valdur. Dømi er um onkran í USA, sum fleiri ferðir er valdur á henda hátt. Hjá okkum er tað soleiðis, at um annað enn ein krossur er á atkvøðuseðlinum, so verður hann ikki taldur við. Tí er valið nú avmarkað [...] vikuna er nógv futtað av, og tað verður ikki minni í næstu viku, sum tað nærkast fram ímóti leygardegnum 29. oktober, tá ið slagið skal standa. Valdagurin er 29. oktober, men í veruleikanum er ein partur [...] longu avgreiddur, og ein partur verður avgreiddur fram til valdagin. Tann parturin, sum longu er avgreiddur, er tann, at tað leygarkvøldið klokkan 18 var greitt, hvørji valevni tað er møguleiki at velja
teir vóru farnir. Tað kom ein rúgva av posum rekandi, teir flutu lættir í sjónum, so um ein maður hekk við ein posa, hevði hann flotið. Funnin var ein taska hjá Pola. Hon er nú á bygdasavninum í Porkeri [...] drekka sjógv. Hetta hevur alt gingið so skjótt fyri seg, at báturin helst er sokkin sum ein steinur. Hildið hevur verið, at hann er farin eftir gronini til botns. Esso Søldafjørð var sjálvsagt púra ósekur [...] fastur við øðrum blýskógnum og tað gekk ein góð løta at sleppa leysur aftur. Hetta kundi sjálvsagt vera vandamikið, so hann vildi ikki royna aftur. Seinni varð ein hálvur bátur funnin, og hildið var at hetta
hava nú, er ikki tað sama, sum fekk heimastýri fyri 50 árum síðani. Tá var Danmark ein sjálvstøðugt land. Tað er tað ikki longur. Nú er tað ein rættiliga neyvt samanskipaður partur av ES Og ein partur [...] skyldina av hesum, tað hava vit okkara skyld í. Tað, sum er hent er ,at nú er danskur politikkur førdur inn á Føroyar. Føroyar eru blivnar ein kastibløka í donskum politikki. Eg eri púra sannførdur um [...] við. Hetta var fyrstu ferð, at ein flokkur hevur gjørt politiskt sjálvmorð undir einum. Tí fólk fingu tað fatan, at øll skuldu missa ein triðing av lønini yvir ein kamb. Óli Breckmann segði, at líka
hann. Og tað er rætt. Einasta dag, hann roynir at verða í friði, er sunnudag. Ongantíð verið í himmiríki Faðir vár og ein Guðstænasta við hvørt er trúarlívið hjá Tommy. ? Eg hugsi um Guð, sum ein, ið til ber [...] ikki at terpa ? Tommy er ein eygagóður og fittur drongur. Men eisini ein næmingur, sum ikki kann konsentrera seg so longi í senn. Hann er hastigur, leypir ofta upp um har garðurin er lægstur. Tá ið vit arbeiða [...] hissini. Pápin er klaksvíkingur, men Tommy sigur seg ongan kenna í Klaksvík. Heimurin hjá Tommy er Nólsoy. Noyddur í skúla Fyrst á skránni á degnum er skúlagongdin. Skúlin í Nólsoy fær góð skoðsmál frá rokaranum
(Faðir). Føroyska talan er gjøgnumgangandi góð, og eg haldi ikki nakað er at lasta her - Sonne Smith er framúrskarandi. MANGLAR: Í einum filmi upp á tveir tímar má, sum vituligt er, okkurt klippast og annað [...] (hin samankropnaða) eru so góð, sum tað letur seg gera at spæla. Tann minst væleydnaði, haldi eg, er Jóhannes doyparin í ánni - hann tykist ikki serliga sannførandi, men hann er væl betri í fongslinum. Tey [...] hann ger. Filmurin er útgivin av "Inspirational Films", t.v.s., at teir meta filmar sínar at verða innblástar av Gudi eins og bíbliuteksturin!?! (2.Tim.3:16) Filmurin á føroyskum er eitt samstarv millum
Esmar at ganga fyri einki. Tá er tað, at hann fer í holt við at endurskapa Oyra bygd, sum greitt er frá, og her er ikki komið á mál. Men tá ið hann er blivin 90 ár, um heilsan er, roknar hann við, at hava [...] Oyri Oyri er tann gamla bygdin i hesum øki. Hon hevur søgu heilt aftur til 1300 talið. Hetta er eisini bóndabygdin í økinum, sum eisini hevur fostrað ein løgmann í gamlari tíð, nevniliga Hans Jacobsen [...] 1995, men Aksel heldur áfram tíggju ár afturat saman við øðrum. Nú er tað Vónin, sum hevur yvirtikið virksemið, og nú er tað alinótir, sum er grundarlagið fyri virkseminum. Aksel hevur eisini verið deknur
fyrst mekaniskt hjarta Tá ið ein verður vitni til at tvær systrar og fleiri vinfólk doyggja av somu sjúku sum ein sjálvur hevur, er tað ógvuliga lætt at fella í fátt. Spurd, hvat tað var, sum helt teimum uppi [...] fólki í somu støðu. Soleiðis er tað eisini hjá Ólavi og Jonu. Gjøgnum hesa tíðina eru tey komin at kenna heilt nógv fólk við líknandi sjúku. Tað er rættuliga náttúrligt, at ein verður tætt knýttur at hvørjum [...] lívið ikki er ein sjálvfylgja. Har man fyrr plagdi at hoyra tey gomlu fólkini siga »bara man hevur heilsuna«, so eru tað í dag vit, sum siga »bara man hevur heilsuna«, sigur Jona. Gestir ein Guds gáva Haraftrat
mekanikara, sum dugir at umvæla ein Revox. Annar er longu farin at skranta, so tað helst ein spurningur um tíð, hvussu leingi snældurnar mæla afturat. -Eg havi hugsað um hvat eg skal gera við bondini. Eg [...] abbanum og pápanum er tann fyrsta í bandasavninum hjá Olsen. Fangar løturnar Tað mesta, Óli hevur tikið upp, eru sendingar, sum hava verið í Útvarpi Føroya. Og ein stórur partur er siðsøga. Upplestur og [...] nakar hevur áhuga fyri teimum, sigur Óli. Sjálvur er hann gamal drongur, so tað er ongin upplagdur arvingur til bandasavnið. Kanska, heldur hann, kundi ein partur av bandasavninum komið til sín rætt á Norðoya
dampur av nýdripnum kjøti. Hetta er tað, vit møta í serligu dinosaur-framsýningini í Natural History Museum í London. Tað er mánadagur beint eftir middag og ein løta er síðani, at myndamaðurin og eg sendu [...] av skógi og nýdripnum kjøti. Tann dripni dinosaururin er ein Edmontosaurus, sum av óvart er komin burtur frá flokki sínum. Uppi yvir honum stendur ein ungur vaksin Tyrannusaurus og brølar errin av at hava [...] hon er. Beinagrindin er eftirgjørd eftir einum fossili av einum dinosauri av sokallaðu Diplodocus ættini. Tað sær út, sum at hesin góði Diplodocus einaferð hevur verið eitt ræðuligt ódjór. Hann er fleiri
AMARIEL UM INGÁLV Amariel Norðoy er ein teirra, sum tey seinastu mongu árini hevur havt nógv við Ingálv av Reyni at gera. Amariel er á veg til Róm, har hann í desember saman við konuni fer at halda til [...] eitt nú málningin, sum stendur á síðu 177 í bókini um Ingálv. Hann er málaður í 2000, og talan er um framúr listarverk. Á veg til Róm er skoðsmálið frá Amarieli til vinmannin og vegleiðaran, sum nú stendur [...] eisini sera skemtingarsamur og álvarssamur alt í senn. Hvat heldur tú um hann sum listarmann? - Eg hoyrdi Gunnar Hoydal siga í Útvarpinum, at Ingálvur er størsti listarmaðurin, sum vit hava átt, og eg kann