Teldufyritøkan Com Data hevur seinastu mánaðirnar ment eina nýggja fakturaskipan. Royndir frá egnum skipanum sum Lundanum og øðrum hava verið við til at mynda Sildberan, sum nú er klárur at taka í nýtslu
Nú hevur Lundin fingið ein stórabeiggja. Talan er um Sildberan, sum er nýggja fakturaskipanin, sum teldufyritøkan Com Data í Klaksvík hevur ment.
Sildberin verður sýndur fram á sølustevnuni um vikuskiftið, og skipanin, sum hevur verið royndarkoyrd hjá útvaldum virkjum, er nú klár til at taka í nýtslu.
? Hetta er ein sera einføld skipan, har vit hava lagt dent á, at skipanin skal verða góð og liðilig at brúka, sigur Símun Michael Sørensen, sølumaður hjá Com Data.
Sildberin er ein sjálvstøðug fakturaskipan, sum tó kann virka saman við øðrum skipanum. Hon arbeiðir í Windows-stýriskipanini, og útsjóndin á skipanini er eisini í tráð við hetta.
? Sildberin er ein føroysk loysn. Alt arbeiði í sambandi við Sildberan er gjørt her í húsinum, sigur Símun Michael Sørensen.
Com Data hevur áður ment skipanir av ymsum slagi, og Lundin má verða ein tann best kenda skipanin frá teldufyritøkuni.
Lagast til brúkaran
Sildberin kann brúkast til at halda skil á sølu og keypi, og nógvir møguleikar eru fyri at koyra aðrar skipanir saman við Sildberanum. Tað ber til at hava kassa, hondterminal, tolláheitingar, goymslustýring og annað saman við Sildberanum.
? Sildberin hevur varð-veitt somu eyðkennini sum Lundin hevur. Kundin stýrir stýrir skipanini, og allar vanligar útskriftir og skermmyndir eru til og lúka føroyskan tørv.
? Ein góð fakturaskipan skal verða løtt at brúka, og hon skal ikki skapa óneyðugar trupulleikar, tá arbeitt verður við henni. Sildberin kann lagast til tørvin hjá tí einstaka brúkaranum, og tí er hon sera smidlig at brúka, sigur Símun Michael Sørensen.
Com Data fer at sýna nýggju fakturaskipanina fram á sølustevnuni um vikuskiftið.