- Eingin hevur einarætt at tulka Bíbliuna

Ein útdýping til Gud signi Føroyar.

- Menniskju geva kristindóminum tey andlit, hann hevur. Og vandin kemur, tá vit seta vit og skil til viks, blint fylgja tí skrivaða tekstinum, og ikki hugsa sjálv. Tað skrivar Sjúrður Skaale í tíðargrein í Vikuskiftis Sosialinum, sum er komin út í kvøld. Í tíðargreinini útdýpir Sjúrður Skaale sínar viðmerkingar í sendingini Gud Signi Føroyar, sum er í Kringvarpinum í kvøld. 

 

 

 

- Vaclav Havel sigur einastaðni, at tá ein ideologi verður fullkomin - tá tann síðsti naglin verður settur í ta lidna, ideologiska húsið - letur ideologiin seg aftur um seg sjálva. Tá ert tú antin innanfyri ella uttanfyri. Fleiri spurningar verða ikki settir. Veruleikin má víkja fyri ideologiini. Og tað er ikki longur pláss fyri viti og skili og menniskjaligum kenslum.  Havel sipaði til ta kommunistisku ideologiina, sum kvaldi hansara land. Men júst tað sama kann sigast um religión. Og eftir mínum tykki er tað hetta sum hendir, tá fólk kopla vit og skil frá, og blint fylgja tekstinum í Bíbliuni, skrivar Sjúrður Skaale. 

 

 

 

- Kristindómurin er góður at halda seg til í lívinum. Men tann, sum er kristin, má eisini gera sær greitt, at hann hevur fingið sítt forstand til at brúka. Hann má eisini hugsa sjálvur.  Tey, sum eingi virði hava, er vandamikil. Men tey, sum í einum teksti halda seg hava funnið absolutt og endalig svar uppá alt, verða blind. Tann besta gøtan liggur millum virðisloysi øðrumegin og fundamentalismu hinumegin. Vit mugu altíð seta spurningar – og lata nýggj svar leiða til nýggjar spurningar, skrivar hann. 

 

 

 

Vakra andlitið

- Okkara mentan er í stóran mun vaksin úr kristindóminum. Hann gjøgnumseyrar alt. Bíbilsøgurnar liggja í okkum. Tey 10 boðini liggja í okkum. Og hugsa um gerandismálið: Vit síggja skriftina á vegginum. Vit kasta perlur fyri svín. Vit hava brotin hjørtu. Vit eta, drekka og eru glað. Vit royna at halda okkum frá forbodnum fruktum. Vit vita, at einki nýtt er undir sólini. Vit ansa okkum fyri úlvum í seyðaskinni... Soleiðis tosa vit og soleiðis hugsa vit – og ofta gáa vit ikki um, at alt kemur úr Bíbliuni. Hon hevur í stóran mun skapt okkara virðisgrundarlag.  Hetta skulu vit verja. Tú skulu vit eisini í stjórnarskipanini siga, at “Kristnitrúnni verða veittar serliga sømdir”, skrivar Sjúrður Skaale.

 

 

 

Hann heldur tó, at sum alt annað kann Bíblian misbrúkast.

 

 

- Mann kann við henni í hondini ræða børn. Mann kann misbrúka hana til at fáa makt yvir øðrum. Og mann kann misbrúka hana politiskt. Lat okkum semjast um, at eingin hevur einarætt uppá at tulka Bíbliuna, og harvið at gera seg sjálvan til Gud. Og lat okkum minnast til, at tað vit og skil, Gud hevur givið okkum, ikki skal setast á stand-by tá vit lesa Bíbliuna, skrivar Sjúrður Skaale. 

 

 

- Í Feðgum á ferð sigur Heðin Brú soleiðis um eina svára stund: “Tá koma Ketil og konan inn eftir kirkjugólvinum, hann undan við hondunum samanløgdum framman fyri sær og boygdum høvdið, stillisligur og friðmerktur”.  Kristna trúgvin var tað, sum gav Ketli grundarlag og troyst, tá illa stóð til. Vit síggja framvegis somu mynd við flestu jarðarferðir í Føroyum. Tað, vit síggja, er kristindómsins vakra andlit: Fjós og krubba og friður á jørð, skrivar Sjúrður Skaale. 

 

 

 

Les alla greinina í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í handlunum í kvøld.