? Hví kalla tit tykkum MC-Hár?
? Tá ið vit byrjaðu gott og væl hálvvaksnir, høvdu vit báðir, Niels Uni og eg, sítt hár, sum nokk ikki var heilt vanligt tá; so vit hildu, at hetta navnið var hóskandi.
? Hvat fekk tykkum at gera hesa fyrstu fløguna?
? Vit høvdu spælt nógv og við skiftandi fólki, og tað hevði gingið væl eina tíð. So hildu vit, at tað hevði verið stuttligt at roynt at fingið eina fløgu út. Eisini av tí, at vit høvdu spælt meira ella minni fast saman, men so fóru nakrir av landinum.
? Er nakað serligt endamál, ávís ætlan ella boðskapur, tit vildu bera fram?
? Eg haldi, at vit alla tíðina vildu gera okkurt provokerandi. Men í byrjanini haldi eg ikki, at har var nakað ávíst. Tað vaks fram, meðan arbeitt varð, vit kjakaðust og skiftu orð um innihald og skipan. Og so við og við fekk arbeiðið endaligt snið.
? Hví nýta tit onnur, løgin nøvn heldur enn tykkara egnu?
? Okkara millum hava vit altíð kallað hvønn annan ymiskt; nakað sum scenunøvn. Og so valdu vit at nýta tey her.
? Sipar heitið á fløguni til nakað serstakt?
? Ja, vit høvdu fleiri uppskot um, hvat vit skuldu kalla fløguna; og tað endaði so við hesum. Ein føroyskur bólkur, Barlast, hevur regluna »MC-Hár framvegis uttan vit« í einum sangi, so vit tóku tað. Fløgan eitur also Framvegis uttan vit. Og tá ið vit hava framførslur, eru vit kanska uttan vit. Eg veit ikki.
? Og kápumyndin, føroyska flaggið og kirkjugarðurin?
? Helst kann merkið, sum nøkur hava fingið ilt av, tí tað líkist naknum konufólki, setast í samband við móðurland. Men annars kann tað nokk tulkast, sum ein vil; tað sigur kanska meira um tann, ið tulkar, enn um nakað annað. Tað var tó mest fyri at gera tað annarleiðis. ? Hitt við teimum 17 svartklæddu monnunum sipar til seinasta sangin, har tær seytjan »sektirnar«, ið nevndar verða, skjóta okkum. Og helst hava summi fingið ilt av tí; ja, og av allari fløguni.
? Havi tit so tilvitað roynt at argað og provokerað?
? Tað kann nokk sigast, sum eg nevndi í áðni. Men vit gera hetta til at vísa á tað skeiva við fordómum, hetta at døma fólk, ið eru ella hugsa øðrvísi. So statt vendir fløgan sær ímóti sokallaðum normum, sum ofta eru skeiklaðir og avlagaðir, seta fólk í básar.
? Men Allan, heldur tú, at tað skendska, sum flestu fólk óivað meta tað, í orðingunum og innihaldinum er neyðugt?
? Jú, nógv finnast at júst hasum, tú nevnir um, at fleiri tekstir eru tað, ið nógv kalla skendskir. Men tað er komið fram mestsum av sær sjálvum ? tað, vit hava skrivað. Gaman í var »Andalig samvera« alla tíðina ætlaður at vera fúlur, og so funnu vit uppá, hvussu tann teksturin skuldi orðast. Flestu av hinum spruttu mestsum upp av sær sjálvum. Um tað er neyðugt? Kanska, tí ofta mást tú gera í so nógv av, skulu fólk uppfata tað, tú ætlar.
? Hevur bólkurin spælt saman leingi?
? Vit byrjaðu í 1991, tá ið Havnin fylti 125 ár, og á fyrstu framførslu okkara vóru vit pausuklovnar í Tiffany. Eisini spældu vit nøkur løg á eini konsert hjá Paria í Havn sama ár, og seinni tóku vit lut á eini Stjørnukonsert og vóru í útvarpinum í 1992.
? Eru aðrar framførslur, tú kanst nevna?
? Nakrar ólavsøkukonsertir, onkur tungmálmskonsert, í Djónastovu og aðrastaðni. Samanlagt eru eini 60 fólk, ið eru komin inn og farin úr aftur MC-Hár ella hava stuðlað í framførslum okkara. Og tá eru kór, dansarar og onnur roknað uppí.
? Sangurin »Vátt« á fløguni er vakur og yndisligur; hví vevja tit so knappliga »himmal, hav og helviti og heidningar á rað« uppí?
? Sjálvur haldi eg, at tað lutvíst er til at skapa broyting, fáa eitt skifti í; men eisini at vísa á, at alt er ikki bara idyllur, so fagurlátað og vakurt, tí har er álvari aftan fyri. Og alla staðni hóma vit eisini tað ræðuliga og andstyggiliga. Vit royna at skapa andsagnir ella kontrastir.
? Royna tit at stríðast ímóti snævurskygni í átrúnaði og kynslívi?
? Ja, heilt avgjørt. Tað er nokk høvuðsendamálið, skulu vit venda aftur til tað.
? Er meira enn tað, eitt nú politikkur?
? Vit royna at gera vart við skeivleikar í samfelagnum, og tað er jú politikkur. Men vit hava einki við flokspolitikk at gera.
? Allan, hví heldur tú, at so nógvum ungfólki dámar fløguna?
? Gera tey tað? ? Nei, tað er helst av tí, at hon er øðrvísi, meira beinleiðis, kanska áleypandi; og hetta er ikki júst tann vanligi føroyski stílurin.
? Hava tit nakrar ávísar útlendskar fyrimyndir?
? Nei, tað kunnu vit illa, tí vit eru sera ymiskir í áskoðan innan tónleik. Til dømis dámar summum best klassiskt, øðrum guitar, onkrum jazz. Og sjálvur havi eg spælt klarinett í GHM fleiri ár. So vit hava onga felags fyrimynd; men fyri tað eru vit sjálvsagt ávirkaðir av ymiskum bólkum, rákum og stílum.
? Dámar tykkum drøgg ella rúsevni, sum sungið verður um á fløguni?
? Eg haldi ikki, at nakar okkara hevur verið ella er úti í slíkum. Orsøkin til, at vit taka evnið upp, er óivað, tí evnið er nærliggjandi, eisini í Føroyum, hóast tað framvegis er dult, sum so mangt annað.
? Hvussu hevði tú lýst tónleik tykkara?
? Sum tungmálms-rapp, blandað við ymiskum av hvørjum, millum annað meira siðbundnum rokki.
? Var móttøkan sum væntað?
? Hon hevur verið ókey.
? Fara tit at hava framførslur í næstum?
? Eg veit ikki vist; men vænti einki fyrr enn á ólavsøku.
? Og kunnu vit vænta nýggja fløgu frá MC-Hár?
? Ikki beint nú, hóast tilfar er ? mesta á enskum.
? Hvussu fæst meira at vita um MC-Hár?
? Á internetinum hava vit eina heimasíðu, sum eitur www.qsa.dk., har allir upplýsingar, vit halda hevur áhuga, eru at finna.
? Hvat hevur tú annars tikist við?
? Eg gekk í 1. og 2. g. í Hoydølum, 3. í Danmørk, har eg tók studentsprógv. Síðani las eg støddfrøði og búskap í Keypmannahavn nøkur ár; men kom heim aftur til Føroya fyri einum ári síðani, og í frítíðini eri eg skótaleiðari.
? Takk fyri prátið, Allan, og alt tað besta!
? Takk sjálvur; og somuleiðis.