Vit eru ikki piratar

Internetadressan www.faroeseafood.com er ikki ogn hjá Faroe Seafood, men hjá tveimum ungum monnum í Fuglafirði, sum eisini eiga nøvn sum www.foroyabanki.com, www.sparikassin.com og eina rúgvu av øðrum. Fyritøkurnar hava sovið í tímanum og skulu prísa seg lukkuligar fyri, at vit hava keypt hasar internetadressurnar, áðrenn nakar annar keypti tær, siga eigararnir av adressunum

 

? Vit hava ikki annað enn hjálpt hesum neyðars føroysku fyritøkunum, sum hóast tær føra seg fram uttanlands, ikki so mikið sum hava hugsað um at tryggja sær altjóða internetadressur, sum svara til navn teirra. Og nú kalla hesar fyritøkur okkum piratar og hótta við saksøkja okkum áðrenn tær so mikið sum hava tosað við okkum. Tær áttu ístaðin at prísa seg lukkuligar fyri at nøvn sum www.foroyabanki.com ikki eru endað sum pornosíður á internetinum, sigur Leif Andersen, sum saman við vinmanninum Johan Joensen hevur keypt eina rúgvu av sokallaðum domænenøvnum. Domænenøvn eru adressur á internetinum sum til dømis adressan www.sosialurin.fo, ið hýsir internetsíðuni hjá Sosialinum.


Amerikansk lóg galdandi

Í gjár skrivaði tíðindatænastan hjá portal.fo um at Skipafelag Føroya, sum í útlendskum høpi kallar seg Faroe Ship, hevur sett sakførara at kanna, hvussu fyritøkan kann ogna sær navnið www.faroeship.com, sum teir báðir menninir í Fuglafirði høvdu keypt.

Í greinini á portal.fo kallar Skipafelagið tað fyri »bedragarí« og Føroya Banki tað fyri »uanstændigt og uantageligt« at onnur hava keypt domænenøvnini www.faroeship.com og www.foroyabanki.com og nú bjóða fyritøkunum at keypa tey.

Hvørgin av fyritøkunum ivast í at tey eiga rættin til hesi domænenøvnini, tí nøvnini Føroya Banki og Faroe Ship eru skrásett nøvn, sum fyrtøkurnar eiga rættin til.

Men sambært teimum báðum, sum hava keypt domænenøvnini, kunnu fyritøkurnar ikki kenna seg vísar í at ognarrætturin til navnið Føroya Banki eisini gevur ognarrætt yvir navninum www.foroyabanki.com. Øll domænenøvn, sum enda við ».com« eru nevniliga skrásett í USA, og eru soleiðis umfatað av amerikanskari lóggávu, so tað kann lætt gerast ein longri søga at draga málið um til dømis www.foroyabanki.com í rættin.


Áttu heldur at sagt takk

? Men tað átti ikki at verið neyðugt at drigið okkum í rættin. Vit hava ikki keypt hasi nøvnini við vinningi fyri eygað. Sjálvandi vilja vit gjarna hava okkara útreiðslur av keypinum aftur, og eitt rímiligt ómaksgjald hevði heldur ikki verið vegnum, men vit selja tey ikki fyri órímíligar prísir, sigur Leif Andersen, sum saman við Johan Joensen eigur eina rúgvu av domænenøvnum, sum líkjast nøvnum hjá bæði føroyskum og útlendskum stórfyritøkum.

? Vit hava keypt nøvnini so hvørt sum vit eru komnir fram á tey. Onkuntíð havi eg ikki trúð mínum egnu eygum, tá eg havi sæð okkurt domænenavn, sum onkur stór fyritøka átti at havt tikið fyri langari tíð síðan, og so havi eg sjálvsagt keypt tað. Tí eg veit, at um eg ikki keypi tað, so keypir onkur annar tað, og tá kundi søgan blivið ein heilt onnur hjá fyritøkunum, sigur Leif Andersen.


Pornosíður

Hann nevnir sum dømi at um onkur útlendingur, sum hevur verið í Føroyum ella sum onkursvegna, til dømis við at hava keypt førosykar fiskafingrar í Russlandi, kennir til Faroe Seafood og uppdagar, at www.faroeseafood.com er leyst at keypa, so kundi tað verið ein dýr og strævin søga hjá føroysku fyritøkuni at fingið domænenavnið.

? So høvdu teir verið noyddir at saksøkt ein russa, sum eingin visti navnið á og sum búi á onkrari ókendari adressu mitt í Moskva. Tí skulu fyritøkurnar prísa seg lukkuligar fyri at tveir fuglfirðingar hava keypt domænenøvnini, tí vit gera hetta ikki fyri at gerast ríkir av tí. Vit eru ikki domæne-piratar, og vit hava ikki í huganum at avpressa nakran fyri pengar, sigur Leif Andersen.

At sokallaðir domæne-piratar keypa domænir, ið minna um nøvn hjá stórum fyritøkum ella stovnum, er ikki óvanligt. Ofta enda slíkar síður sum pornosíður. Til dømis keypti onkur domænenavnið www.whitehouse.com áðrenn Hvítu Húsini fóru undir at keypa sær domæni, og hendan síðan er tann dag í dag ein pornosíða.


Pínligt hjá fyritøkunum

Leif Andersen heldur tað vera pínligt fyri stórar føroyskar fyritøkur, at tær ikki hava keypt tey domænenøvnini, sum minna um virkisnavnið við ».com« ending.

? .com endingin er tann altjóða endingin fyri internetadressur hjá fyritøkum. Føroyskar fyritøkur keypa fyritøkunavnið.fo og halda at alt stendur væl til. Men føroyingar mugu venja seg av við at halda at Føroyar eru heimsins nalvi. Føroya Banki hevur keypt www.foroyabanki.fo, men aðrastaðni kenna tey ikki .fo og tí skriva tey .com. Um Føroya Banki var óheppin lá ein russisk pornosíða á hesari adressuni beint nú, og tí haldi eg at vit hava eina tøkk uppiborna fyri at hava keypt hatta navnið, sigur Leif Andersen og leggur afturat, at teir hava átt www.foroyabanki.com í eitt ár nú, men ikki fyrr enn portal.fo gjørdi Føroya Banka varugan við hetta í fyrradagin, fann bankin útav at nakar hevði keypt navnið.

? Hetta eru fyritøkur, ið bæði hava telduserfrøðingar og marknaðarfólk í starvi. Tey hava sovið øgiliga fast í tímanum, og tey skulu bara takka okkum ? ikki hótta við at draga okkum í rættin, sigur Leif Andersen.

Einasta navnið, sum ikki er bíliga til keyps frá Leif Andresen og Johan Joensen er www.faroeship.com. Hetta domænið ælta teir at brúka til ein føroyskan skipaportal.

Keyp og søla av domænenøvnum er ikki nakað smápengaputl. Fyri ikki so langari tíð síðan varð navnið www.business.com selt fyri 52 milliónir krónur og www.year2000.com varð selt fyri 74 milliónir.