Ein tann fyritøkan, ið hevur drúgvastu royndirnar við innflutningi av týskum bilum til Føroya, er JB-Bilar. Síðan 1995, tá avgjaldslækkingar høvdu við sær, at tað fór at loysa seg at innflyta brúktar bilar úr Týsklandi, hevur fyritøkan innflutt hundraðtals bilar fyri føroyskar bilkeyparar.
Jens Pauli Dahl eigur og rekur JB-Bilar. Hann ávarar ímóti at fólk sjálvi at bíleggja sær bilar frá týskum bilasølum.
? Fara fólk sjálvi til verka og bíleggja sær ein bíligan brúktan bil um internetið ella telefon beinleiðis frá einum týskum seljara, so kunnu tey nærum vera vís í, at tey verða snýtt. Týsku seljararnir vita væl, hvat teirra brúktu bilar eru verdir, og teir lata ikki ein bil fyri minni uttan so, at har er okkurt, sum ikki ruggar rætt. Bilurin kann hava havt ein stóran skaða ella kilometurteljarin kann vera stillaður nakrar hundrað túsund kilometrar aftur. Slíkt sæst ikki á bilinum, men minkar stórliga um virðið á honum. Eg veit um fleiri, sum hava brent seg av at bíleggja sær bil sjálvi.
Kilometurteljarin kann lúgva
Jens Pauli kann sjálvur vátta søgurnar um, at summir týskir bilseljarar flyta kilometurteljararnar á teimum bilum, sum teir selja.
? Fyrstu árini eg innfutti bilar, kom tað fyri, at eg innflutti bilar, sum heilt týðuliga høvdu koyrt nógv meir enn kilometurteljarin vísti. Tað hendir tó ikki longur, tí nú keypi eg bara frá nøkrum heilt fáum seljarum, sum eg havi alla orsøk at líta á.
Tað er eingin trupulleiki at broyta kilometurteljaran, um tú hevur røttu útgerðina, og tað hava nógvir brúktbilaseljarar í Týsklandi. Tað sæst ikki á einum góðum bili at hann hevur koyrt 600.000 kilometrar á týsku motorvegunum. Hann kann síggja púra nýggjur út. Tí skal man vera øgiliga ansin og halda seg til teir røttu seljararnar, sigur Jens Pauli Dahl.
Hann ræður tí fólki til at ferðast niður til Týsklands at finna ein brúktan bil, um tey sjálvi vilja innflyta bilin.
? Ein slík ferð skal planleggjast væl áðrenn. Tað krevur rættiliga nógv arbeiði at flyta ein bil úr Týsklandi til Føroya, og tað skalt tú alt hava fyrireikað teg uppá áðrenn. Eisini er umráðandi at tú bara fert til autoriseraðar bilsølur, tí tá er vandin fyri at verða tikin við nøsini nógv minni.
Veitir keyparum trygd
Tað eru tó tey fægstu, sum velja at ferðast allan vegin til Týsklands eftir einum bili. Tey venda sær heldur til onkra av teimum føroysku fyritøkunum, sum hava spesialiserað seg innan fyri innflutning av bilum úr Týsklandi. Og verður farið til røttu fyritøkuna, er hetta ein at kalla skotsikkur trygd ímóti at verða snýttur, sigur Jens Pauli Dahl.
? Eg haldi meg til bert at keypa bilar frá fýra ávísum seljarum í Týsklandi. Hesar havi eg handlað við í seks ár eftirhondini, og eg veit, at eg kann líta á teir, tá eg keypi ein bil frá teimum. Harafturat veiti eg øllum keyparum treytaleyst garanti ímóti øllum brekum teir fyrstu tríggjar mánaðirnar, eftir at eigarin hevur fingið bilin. Er nakað brek, so taki eg bilin aftur og hefti fyri hann, og áðrenn bilurin verður latin keyparanum er hann gjølla eftirkannaður av okkum. Soleiðis fær keyparin trygd fyri, at einki er galið við bilinum, tá hann fær hann, og tí er hetta ein nógv tryggari loysn enn um keyparin sjálvur innflytir bilin.
Fleiri enn túsund bilar innfluttir
Eigarin av JB-Bilum metir talið á brúktum bilum, sum føroyingar hava innflutt úr Týsklandi síðan 1995, liggja oman fyri túsund. Sjálvur innflutti hann umleið hundrað bilar um árið tey fyrstu árini. Nú innflytir hann umleið 50 bilar hvørt ár. Orsøkin til at talið er minkað er partvís, at alsamt fleiri fyritøkur eru farnar undir at innflyta brúktar bilar til Føroya, og partvís at eftirspurningurin ikki er so stórur longur. Eftirspurningurin er eisini broyttur nakað hesi seinastu árini.
? Fyrstu árini vildu fólk fyrst og fremst hava dieselbilar. Tá innfluttu vit sera nógvar Golfar og annars ymisk sløg av bilum við diesel motorum. Men hesi seinastu árini hevur størsti eftirspurningurin verið eftir teimum meira ekslusivu týsku bilunum so sum BMW, Mercedes. og teimum betru VW modellunum. Og meðan viðskiftafólkini fyrr vóru fólk av øllum slag, so eru tað nú mest fólk, sum tjena væl, ið bíleggja sær bil. Ofta eru tað yngri sjómenn.
Týskarar fara væl um
Jens Pauli Dahl hevur eina greiða meining um, hví brúktir týskir bilar eru so nógv eftirspurdir í Føroyum.
? Brúktir týskir bilar eru, so at siga uttan undantak ógvuliga væl hildnir. Týskarar hava ein heilt annan bilmentalitet enn til dømis vit føroyingar og duga nógv betur at fara við bilum. Har er hugbururin tann, at hevur tú ráð at keypa ein góðan bil, so hevur tú eisini ráð at halda hann við líka og koyra hann á verkstað til oljuskift og serviceeftirlit. Tað er fyri mær at síggja tann størsti fyrimunurin við at innflyta brúkta bilin úr Týsklandi. Tað er ikki altíð bíligari at innflyta ein brúktan bil enn at keypa ein tilsvarandi bil í Føroyum, men tann innflutti bilurin er í nógv betri standi enn bilurin, sum hevur koyrt øll síni ár í Føroyum, sigur Jens Pauli Dahl, ið bert keypir bilar úr Týsklandi.
? Nakrir keypa eisini bilar úr Belgia og Sveits, men har hava bilarnir koyrt á verri vegum og eru eftir mínum tykki ofta ikki eins væl hildnir sum teir týsku bilarir.
Jens Pauli Dahl hevur ta fatan, at viðskiftafólk hansara eru glað fyri sínar innfluttu bilar, og fleiri hava longu bílagt sær bil frá JB-Bilum á øðrum sinni.
Men á summum av landsins bilasølum eru tey ikki so fegin um stóra innflutningin av brúktum bilum til landið, tí hetta minkar sjálvsagt um søluna av nýggjum bilunum.
? Summar bilasølur vilja treyðugt taka týsku bilarnar inn á verkstøðini, men eg haldi, at hesin trupulleikin er í minking nú verkstøðini hava sæð, at tey kunnu fáa rættiliga fitt burturúr at servisera teir nógvu innfluttu bilarnar, sigur Jens Pauli Dahl, ið eigur og rekur JB-Bilar.