Hevur gjørt megnararbeiði fyri Vejle kommunu

Tað er nógv arbeiði av einum listarverki, sum tilsamans er út við 300 fermetrar stórt. Tað noyðist Tróndur Patursson og teir handverkarar, sum hava hjálpt honum at brenna og seta upp, at sanna, nú hann í Danmark hevur avrikað sítt lívsverk

Bygging og list

Tróndur Patursson hevur nevniliga seinastu tvey árini arbeitt við at gera eitt risa listarverk, sum í dag prýðir elevator-og trapputornið í einum nýggjum parkeringshúsi, sum kommunan í Vejle hevur latið byggja.
Í grein í donskum blaði stendur, at talan er um eitt listarverk, sum kostar 40 miljónir krónur, men hetta er eitt skot langt við síðuna av.
Tað er bygningurin, sum er í fimm hæddum, ið tilsamans kostar út við hesar 40 miljónir krónurnar.
"Vejle kommune har bestilt kunstværk til 40 millioner... " stendur í danska blaðnum.

Ein miljón
- Nei, hetta er vrøvl, sigur Tróndur Patursson.
Hann metir, at tann parturin, sum hann og hansara teknikarar hava gjørt saman við øllum útreiðslum til leigu av verkstaði og einari høll, tilsamans fer at liggja um eina miljón krónur.
- Hetta er eitt velduga stórt arbeiði, og eg haldi, at hetta er alt ov bíligt. Hetta hevur givið mær eina ársløn hesi bæði árini, men hetta er ikki nakað, eg eri vorðin ríkur av.
Tróndur vísir á, at tað er ein stór ábyrgd at átaka sær eitt so stórt arbeiði.
- Sjálvandi er tað arbeiði, sum gerast skal, í sær sjálvum ógvuliga stórt, men tað strævnasta er tann ábyrgd, sum liggur í hesum.
Hann sigur, at líkamikið, hvussu væl eitt slíkt arbeiði verður fyrireikað, so veitst tú ikki, fyrr enn verkið stendur liðugt, hvussu tað tekur seg út, bæði innan-og uttanífrá.
- Men eg eri væl nøgdur, nú hetta er liðugt. Eg eri betri nøgdur, enn eg væntaði, at eg fór at vera, tá ið eg fyri tveimum árum síðan fór undir at leggja hetta arbeiði til rættis. Um kvøldarnar lýsir tornið sum ein viti, leggur hann aftrat.

Lívsverk
Í samrøðuni við danska blaðið, sigur Tróndur, at hóast hann hevur gjørt nógv stórarbeiði innan listina, má hetta kortini sigast at vera hansara lívsverk.
Listarverkið í málaðum glasi er eitt av heimsins størstu av sínum slagi.
- Hetta er helst mítt lívsverk, sigur listamaðurin við danska blaðið - og nikkar, og líkasum vil staðfesta hetta yvirfyri sær sjálvum, skrivar blaðið.
Í greinini verður sagt, at hetta hevur verið ein risaavbjóðing fyri Trónd.
- Ikki bert av støddini, sum ger tað trupult at hava yvirlit yvir listarverkið, har hann stundum noyðist upp í ein seks metra høgan stiða at síggja tað, hann hevur gjørt og fyri at síggja, hvagar pensilin nú skal flytast, skrivar blaðið.
Fólk, sum brúka trappuna í torninum, fara at síggja út ígjøgnum glasið og út ígjøgnum múrarnar í bygninginum. Um kvøldarnar er ljós í torninum, soleiðis at fólk kunnu síggja, hvar tey ganga. Tað merkir, at ljós soleiðis eisini sæst út ígjøgnum glasið.
Lagt verður aftrat, at listarverkið er ein súla, og tað merkir, at tú sært ikki alt í senn, men í stórum "bitum" alt eftir, hvar tú stendur.

Tað ósjónliga
Tróndur Patursson hevur gjørt fleiri modellir og at enda hevur hann teknað listarverkið upp á gólvinum í stóru høllini, sum varð leigað til endamálið.
- Eg royni at gera tað ósjónliga sjónligt og náa inn í tað, sum ikki sæst. Tí máli eg ikki náttúralistiskt, sigur Tróndur við danska blaðið.
Donskum bløðum so líkt, verður lagt aftrat, at tá ið Tróndur málar ella arbeiðir við glarlist í sínum heimliga umhvørvi, letur hann hurðina upp og lurtar eftir havinum.
- Havið er hansara radio, hansara tónleikur, skrivar blaðið.
Tróndur sigur, at stórt arbeiði var lagt í at fáa parkeringshúsið og harvið listaverkið liðugt undan valinum í Danmark.
Hann veit at siga, at pláss er fyri umleið 270 bilum í húsinum, sum annars er bygt soleiðis, at byggjast kann oman á tær fimm hæddirnar, sum nú eru.
- Tað er lætt hjá bilførarum at koma inn í húsið, og tað er lætt at sleppa útaftur. Tú koyrir upp-og niðureftir einum "snigli".

Ikki keðiligt
Tróndur sigur, at onkur hevur havt á munni, um tað ikki er keðiligt at skula prýða eitt parkeringshús við so nógvari list, tí oftast er talan um mentanarhús av ymiskum slagi, sum gjørt verður burtur úr.
- Men tað haldi eg ikki, tvørtur ímóti. Eg haldi, at hetta hevur verið ein ógvuliga áhugaverd uppgáva. Nógv av parkeringshúsunum, vit síggja, eru so óendaliga keðilig. Í Fraklandi eru tey kend fyri at gera meira burtur úr parkeringshúsunum við eitt nú glasi og ljósi, og eg haldi, at hetta er positivt.
Hann sigur, at hann heldur er errin av júst at hava verið við til at gera eitt parkeringshús meira menniskjansligt.
Tróndur sigur, at neyðugt var við stórum og tíðarkrevjandi fyrireikingararbeiði til hetta stóra listarverk, og eitt nú mundi tað taka tað mesta av einum ári at gera skitsurnar. Men frá tí, at hann fór í gongd við at mála, tók tað átta mánaðir at fremja arbeiðið í verki.

Lítið heima
- Eg havi verið lítið heima í Føroyum, síðan eg fór undir hetta arbeiði, sigur hann.
Tornið, sum hann hevur prýtt í Vejle, er 16 metrar høgt og átta metrar í tvørmát.
Tróndur sigur, at tað eru nógv verk úr glas-mosaik, sum eru nógv størri enn listarverkið í Vejle, men hann hevur ongantíð hoyrt um eitt samanhangandi listarverk úr glasi, sum er so stórt sum hetta.
- Hetta er eitt samanhangandi listarverk, sum er málað á gólvinum og síðan sett saman, sigur Tróndur Patursson í samrøðu við Sosialin.