Tungt at fáa tað at bera til í Føroyum

? tí tað verða lagdar forðingar allastaðni, sigur Jón Nolsøe Olsen, stjóri í Alfa Seafood, í Fuglafirði. Tó at Alfa Seafood ikki er nakað stórt virkið, var umsetningurin í fjør góðar 50 mió. kr.

Enn hevur tað bert verið at ísa feskan fisk og selt hann av landinum, saltað upsa og pakkað, saltað rogn í tunnur til svenska og grikska marknaðin, men ætlanin er at Alfa Seafood eisini skal skera flak.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur verið á vitjan á virkinum, og sambært stjóranum, Jón Nolsøe Olsen, eru onkur punkt eftir til virkið fær løggildingina.

Frystaríið var í síni tíð skrætt niður av Fiskavirking og onnur útgerð við seld, men Alfa Seafood hevur nú keypt nýggja útgerð og sett hana upp, og tá ið alt er komið upp á pláss, verður farið undir at skera flak. Nær alt hetta pappírfjasið, sum løggildingin ber við sær, er umliðið, dugur stjórin ikki at meta um, men hann hevur vónir um, at tað verður skjótt.


870 tunnur

Alfa Seafood fór undir at keypa fisk at ísa og selja fyri tveimum árum síðani, og síðan er virksemið bara økt. Virkið hevur eisini keypt upsa til at salta, og sum nakað nýtt, hevur Alfa Seafood eisini salta rogn í tunnur. Í fjør vórðu saltaðar 870 tunnur ella 87 tons til svenska og grikska marknaðin, sum var eitt gott ískoyti til raksturin.

Og viðvíkjandi hesum at keypa og salta rogn, sigur stjórin Jón Nolsøe Olsen, at tað er nakað truplari nú at fáa rogn til keyps, tí nú eru so nógvir keyparir á marknaðinum.

? Í fjør vóru vit so at siga einsamallir, men í ár eru ein ørgrynna av keyparum komnir aftrat, og hetta kundi man altíð rokna við í Føroyum. Tað hevur so eisini gjørt, at prísurin á rávøruni er farin upp á eitt slíkt støði, at tað ber illa til at fáa tað at hanga saman, sigur Jón Nolsøe Olsen.


Poly Ice

Alfa Seafood leigar gamla bygningin hjá Haraldsen í Fuglafirði, sum í síni tíð var eitt flakavirki. Bygningin eigur Pf. Alilaks nú, men í samráð við hetta felag, hevur Alfa Seafood í sáttmálanum tryggjað sær at kunna gera hølini til flakavirki, so Fuglafjørður aftur kann fáa eitt flakavirkið, har áður vóru ikki minni enn tvey.

Umframt at arbeiða fisk, umboðar Alfa Seafood eisini íslendska virkið Poly Ice, sum m.a. ger trolaralemmar. Teir flestu trolararnir í føroyska flotanum brúka lemmar frá Poly Ice.


57 mió. kr

Samlaði umsetningurin hjá Alfa Seafood var í fjør um 57 mió. kr., men tað hevur ikki verið uttan strev og stríð.

Jón Nolsøe Olsen smæðist ikki at siga, at tað er sera tungt at fáa tað at ber til í Føroyum, tí so nógvar forðingar eru í vegin á bæði á sjógvi og landi.