Danmark. Men hesum túrinum koma fyrst og fremst føroyingar at gera nýtslu av. Nú Noregs- og Skotlandstúrarnir falla burtur, síggja vit sjálvsagt ikki ferðafólk úr hesum londunum í egnum bili aftur í Føroyum [...] Nú hitt almenna yvirtekur Smyril Line, verður boðað frá, at Norrøna skal gevast at sigla til Noregs og Skotlands. Frameftir skal skipið einans sigla beinleiðis til Íslands umvegis Havnina, heldur enn at [...] gestum frá europeiska meginlandinum, sum vitjaðu Føroyar á ferðini til Íslands ella á veg heimaftur, nú verða burtur, tí tey eftir nýggju ferðaætlanini fara at gera ferðina til Íslands uttan at steðga á
langt um leingi er líkt til, at Simona Dziugyte nú er um at finna seg rættiliga inn á liðið. At skotini eru knallhørð, hevur ongan tíð verið nakar ivi um, men nú tykist tað loksins vera so, at hon og liðfelagarnir [...] sín tykist hon longu nú vera ávegis at gerast ein av grundstuðlunum á liðnum. Hóast vit enn ikki hava rokkið endan á grundspælinum, so var spæl hennara av slíkum slag, at hon longu nú eigur at vera favorittur [...] hálvleik, var tað Neistin, sum alt fyri eitt leyp avstað í seinna hálvleiki, og fleiri mundu tá hugsað, at nú fall Kyndil saman. Tað gjørdu tær tó ikki ta ferðina, men stríddu seg heldur uppaftur, soleiðis at
Nú kemur spurningurin um suðuroyarsiglingina fyri løgtingið. Tað er Hendrik Old, løgtingsmaður fyri Suðuroynna, sum er í ferð við at snikka eitt uppskot til, sum skal leggjast fyri tingið um at lata ú [...] nógv at flyta farm út í útoyggjar. Somuleiðis varð víst á, at tað er nógv dýrari at flyta farm, eitt nú landbúnaðarvørur, av útoyggj, inn á meginøkið.Alt hetta ger tað nógv truplari og dýrari at búgva á [...] sum vinnulívið í útoyggj ikki verður verður kappingarført við vinnulívið á meginøkinum. -Tí skutu vit upp í vár, at tingið setti eina millión av til ymsan stuðul til tey, sum búgva í útoyggj, sigur Hendrik
áhugaverd uppgáva. Nógv av parkeringshúsunum, vit síggja, eru so óendaliga keðilig. Í Fraklandi eru tey kend fyri at gera meira burtur úr parkeringshúsunum við eitt nú glasi og ljósi, og eg haldi, at hetta er [...] 270 bilum í húsinum, sum annars er bygt soleiðis, at byggjast kann oman á tær fimm hæddirnar, sum nú eru. - Tað er lætt hjá bilførarum at koma inn í húsið, og tað er lætt at sleppa útaftur. Tú koyrir upp-og [...] prýtt í Vejle, er 16 metrar høgt og átta metrar í tvørmát. Tróndur sigur, at tað eru nógv verk úr glas-mosaik, sum eru nógv størri enn listarverkið í Vejle, men hann hevur ongantíð hoyrt um eitt samanhangandi
sjúkrahúsi, og bara fremmandafólk eru um hana. Tá kettlingurin doyr, og mamman setir seg niður hjá gentuni og uggar hana. Kettlingurin spælir í himli, sigur mamman. “Vit sótu tigandi eina løtu. So reistist [...] Studentafelagsins, kr. 198,- Útlendskir rithøvundar skriva um almennar trupulleikar og menniskju, sum vit øll kunnu kenna okkum aftur í. Føroyingar skriva um bygdina ella seg sjálvan. Nakað soleiðis hugsaði [...] fingu hinir útlendsku rithøvundarnir. Síðani vendi orðstýrarin sær til Sólrúna og segði: Og so hava vit Sólrún Michelsen. Hon hevur skrivað eina bók um mammu sína. Einki annað. Í næstu viku fær kanadiski
arbeiðið í gongd. Ikki partapolitikkur Av tí at vit enn virka í felag í hesum máli ? tey politisku feløgini í Vágum ? og vit enn halda, at málið hevur tað best, um vit ikki hvør í sínum lagi royna at heysta p [...] Fyrstu tríggir fjórðingarnir av greinini eru samanumtøka av valúrslitinum og meting av, hví tað tørnaði soleiðis út, sum tað gjørdi. Hesum partinum kann eg taka fult undir við. Vágafólk vístu týðiliga [...] løgmaður við júst hesum málinum sum páskoti setti Sámal Petur úr starvi. At støðan hjá Vága umboðunum nú gjørdist ræðulig er einki at siga til. Feløg teirra kravdu teir at taka stuðulin til samgonguna aftur
spælarum, ið eru sum vaksnir menn. Teir eru fullvaksnir, skjótir og sterkir samstundis sum teir hava allar førleikar at spæla. Hvørji perspektiv sært tú í at tapa 2-14 í trimum dystum? - Vit síggja hetta [...] fyri eins góðum mótstøðuliðum næsta ár. Men um vit verða eitt sindur hepnari í lutakastinum, og um menningin av okkara spælarum heldur fram, so halda vit, at tað sær ikki so galið út. Ungarn Eitt sindur [...] Ungarn og 1-4 móti Svøríki - so heldur venjarin, Bill Jacobsen, at avrikið hevur verið á góðari leið: - Vit vóru greiðir yvir, at avbjóðingarnar fóru at verða ógvuliga stórar. Sammett við U 17 EM undankappingini
tænastan verða innan fyri lágmark, er neyðugt at økja hana við 5 mió. krónur. Nú fíggjarlógaruppskotið er lagt fram síggja vit, at henda játtanin verður 2,1 mió. krónur størri komandi ár í mun til í ár. [...] í nógv ár, kanska nakrantíð og upphæddin í sjálvum sær kann tykjast sum nógvir pengar. Men hyggja vit at upplegginum til fíggjarlógina, sum Mentamálastýrið hevur gjørt og sum Sosialurin hevur fingið innlit [...] um ráðlegging, skúlabókasavn, leiðslu, KT-vørðar og annað. Hesar bindingar kosta 6 mió. krónur, sum eru neyðugar, skal Mentamálastýrið liva upp til sáttmálan. Økta næmingatalið komandi ár, sum er mett at
hetta, sum hendir. Tað síðsta er, at 40-50 starvsfólk á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Vági nú eru send heim í jólafrí uttan løn (frá Bakkafrost), men har ALS – tú og eg – rindar lønina. ALS er ein ómetaliga [...] Er tað rímiligt, at vit skulu rinda eitt hægri ALS-gjald, fyri at nakrar av ríkastu fyritøkunum í landinum kunnu senda starvsfólk hjá sær í ALS part av árinum? Tað haldi eg ikki, men tað er júst hetta [...] fiskiskap í sambandi við kryvjivirkir. Eitt sindur øðrvísi er við uppsjóvarvirkjunum, sum hóast alt eru tengd at fiskiskapinum hjá uppsjóvarskipunum. Men í hesi vinnu er ikki óvanligt, at arbeitt verður
leggja leiðina innar. Hesin hugburður, við avslappaða huglagnum á verkstaðs-kaffistovuni, har øll eru vælkomin, er eyðkent fyri íslendska vágbingin, og hóast kanska trongt millum veggja, so er tað ongin [...] møtumikið at møta fólki, um um tey krevja nakað av tær. Hóast okkara yvirskot annars - ...so hava vit ikki altíð menniskjasligt yvirskot. Men tíbetur finnast fólk, ið hava orku, vælvvilja og menniskjasligt [...] Frelsunarherurin í Føroyum var formliga stovnaður 23. oktober 1924. Fyrst í Havn. Og í Vági kunnu vit fegnast um, at hóast roynt var aðrastaðni, so fekk Frelsunarherurin gróðrarlíkindi her í bygdini, og