A hot KOPP of chokolade

Soleiðis verður bólkurin Kopp »presenteraður« til gospelfestivalin, sum verður í Norðurlandahúsinum vikuskifti 24. til 26. apríl. Men festivalurin er eisini annað enn danski bólkurin

Vikuskifti 24. til 26. apríl skipað Norðurlandahúsið og Gospeltónleikafelag Føroya fyri gospelfestivali.

Eins og tey bæði fyrstu árini verður festivalurin í Norðurlandahúsinum.

Í fjør varð flutt yvir í Ítróttarhøllina, men fyrireikararnir meta, at Norðurlandahúsið er betri egnað til endamálið, og tí verður hann »fluttur heim aftur«.

Tað vóru Petur Oluf Skorá og Peter Turtschaninoff sum á fyrsta sinni skipaðu gospelfestivalin, og síðan hevur verið hildið fram.

Festivalurin er sera væl umtóktur millum áhoyrarnar og tað hevur stórt sæð verði útselt til hvørja konsert.

Fyri at fáa so góðar ljóðumstøður sum tilber, verða konsertirnar bert hildnar í stóra salinum. Hetta merkir samstundis, at tað bert verða pláss fyri 400 áhoyrarum.


Danski bólkurin Kopp

Eins og undanfarin ár ver-ur útlendsk luttøkaá festivalinum í ár.

Fyrr hava norðmaðurin Hans Inge Fagervik og amerikumaðurin Andrew Croutch luttikið og í ár kemur útlendska luttøkan úr Danmark.

Haðani kemur bólkurin Kopp.

Hetta er ein bólkur við 12 ungum fólkum, í aldrinum 11 til 23 ár.

Tey eru ikki øll danir, verri enn so, tí tey koma úr so ymiskum londum sum India, Australia og enntá úr Føroyum.

Føroyski luttakarin er Rannvá Joensen, sum er dóttur Godtfred Joensen.

Hann er sera væl kendur í føroyska gospelheiminum, og nú roynir dótturin seg á sama øki.

Bólkurin Kopp hevur ferðast nógv í Norðanlondum og Týsklandi og hevur harafturat verið ein túr í Estlandi.

Andreas Mathew er maðurin sum stendur aftanfyri og tað er eisini hann sum er leiðari í bólkinum.

Kopp er kendur fyri eina væluppsetta framførslu, sum serliga tiltalar ungfólk.

Tað er full ferð á framførsluni, sum er eitt sokallað »total-teater«.

Endamálið við bólkinum er at vísa, at tú saktans kanst hava ein øðrvísi lívshátt og samstundis hava trúnna á Guð sum miðpunkt.

Bólkurin hevur spælt í ungdómsklubbum, á skúlum, í diskotekum og aðrastaðni.

Sangarnir í bólkinum Kopp hava allir røtur í gospeltónleikinum og felagsnevnarin má tí sigast at verða Dance-Pop, siga tey í tíðindaskrivið.

Eisini siga tey, at framførsla teirra er slík, sum ikki fyrr er sædd í Danmark og tí óiva eisini verður væl dámd í Føroyum.

Konsertin við Kopp verður sunnukvøldið klokkan 20.30.

Áðrenn Kopp fer á pallin, fer ein dansibólkur úr Vágum á pallin at vísa síni kynstur.

Eisini hesin bólkur er ein alternativur gospelbólkur.


Føroysku bólkarnir

Men tað verða ikki bara útlendskir bólkar við á festivalinum.

Meginparturin - tað eru allir uttan ein - eru føroyskir.

Trý kór eru við og tey byrjað festivalin við konsert fríggjakvøldið klokkan 20.30.

Kórini, sum luttaka eru Gospelkór Siloa, úr Fuglafirði, við Eyðuni av Lakjuni sum leiðara, Aurora Borealis við Ólavi Jøkladal sum leiðara og United voices við Eiriki Skaale sum leiðara.

Leygardagin fara fimm føroyskir gospelbólkar á pallin.

Teir eru Face to Face, Check-line, Legacy, Sela og I am.

Eisini henda konsertin byrjar klokkan 20.30, men av tí at so nógvir bólkar eru við til hesa konsertina verður ein steðgur aftaná at Legacy hevur verið á pallinum.


Stórt tiltak

Tað er nógv arbeiði at fyriskipað slíkan festival, og fyrireikingarnar hava verið í gongd í drúgva tíð.

Samlaða budgetti er uppá 100.000 krónur, men meginparturin av hesum fer til ferðaútreiðslur til danska bólkin.

Tey skulu ferðast úr Danmark og hava mat og drekka meðan tey eru her, og tað kostar umleið 60.000 krónur at fáa tey hendavegin.

Men hóast henda stóra kostnaðin, so verða atgongumerkini ikki so dýr.

Fyrireikararnir siga, at tað fer at atgongumerkini fara at kosta 80 krónur og tan prísurin verður galdandi fyri øll.

Tó verður undantak gjørt um foreldur hava børn undir skúlaaldur við. Sita børnini á knøunum hjá foreldrunum sleppa tey fyri hálvan prís.

Tað er Norðurlandahúsið sum stendur fyri forsøluni av atgongumerkjum, og hon byrjar í húsinum og í Kunningarstovuni í Havn beint eftir páskir.