Jólasøla
Aftur í ár skipar Føroya Heimavirkisfelag fyri tí afturvendandi jólasøluni. Hon verður í Badmintonhøllini leygardagin 1. og sunnudagin 2. desember.
Føroya Heimavirkisfelag hevur limir runt í øllum Føroyum, bæði kvinnur og menn, ung sum gomul. Ein og hvør kann vera limur í felagnum.
Á jólasøluni fara umleið 32 einstaklingar at hava básar. Her verður alt møguligt at fáa til keyps, og eru allir lutirnir virkaðir í Føroyum ? teir flestu við hond. Uttan iva verða nógvar jólagávur seldar á jólasøluni, tí har kanst tú fáa útklipp, dekoratiónir, lutir úr gandadeiggi, barnaklæðir, troyggjur, húgvur, nissur og annað - jólaprýði ella ikki.
Frá Heimavirkisfelagnum siga tey, at sølan er ógvuliga væl dámd, og plagar tað at verða eitt ógvuliga hugnaligt tiltak. Nógv fólk vitja á hvørjum ári jólasøluna.
Í Badmintonhøllini fer eisini at vera ein café, sum fer at selja kaffi, te, smyrjibreyð við føroyskum viðskera, køkur, rís a la mande og annað gott, so fólk ikki ganga svang og hyggja eftir lutunum.
Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag letur upp leygarmorgunin klokkan 10 og letur aftur klokkan 20.00. Sunnudagin er opið frá klokkan 14 ? 19.