Beinleiðis: Mjølnir er Føroyameistari!

in.fo hevur beinleiðis tekstafrásøgn frá FM finalunum í flogbólti í dag

 

Vælkomin til beinleiðis tekstafrásøgn á in.fo, har vit siga frá hvussu gongur í aðru FM-finaluni ímillum Mjølnir og Fleyr.

Mjølnir vann fyrstu finaluna 3-1, so klaksvíkingar kunnu gerast Føroyameistarar í dag.

Vinnur Fleyr, so verður alt avgjørt við einum einasta settið í morgin, har spælt verður upp í 15 stig.


Til ber eisini at fylgja við finaludystunum í dag á FM1 ella á stroymingini hjá KvF. (Trýst her fyri at lesa nærri)

 

Les beinleiðis tekstafrásøgn niðanfyri:

2-1 til Mjølnir try sett!

 

1. sett

Fyrsta settið er komið væl ígongd, og Mjølnir hevur spakuliga fingið yvirvág.

15-11 til Mjølnir í fyrsta settið 

18 - 18

Eftir time-out kemur Fleyr nógv betri við og servar nú fyri leiðsluni

 

21-19 til Mjølnir

Mjølnir tekur leiðsluna aftur og Fleyr tekur sítt seinna time.out.

 

22-19 til Mjølnir

Philip Freere er snildur og prikar bóltin í gólvið

 

22-21 til Mjølnir

Rói Hentze við øgiligum smahsi

 

23-23

Fleyr javnar aftur við góðum blokki

 

23-24 til Fleyr

So hevur Fleyr brádliga sett-bólt! Øgiligt comeback!

 

24-24

Servan fer framvið

 

25-25 til

Aftur væl spælt upp til smash hjá Fleyr, men Mjølnir svarar beint aftur

 

25-26

Aftur settbóltur til Fleyr eftir mistak av Mjølni

 

26-26

Nú er tað Mjølnir, ið ikki vil geva seg.

Stefan Olsen servar

 

26-27 til Fleyr

Fjórði settbóltur til Fleyr!

Mjølnir tekur time-out

 

27-28

Mjølnir fyrst við frálíkum smashi , men gera so eitt mistak.

 

27-29 - 1-0 til Fleyr!

Øgiligt comeback frá Fleyr! Frá 17-12 vendi dysturin púrasta, og við fimta settbóltinum tók Fleyr av!

 

2. sett

6-7 til Fleyr

Nú er tað Mjølnir , ið kemur aftur. Fleyr var framanfyri við fýra, men Mjølnir hevur minkað um munin

6-9 til Fleyr

So rennur Fleyr undan aftur og Mjølnir tekur time-out

12-13 til Fleyr

Mjølnir nærkast og nú ger Fleyr eitt mistak við dupultsslagi, áðrenn eitt lumpisligt skot endar í gólvinum hjá Fleyr

14-13 til Mjølnir

Thorvald Danielsen hevur servað frá 9-13 til 14-13!

17-17

Nú skiftast tey um stigini

 

20-20

Fleyr ger dýra netvillu

20-21

Serligt stig, ið verður vunnið burturúr ongum, tá ið fyrsti bólturin alt fyri eitt verður sendur í gólvið hjá Mjølni

21-22

Rasmus Mortensen Potts avgreiðir gott spæl við góðum smashi

22-23

Mjølnir svar beinanvegin, og so er stóru ivi um hvar næsta stigið fer. Dómaran sigur at Fleyr eigur bóltin.

23-23

Servuvilla hjá Fleyr

23-24

Settbóltur til Fleyr!

25-24

Dysturin koppar aftur eftir at ein Fleyrserva fer úr, og eitt øgiligt smash er ógjørligt hjá Fleyr at verja.

Settbóltur til Mjølnir!

26-25

Og so rullar dysturin í hitt borðið! Settbóltur til Fleyr!

26-26

27-26!

Og so hinvegin aftur! Ótrúligur spenningur! Mjølnir hevur settbólt

28-26 til Mjølnir og 1-1 eftir tvey sett uppá ein hálvan tíma hvørt.

Tað er Philip Freere sum smashar av vinstra vongi og avger setti!

 

3. sett

9-6 til Mjølnir

Eftir javna byrjan fær Mjølnir eina frástøðu á stigatalvuni

13-10 til Mjølnir

Yvirvágin hjá Mjølni heldur fram

 14-14

Dystinum so líkt, verður javnt aftur

15-15

Mjølnir tekur time-out

Dysturin heldur fram við at rulla sum í dyllukoppi

 

16-18

Móttøkurnar hjá Fleyr eru góðar nú, og Fleyr leggur seg á odda

18-18

Nú er tað Mjølnir, ið hevur tamarhald á bóltinum, áðrenn Fleyr ikki fær bóltin yvirum aftur

20-20

Her ríður aftur um snarið í triðja setti

23-21 til Mjølnir

Hans Fróði hjá Fleyr ger dupultslag

23-22 servuvilla

24-22

Settbóltur til Mjølnir!

25-22 og 2-1 til Mjølnir!

Hesaferð var ikki leikt so langt yvirum tey 25 stigini. Fleyr ger ov nógv mistøk í hesum settinum, og nú er Mjølnir eittans stig frá Føroyameistaraheitinum