- Ein ótrúlig kensla

 

- Kenslan kann ikki sigast við orðum, men tað er ein ótrúliga góð kensla. Tað sigur Livar Nysted í samrøðu við Sosialin í kvøld.

 

Túrurin byrjaði á vestur síðuni av Australia í býnum Geraldtonm, sum liggur smáar 400 kilometrar norðanfyri Perth. Málið var Port Luis á oynni Mauritius, ein teinur uppá 6500 kilometrar á opnum havi.

 

- Eg eri ógvuliga móður og troyttur, men tað er ein góð møði. Tú koyrir í einum slagi av rúsi beint í løtuni, men eg eri troyttur, tað eri eg, sigur Livar Nysted, sum hevur róð í 57 dagar og 15 tímar.

 

- Tú skal heilt vist vera rættiliga tvørur, men um tú tímir tað, tú fer í holt við, so skal tað nokk ganga, sigur Livar Nysted við Sosialin.

 

Svanna Nysted tók ímóti manninum, tá hann kom á land á Mauritius. Og nú taka tey bæði nakrar frídagar, áðrenn leiðin gongur heim aftur til Føroya.

 

Svanna Nysted tók myndina av manninum, sum fekk eitt glas av sjampanju og eina góða sigar, tá hann trein á land eftir 57 dagar og 15 tímar við árarnar.

 

Sí myndatema á in.fo við at trýsta HER