Markið fyri, nær ein jólagáva frá arbeiðsgevara verður skattað, er hækkað úr kr. 500 upp í kr. 1.500. Hetta stendur at lesa í nýggjasta tíðindabrævinum frá grannskoðaravirkinum Rasmussen og Weihe.
Hetta merkir, at starvsfólk kring landið óivað kunnu byrja at gleða seg til at arbeiðsgevarin fer at geva teimum ein serliga stóran og góðan pakka í ár. Í tíðindabrævinum stendur víðari at lesa, at eftir lógini eru gávur skattskyldugar, og verður gáva latin í peningi ella gávukorti, er hon skattskyldug uttan mun til upphædd.
Tað eru gávur við serstøkum høvi í naturalia frá arbeiðsgevara, sum eru skattskyldaður, tá ið prísurin ikki fer upp um 1.500 íroknað Mvg. Fer prísurin upp um 1.500 íroknað, skal øll upphæddin skattast.
Av øðrum forvitnissligum í Tiðindabrævinum kann eisini nevnast, at skattastigin frá 1. januar 2001 er broyttur. Hetta merkir, at Botnfrádrátturin, t.e. tann parturin av inntøkuni, sum ikki verður skattaður, verður hækkaður frá 17.000 til 19.000. Komandi ár verður botnfrádrátturin 21.000 kr. Eisini aðrar broytingar eru gjørdar. Í Tíðindabrævinum hjá Rasmussen og Weihe verður roknað við, at hetta fer at kosta kommunum 50 mío í ár og 30 næsta ár.