leigar gamla bygningin hjá Haraldsen í Fuglafirði, sum í síni tíð var eitt flakavirki. Bygningin eigur Pf. Alilaks nú, men í samráð við hetta felag, hevur Alfa Seafood í sáttmálanum tryggjað sær at kunna [...] so nógvir keyparir á marknaðinum. ? Í fjør vóru vit so at siga einsamallir, men í ár eru ein ørgrynna av keyparum komnir aftrat, og hetta kundi man altíð rokna við í Føroyum. Tað hevur so eisini gjørt, [...] hevur eisini keypt upsa til at salta, og sum nakað nýtt, hevur Alfa Seafood eisini salta rogn í tunnur. Í fjør vórðu saltaðar 870 tunnur ella 87 tons til svenska og grikska marknaðin, sum var eitt gott
niðri. Øssur hevur eisini sýnt fram í Føroyum. Tað hevur higartil tó bara verið tann eina framsýningin, ið hann hevur havt heilt einsamallur. Hon var í Smiðjuni í Lítluvík í 1993. Annars hevur hann verið við [...] Øssur Mohr úr Fuglafirði er óivað fyrsti føroyingurin, ið stillar út á páskaframsýningini í Augustenborg í Danmark. Framsýningin letur upp Skírisdag, 9. apríl og opið er til og við sunnudagin 19. apríl [...] lítil býur bara 8 km. frá Sønderborg í Suðurjútlandi. ? Tá ið eg var niðri í 1994 tosaði eg við tey, sum skipa fyri framsýningum í ?White House?, men síðani hoyrdi eg einki aftur frá teimum fyrr enn nú til
Tað eru tær tríggjar samkomurnar Siloa í Fuglafirði, Hebron í Leirvík og Filadelfia í Gøtu, sum standa fyri hesi stevnu. Møtir verða í høllini leygardagin 11. apríl, 1. páskadag 12. apríl og 2. páskadag [...] páskadag 13. apríl. Haraftrat verða møtir í Siloa skírisdag 9. apríl og langafríggjadag 10. apríl. Byrjað verður í høllini á Kambsdali leygardagin kl. 16 við barnamøti. Sunnudagsskúlalærararnir úr teimum trimum [...] og opið hús í Siloa kl. 22. Hildið verður fram 1. páskadag, tá ið morgunmøti verður kl. 11. við breytbróting. Síðani verða møti kl. 16 og 19. Millum hesi bæði møtini verður nátturði til øll í høllini. Kl
eisini í morgin, tá tríggir dystir verða spældir. Eins og hjá monnunum bíða 1. deildarliðini til seinni í kappingini, sum er býtt upp í tveir bólkar. Í morgin verða tveir dystir í 1. umfari og ein í 2. umfari [...] Hin dysturin í bólki 1 sær hinvegin rættiliga spennandi út. Hann verður í Klaksvík, har NSÍ kemur á vitjan. NSÍ er eitt tað mest spennandi liðið í føroyskum fótbólti í dag. Liðið er helst enn í yngra lagi [...] Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið byrjar í morgin, og tað ger steypakappingin hjá kvinnum eisini. Seinastu árini hava fýra bólkar við fýra liðum í hvørjum verið í kappingini um løgmanssteypið
Eg gekk í 1. og 2. g. í Hoydølum, 3. í Danmørk, har eg tók studentsprógv. Síðani las eg støddfrøði og búskap í Keypmannahavn nøkur ár; men kom heim aftur til Føroya fyri einum ári síðani, og í frítíðini [...] hjá Paria í Havn sama ár, og seinni tóku vit lut á eini Stjørnukonsert og vóru í útvarpinum í 1992. ? Eru aðrar framførslur, tú kanst nevna? ? Nakrar ólavsøkukonsertir, onkur tungmálmskonsert, í Djónastovu [...] tú gera í so nógv av, skulu fólk uppfata tað, tú ætlar. ? Hevur bólkurin spælt saman leingi? ? Vit byrjaðu í 1991, tá ið Havnin fylti 125 ár, og á fyrstu framførslu okkara vóru vit pausuklovnar í Tiffany
fíggjarognaravgjaldið. Til ber ikki at fara út í æsir í eini stuttari grein, men øll, sum fylgja eitt sindur við, vita, at Annfinn Kallsberg í sínum stutta skeiði úti í landsstýrinum hesaferð hevur megnað at fingið [...] fyri tveimum árum síðani fór út í landsstýrið, setti hann sær fyri at fáa nøkur ting ígjøgnum, sum búskaparliga skuldu bøta um og gera tað liviligari hjá tí vanliga fólkinum. Í samgonguskjalinum settu vit [...] frælslyntan, borgarligan politikk, men ikki minni tí, at eg onga løtu ivist í, at tær loysnir, sum Fólkaflokkurin hevur víst á í sambandi við viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, eru tær røttu. Eg fari
hevur spælt í ungdómsklubbum, á skúlum, í diskotekum og aðrastaðni. Sangarnir í bólkinum Kopp hava allir røtur í gospeltónleikinum og felagsnevnarin má tí sigast at verða Dance-Pop, siga tey í tíðindaskrivið [...] Føroya fyri gospelfestivali. Eins og tey bæði fyrstu árini verður festivalurin í Norðurlandahúsinum. Í fjør varð flutt yvir í Ítróttarhøllina, men fyrireikararnir meta, at Norðurlandahúsið er betri egnað [...] er sera væl kendur í føroyska gospelheiminum, og nú roynir dótturin seg á sama øki. Bólkurin Kopp hevur ferðast nógv í Norðanlondum og Týsklandi og hevur harafturat verið ein túr í Estlandi. Andreas Mathew
segði. Smílið, ið hon kundi senda tær, hitaði heilt inn í hjartarøturnar. Heimið hjá tykkum her í Keypmannahavn, í Fuglafirði, á Kambsdali og síðst í Thorsager og Følle Strand var altíð opið við miklum g [...] ellisheimi í Auning í náttarvakt, har hon var fyri ferðsluvanlukku vegna svartakálk. Tað ringasta, ið henda kundi, var hent? Tá ið ein fær slík ófrættaboð, tá steðgar alt á. Kenslurnar stirðna í einum skelki [...] ærlig, opin og ekta í øllum, sum hon gjørdi og segði. Hon var nógv avhildin á sínum arbeiðsplássum sum sjúkrahjálpari, har hon legði so nógv av sær sjálvari í arbeiði ? fyrst og fremst í síni umsorgan fyri
fýratíðina leygarmorgunin varð boða frá eldsbruna í Fuglafirði. Eldur var í Toy og Tógvhandlinum hjá Marjun Joensen, sum heldur til í nýggjum bygningi í Støð. Men hóast skjótt var gjørt av, so stóð einki [...] einki til at bjargaí handlinum og hann brendi í grund. Vørurnar í handlinum eru eisini av tílíkum slag, sum lættliga brennir og tað hevur bara gjørt sløkkiumstøðurnar verri. Orsøkin til eldsbrunan er enn [...] eigararnir. Hvussu stórt virðið er sum er farið upp í royk er ikki heilt greitt, men bygningurin kostaði umleið tvær milliónir krónur at byggja. ? So einastaðni í millum tvær og tríggjar milliónir eru farnar
fótbólt í, tá ið ÍF og TB hittust til dyst í Fuglafirði leygardagin. Hetta sást eisini á áskoðarafjøldini, sum ikki var rættiliga stór. Óivað hava nógvir fuglfirðingar heldur valt at farið ein túr í bátin [...] horna í høgru síðu, sum bleiv sent væl inn fyri. Eftir nakað av ping-pong spæli endaði bólturin hjá Einari Petersen, sum úr 10 metra fjarstøðu smekkaði bóltin í meskarnar aftan fyri Erling Joensen í fug [...] óivað skeldað í hálvleikinum Sum áðurnevnt, so var tað eitt hamskift ÍF-lið, sum kom út eftir hálvleikssteðgin. Tað sást týðiliga, at venjarin Piotr Krakowski hevði tosað við stórum bókstavum í steðginum.