til, at framburðurin og menningin síggjast aftur og merkjast í øllum samfelagsløgunum.

 

Tað sigur Janus Rein, løgtingsmaður, og hann heldur fram:

 

- Eg gleðist yvir, at allar ætlanir við skattaumleggingini sláa ígjøgnum. Skattatrýstið var blivið alt ov høgt við tí úrsliti, at tað stygdi nógvar lønarinntøkur av landinum, og vit høvdu stórt sæð null kappingarføri á økinum. Eg gleðist um, at vit - um ikki annað - hava fingið eitt sindur av kappingarføri í skattaskipanina, og at tað nú vísir seg, at tað lønar seg betur at arbeiða.

 

Løgtingsmaðurin vísir á, at tað er okkara lagna, sum eitt lítið land, at vit mugu framleiða nógv fyri hvønn borgara fyri at fáa búskapin til at hanga saman. Hetta er gongda leiðin, um vit vilja gerast ein sjálvstøðug tjóð. Hesi úrslit hava vit fingið, hóast fiskurin á landgrunninum fullkomiliga hevur svikið.

 

- Eg gleðist eisini yvir, at ferðavinnan er í menning, og at ferð er komin á hesa vinnu í hesum samgonguskeiðnum. Ferðavinnan er væl frammanfyri sínar málsetningar. Fegnist eisini um tær broytingar, sum eru framdar í prísskipanini hjá Atlantic Airways, soleiðis at tað nú gerst lættari hjá øllum at fáa bíligari ferðaseðlar. Hetta hevur ført við sær stóran vøkstur á ferðafólkatali til og úr Føroyum. Hetta hevur verið eitt hjartamál hjá mær, síðani eg gjørdist løgtingsmaður.

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?

 

- Størsta persónliga upplivingin var, tá vit fingu son okkara hin 9. mars. At vit valdu at uppkalla hann eftir pápa mínum, Marius Thomas Rein, hevði eisini ógvuliga stóran týdning fyri okkum, og vit føla tað sum ein heiður at uppkalla pápa mín.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?

 

- Tað er altíð okkurt man helst vil gloyma, men hinvegin eri eg av tí áskoðan, at tú - fyri at mennast og gerast eitt betri menniskja - skal minnast og læra av mistøkum.

 

Hvat ynskir tú tær í 2015?

 

- Eg ynski, at framgongdin í búskapinum heldur fram, og at vit fáa øll í samfelagnum við, at fleiri arbeiðspláss, serliga innan privata geiran, verða skapt, tí tað er alneyðugt við fleiri arbeiðsplássum fyri at tryggja alsamt størri búskaparvøkstur. Ynski eisini, at teir glottar, ið eru at hóma í botnfiskaveiðini, halda á.

 

Eitt annað ynski hjá Janusi er, at Føroyar fara at menna seg og gerast meira búskaparliga frælsar, sum er ultimativa fortreytin fyri, at vit kunnu gerast politiskt fræls.

 

- Tað hevði eisini klætt samgonguni, at vit megnaðu at yvirtaka útlendingarøkið, sum avtalað í samgonguskjalinum. Vóni eisini, at tað í búskapinum verður pláss fyri at geva ein skattalætta aftrat til tey miðal- og lágløntu, og at vit harvið gerast enn meira kappingarfør á skattaøkinum. Tað eru framvegis alt ov nógvar lønir, ið verða skattaðar uttanlands. Í nógvum førum ber tað til løgfrøðiliga at flyta hesar lønir heim til Føroya at verða skattaðar, men tað hendir bara, um skipanin er kappingarfør.

 

Løgtingsmaðurin ásannar, at so langt rakk fyrra skattaumleggingin tíverri ikki.

 

- At enda ynski eg, at vøksturin á ferðavinnuøkinum heldur fram, og at ferðavinnan fer at gerast enn eitt bein hjá búskapinum at standa á, og at vit í Atlantic Airways áhaldandi menna okkara ferðaseðlaskipan við enn bíligari ferðaseðlum, tí tað er hetta, sum skal til fyri at fáa fleiri ferðafólk til landið. Bíligari ferðaseðlar geva fleiri ferðandi, og fleiri ferðandi gevur bíligari ferðaseðlar, sigur Janus Rein, løgtingsmaður.