Sjálvsagdur sigur til Neistan

Hóast Kyndil í løtum spældi upp til Neistan, so tóktust tær grønu ongan tíð veruliga at trúgva upp á møguleikan, og so gjørdist talan enn einaferð til bláan sigur í grannauppgerðini

Kvinnuhondbóltur

Ikki síðani 15. oktober í 2000 hevði besta kvinnuliðið hjá Kyndli vunnið á Neistanum, og henda staðfestingin er eisini galdandi eftir seinnu lokaluppgerðina millum havnarliðini í grundspælinum.

Søguligu bondini
Og kanska var tað eisini júst hendan søguliga staðfestingin, sum gjørdi munin í grannauppgeðrini sunnudagin. Her var talan nevnliga størsta partin av tíðini um dyst millum tvey rættiliga jøvn lið, men tá tað veruliga ráddi um at halda høvdið kalt, sýndi Neistin somikið nógv størri sjálvsálit, at sigurin tóktist vera mest sum sjálvsagdur.
Størsta tekini um hetta mundi vera miðskeiðis í seinna hálvleiki. Eftir ein sera javnan fyrra hálvleik, var tað Neistin, sum alt fyri eitt leyp avstað í seinna hálvleiki, og fleiri mundu tá hugsað, at nú fall Kyndil saman. Tað gjørdu tær tó ikki ta ferðina, men stríddu seg heldur uppaftur, soleiðis at við ein8um korteri eftir stóð alt aftur javnt.
Við øðrum søguligum tølum í bakhøvdinum kundi væl verið, at hetta vildi nervað Neistan, men so var tó ikki. Heldur ikki tóktist hetta viðføra, at Kyndil nú av álvara tevjaði sigurin, tí júst sum tær komu upp á javnt, fall korthúsið hjá teimum grønu saman.
Við átta málum á rað innan tíggju fór bláa liðið strúkandi avstað, og so var tann dysturin í roynd og veru liðugur.

Fleiri orsøkir
Eftir eina somikið brádliga avgerð skerst ikki burtur, at spurningar verða settir um, hví tað nú eina ferð gekk so, sum tað gjørdi.
Sum nevnt, so er søguligi parturin í stríðnum millum liðini bæði ivaleyst ein frágreiðing, men tað er so heldur ikki tann einasta.
Fyri Neistan mundi tað í øllum førum vera hugaligt at staðfesta, at tað langt um leingi er líkt til, at Simona Dziugyte nú er um at finna seg rættiliga inn á liðið. At skotini eru knallhørð, hevur ongan tíð verið nakar ivi um, men nú tykist tað loksins vera so, at hon og liðfelagarnir hava fingið spælið at koyra í felag. Partvíst eisini tí Christina Holm er somikið røsk at skapa pláss inni frá strikuni.
Og so hevur liði eisini fingið enn eitt álopsvápn í Ásu á Neystabø. Hóast unga aldur sín tykist hon longu nú vera ávegis at gerast ein av grundstuðlunum á liðnum. Hóast vit enn ikki hava rokkið endan á grundspælinum, so var spæl hennara av slíkum slag, at hon longu nú eigur at vera favorittur til heitið sum ársins stjørnuskot.
Hjá Kyndli er einki at ivast í, at venjingin komandi vikurnar fyrst og fremst eigur at vera av sálarligum slag. Manningin á liðnum er á pappírinum bæði sterk og breið, og tí er tað merkisvert, at liðið heldur til á næst niðasta sessinum, nú grundspælið er um at vera runnið.
Júst breiddin í hópinum tykist tó onkursvegna at vera ein trupulleiki, tí tað er sjáldan at leikarar fáa stundir at »etablera« seg á sínum sessi. Nýggir og ómóðir leikarar standa alla tíðina til reiðar at koma inn, og tí hendir tað seg ferð eftir ferð, at liðið missir rútmuna í spælinum.
Og so skal liðið eisini fáa verjuspælið at rigga, um vónir skulu verða um eina hægri endastøðu. Hóast Fríða Petersen í ár veruliga tykist hava stigið frá talenti til góðan málverja, so rapa framvegis ov nógv mál inn. Men hetta hongur kanska eisini saman við viljanum hjá leikarunum at geva seg nóg mikið í nærdystunum. Snøgt sagt tykist tað so, at vánaligu úrslitini seinastu tvey árini hava viðført, at leikararnir »góðtaka« at tapa, og tað er fyrst og fremst tann hugburðurin, sum eigur at broytast, um úrslitini skulu betrast.

Dysturin í tølum
Kyndil-Neistin 21-27 (10-11)
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 10(6), Iliana Manolescu 5, Jensia Peteren 2, Annika Thomsen 2, Annika Ljósstein 1, Heidi Maria Akselsen 1
Neistin: Simona Dziugyte 12(3), Ása á Neystabø 7, Súna Mørk 4, Mildrið Jacobsen 2, Lív Sørensen 1, Rakul Augustinussen 1
Brotskøst: Kyndil 8, Neistin 4
Útvísingar: Kyndil 4, Neistin 4
Dómarar úr H71. Jákup Símun Simnosen & Bárður Brimvík.