tveir fuglfirðingar hava keypt domænenøvnini, tí vit gera hetta ikki fyri at gerast ríkir av tí. Vit eru ikki domæne-piratar, og vit hava ikki í huganum at avpressa nakran fyri pengar, sigur Leif Andersen [...] ? Vit hava ikki annað enn hjálpt hesum neyðars føroysku fyritøkunum, sum hóast tær føra seg fram uttanlands, ikki so mikið sum hava hugsað um at tryggja sær altjóða internetadressur, sum svara til navn [...] www.foroyabanki.com í rættin. Áttu heldur at sagt takk ? Men tað átti ikki at verið neyðugt at drigið okkum í rættin. Vit hava ikki keypt hasi nøvnini við vinningi fyri eygað. Sjálvandi vilja vit gjarna
túrurin varar 2 tímar ella eitt korter minni, hevur ikki tann stóra týdningin, bert ferðatíðin kann halda. Hetta ger hon ikki í dag. Hví??? Er orsøkin ikki tann, at núverandi Smyril eisini verður brúktur til [...] Teir pengar, sum vóru avsettir til forkanning av einum bergholi, mugu fyri alt í verðini ikki fara til »jólagávur« og politiskt stemmufiskarí upp undir komandi løgtingsval. Hetta má Bjarni Djurholm fyri [...] Eiga vit ikki nú ? áðrenn tað er ov seint ? at taka í egnan barm og viðgera støðuna annarleiðis, nú vit vita hvørji fíggjarlig kort, Føroya landsstýrið hevur spælt út? Tað ganga vónandi ikki nógvir mánaðir
seljararnir vita væl, hvat teirra brúktu bilar eru verdir, og teir lata ikki ein bil fyri minni uttan so, at har er okkurt, sum ikki ruggar rætt. Bilurin kann hava havt ein stóran skaða ella kilometurteljarin [...] bilar, sum heilt týðuliga høvdu koyrt nógv meir enn kilometurteljarin vísti. Tað hendir tó ikki longur, tí nú keypi eg bara frá nøkrum heilt fáum seljarum, sum eg havi alla orsøk at líta á. Tað er eingin [...] ljarin kann vera stillaður nakrar hundrað túsund kilometrar aftur. Slíkt sæst ikki á bilinum, men minkar stórliga um virðið á honum. Eg veit um fleiri, sum hava brent seg av at bíleggja sær bil sjálvi
skipanin frá teldufyritøkuni. Lagast til brúkaran Sildberin kann brúkast til at halda skil á sølu og keypi, og nógvir møguleikar eru fyri at koyra aðrar skipanir saman við Sildberanum. Tað ber til at hava [...] skermmyndir eru til og lúka føroyskan tørv. ? Ein góð fakturaskipan skal verða løtt at brúka, og hon skal ikki skapa óneyðugar trupulleikar, tá arbeitt verður við henni. Sildberin kann lagast til tørvin hjá tí
onkra aðrastaðni, tí tá kann eg við gleði svara, at tað kann eg tíbetur ikki. Tað er jú hetta, sum er endamálið við tí heila. At øll ikki hava tað sama, sigur Noomi Juul. Noomi keypir frá Herholdt Jensen, sum [...] tollur ikki verið á vørunum, høvdu antikvitetir allarhelst verið meira útbreiddir í Føroyum. Spurd um, hvussu leingi hon ætlar at halda fram við at selja antikvitetir, svarar Noomi Juul: - Eg eri ikki ung [...] ein steðg, - Men tað merki eg ikki nógv til, sigur Noomi og flennur. -Fólk ringja enn til mín, og telefonstøðin gevur teimum hvørja ferð mítt nummar. Men tað leggi eg ikki so nógv í. Tað er gott at kunna
eru gávur við serstøkum høvi í naturalia frá arbeiðsgevara, sum eru skattskyldaður, tá ið prísurin ikki fer upp um 1.500 íroknað Mvg. Fer prísurin upp um 1.500 íroknað, skal øll upphæddin skattast. Av øðrum [...] januar 2001 er broyttur. Hetta merkir, at Botnfrádrátturin, t.e. tann parturin av inntøkuni, sum ikki verður skattaður, verður hækkaður frá 17.000 til 19.000. Komandi ár verður botnfrádrátturin 21.000
menniskjans vitska er ikki kortløgd og variablarnir fyri tilgongdini í heilasynapsunum í fyrsta lagi at kalla óendaligir og í øðrum lagi, við tað at talan er um smáalisfrøðilig kvantlop, ikki spáandi um. Sostatt [...] søgugongd eitt ókent umráði, og søgan eitt dýpi, ikki bara, sum skaldið tekur til, av dýrari tíð, men av ógreinandi hendingateggjum, sum samfelagsfrøðingar ikki grynna í, men sum bara onkuntíð eitt skald, ein [...] toldi ikki hesa eyðmýkjandi viðferð. Tann 7. juni 1954 fór hann inn í sítt sovikamar við eini upploysing av blásýru og einum súrepli. Hann stakk súreplið niður í eitrið og át av tí. Hann var ikki meira
iva verða nógvar jólagávur seldar á jólasøluni, tí har kanst tú fáa útklipp, dekoratiónir, lutir úr gandadeiggi, barnaklæðir, troyggjur, húgvur, nissur og annað - jólaprýði ella ikki. Frá Heimavirkisfelagnum [...] selja kaffi, te, smyrjibreyð við føroyskum viðskera, køkur, rís a la mande og annað gott, so fólk ikki ganga svang og hyggja eftir lutunum. Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag letur upp leygarmorgunin
Bókaútgáva Hetta er tíðin, har bøkur verða givnar út. Ikki bert skaldsøgur, sum eru ætlaðar til jólagávur, men ikki minst hesar føstu útgávurnar, sum hoyra til ávís ár, og sum eisini í minst líka stóran [...] føroyski skipalistin er ein teirra, og nú er triðja útgávan í røðini komin út. Í bygnaði víkir hon sum so ikki frá teimum, sum hava verið. Her finst at kalla alt tað, sum er neyðugt at vita, tá lagt verður frá [...] og tað er eisini gott tað sama. Slíkar bøkur skulu fyrst og fremst vera upplýsandi, og tørvur er tí ikki á at fylgja ymsu mótafyribrigdunum í bókaheiminum. Tað er forlagið á deild, sum gevur bókina út, og
Listaverk og jólagávur Eingin ivi er um, at nógvar eru jólagávurnar at velja millum í hesum døgum. Men ein teirra, sum neyvan nakar ivi er um er sera hent hjá í hvussu er teimum, sum eru uppvaksin í Havnini [...] úr hondum, er nakað heilt serstakt og helst eindømi í føroyskari listasøgu: listaverkið fevnir um ikki færri enn 45 vatnlitsmyndir í mappu saman við áhugaverdum og undirbyggjandi teksti. Fyri havnarfólk