Óli Jákup Jacobsen
Ólavur Thune, føddur Justinusen, er føddur 10. september 1979 í Streymnesi. Hann hevur ongantíð verið ein sum hevur ligið á latu síðuni. Barna- og ungdómsárini hava verið merkt av nógvum likamligum aktiviteti, har Ólavur bæði hevur róð kapp, spælt fótbólt, gingið á fjalli o.s.fr. Ikki ánaði hann tá, at soleiðis skuldi hansara lív ikki halda fram. Deyðasjúkur frá degi til dags Tá ið lívið hjá Ólavi enn var sum hjá teimum flestu, møtti hann í 2001 eini gentu úr Runavík, ta eitt ára yngru Jonu. Tey blivu væl og vórðu tey trúlovað stutta tíð eftir. Fyrsta tíðin sum trúlovað var sum vera man merkt av gleði og kæti. Ikki vistu tey, at ógvuliga harðir sjógvar lógu í nærmastu framtíð. Ólavur hevði tvær systrar, sum frá barni av høvdu ringt hjarta. Tær vórðu tó ikki mettar at vera í serligari vandastøðu. Í februar 2003 fór elsta systurin, Synnøve, til Danmarkar til kontrol. – Tá ið læknarnir sóu støðuna hjá Synnøve, vórðu teir skakaðir. Sama dag, ið Synnøve var innløgd til kanningar, fekk hon hjartasteðg. Støðan var so kritisk, at bert ein mánað seinni varð hon løgd undir skurð fyri at fáa eitt mekaniskt hjarta, sokallað Heartmate 1. Undir skurðviðgerðini orkaði kroppurin hjá Synnøve ikki meira, og andaðist hon á skurðborðinum 24. mars 2003, einans 27 ára gomul, sigur Ólavur. Hann leggur aftrat, at hetta var ógvuliga hart fyri Jonu, seg og alla familjuna. – Ein mánaður er ikki long tíð frá at vera næstan frískur til at liggja í kistuni, sigur hann. Um hesa somu tíð byrjaði Ólavur at merkja, at kroppurin orkaði minni og minni. Hann helt tað tó loyniligt í fyrsta umfari. Á arbeiðsplássinum byrjaðu menn at halda hann vera í so dovnan, men Ólavur royndi av øllum alvi at fylgja við. Eisini spældi Ólavur innandurafótbólt. Men Jona sá, at alt ikki ruggaði rætt, tá ið hann var bæði gulur, bláur og grønur eftir lokna venjing. Spurdur, hví hann ikki fór til kanningar beinanvegin, svarar Ólavur: – Eg tordi ikki. – Eg tordi ikki at hugsa møguleikan, at tað kundi ganga mær sum systrini, so eg leyg fyri mær sjálvum, at hetta nokk mundi fara at ganga yvir, sigur hann. Tá Ólavur so einaferð var í Danmark til kanningar saman við hinari systir síni, Maud, spurdi læknin av reinari tilvild, um Ólavur hevði hug til at verða kannaður. Hann føldi, at alt ikki var, sum tað átti, og valdi hann tí at taka av tilboðnum. Boðini vóru skakandi: Hjartað pumpaði við 40% kraft! Frá at hava verið »frískur« dagin fyri, var hetta sum at fáa ein ordiligan frammaná. Hetta vóru eini ógvuliga tung boð at fáa. – Av allari mótgongd, vit hava møtt á leiðini, hevur hetta verið tann størsta. Synnøve var júst deyð av hesi somu sjúku, og nú vóru tað brádliga vit, sum stóðu fyri skotum, sigur Jona. – Alt hendi í senn. Fyrst doyði Synnøve í mars. Síðan varð í mai staðfest, at Ólavur var álvarsama sjúkur, og sum um tað ikki var nóg mikið, so bleiv hin systurin, Maud, sett á bíðilistan til nýtt hjarta í juni sama ár. Eftir trimum mánaðum vóru lívini hjá okkum púra endavend, og var hetta ein sera torfør tíð, sigur Jona. Ólavur nikkar játtandi. Lagnan vildi heldur ikki, at Maud skuldi klára tað, og andaðist hon í januar 2005, einans 32 ára gomul. Torført at knýta vinarbond Við eini so álvarsliga sjúku sum hjá Ólavi og við at vera so tætt bundin at sjúkrahúsinum, kemst ikki uttan um at møta fólki í somu støðu. Soleiðis er tað eisini hjá Ólavi og Jonu. Gjøgnum hesa tíðina eru tey komin at kenna heilt nógv fólk við líknandi sjúku. Tað er rættuliga náttúrligt, at ein verður tætt knýttur at hvørjum øðrum. Trupulleikin er bara, at tílík vinarbond ikki vara so leingi. Fleiri ferðir hava Ólavur og Jona fingið tey tungu boðini, at aftur eitt av teirra vinfólkum hevði givið upp. – Tað var ein drongur, ið var eitt ár yngri enn eg, og sum eg var serliga tætt knýttur at. Vit høvdu ligið á somu stovu og høvdu tað sera gott saman. Ein dagin høvdu vit saman við hesum drongi avgjørt at fara út at hugna okkum. Vit avgjørdu at fara á eina fína matstovu. Sum Jona og eg gjørdu okkum klár at fara út, ringdi telefonin. Tá var tað frá sjúkrahúsinum, sum segði, at heldur ikki hesin drongurin megnaði at basa lagnuni, og at hann var deyður, sigur Ólavur við rørdari rødd. Fekk fyrst mekaniskt hjarta Tá ið ein verður vitni til at tvær systrar og fleiri vinfólk doyggja av somu sjúku sum ein sjálvur hevur, er tað ógvuliga lætt at fella í fátt. Spurd, hvat tað var, sum helt teimum uppi, hava tey fleiri orsøkir. – Eg havi ongantíð verið tann, sum hevur tolað at tapt. Mítt treiskni eigur uttan iva ein tann størsta leiklutin í, at eg enn eri á lívi. Læknarnir søgdu eisini, at uttan mítt treiskni hevði eg fyri langari tíð síðan verið deyður, sigur Ólavur og ljóðar vísur í síni søk. – Hóast hendan tíðin hevur verið ógvuliga strævin og torfør, hava vit følt, at vit hava verið borin gjøgnum hana. Vit vita, at tað eru nógv fólk heima í Føroyum og her í Danmark, sum hava biðið og enn biðja fyri okkum, og tað hava vit veruliga merkt. Eg veit ikki, hvussu okkara støða hevði sæð út uttan hesi fólkini, sum vit eru heilt ófatiliga takksom fyri, sigur Jona avgjørd. Men tað, sum uttan iva eigur størsta partin av stríðsviljanum hjá Ólavi, eru døturnar Ida og Jenny. – At hugsa um mínar døtur gav mær bara ein ótrúligan vilja til at yvirliva. Eg vildi ikki gera tær faðirleysar, áðrenn tær yvirhøvur fingu møguleikan at kenna pápa sín. Tað er einki at ivast í, at døturnar drivu meg til at berjast fyri lívinum, sigur Ólavur. Ólavur hevur ikki følt seg líka sjúkan alla tíðina. Í byrjanini skuldi hann bert fáa heilivág. Í 2004 var hann noyddur at fáa ein pacemakara. Pacemakarin megnaði tó ikki at halda hjartanum støðugt, og skjótt misti eisini medisinið sína kraft. Ólavur gjørdist bara sjúkari og sjúkari. Til síðst orkaði hjartað næstan ikki at pumpa, einans 12% av megini var eftir. Tann 11. september í 2006 fekk Ólavur so eina mekaniska hjartapumpu, Heartmate 2. – At fáa Heartmate 2 var heilt ótrúligt. Tað var sum at fáa lívið aftur. Knappliga orkaði eg so at siga alt sum eg plagdi at orka, sigur Ólavur. – Ja, og takkað verið Heartmate 2 var lívið hjá okkum í 2007 í roynd og veru júst sum hjá øðrum barnafamiljum. Tó vóru vit enn nógv bundin at sjúkrahúsinum, sigur Jona. Mátti fáa nýtt hjarta í stundini Tað var 16. juli í 2008, at Ólavur og Jona skuldu merkja til teir álvarsligu trupulleikarnar aftur. – Tann 16. juli, ein praktfullan summardag, har sólin skein oman og niðan, kendi Ólavur seg alt annað enn væl til passar. Men kortini avgjørdu vit at fara ein túr út á Hólman at njóta veðrið. Tá vit so skuldi til at koyra heim aftur, segði Ólavur seg ikki at vera føran fyri at koyra, og eg sá, at húðin hjá honum hevði skift lit. Enn einaferð vistu vit, at alt ikki ruggaði rætt og fóru beina leið út á sjúkrahúsið, sigur Jona. Heartmate 2 pumpan virkaði enn. Men við tað, at egna hjarta hjá Ólavi nú næstan ikki slerdi meira, og hjartaklaffarnir vóru vorðnir sera ótættir, rann blóðið bara aftur í hjartað og ikki út í kroppin, sum tað átti. Á sjúkrahúsinum vóru læknarnir ikki í iva, hvat teir skuldu gera. Støðan var so kritisk, at teir sóu seg noyddar til at gera eitt sokallað »urgent call«. Hetta merkir, at boð vóru send um alt Skandinavia, at læknarnir høvdu brúk fyri einum hjarta her og nú. – Tílík boð verða bert givin við lívsvanda, sigur Ólavur. Nú byrjaði tann harðasti bardagin av øllum. Tað einasta, sum kundi bjarga Ólavi nú, var eitt nýtt hjarta. Men einki hjarta kom. Har var einki at gera. Tað einasta, Jona og Ólavur kundu gera, var at bíða, meðan hansara egna hjarta alsamt gjørdist vánaligari og vánaligari. Tað frættist eisini um hesa álvarsomu støðu hjá Ólavi í Føroyum. Nógv varð biðið kring landið, eisini í samkomum. – Hetta var uttan iva tann strævnasta tíðin í okkara lívi. Óvissan um Ólavur skuldi klára tað ella ikki, tærdi upp á allar okkara likamligu og sálarligu ressursir. Vit kundu ikki loyva okkum at hugsa, at »sjálvandi skuldi tað fara at ganga«, tí vit kendu nógv, sum vóru deyð av somu sjúku. Ja, alt ov nógv, sigur Jona og starir fram fyri seg. – Vanlig viðurskifti, sum onnur taka fyri givið, máttu vit hvønn dag berjast fyri. Tað týdningarmiklasta var at varðveita humørið. Síðsta hálva árið hava tað ofta verið løtur, har vit hava verið á markinum at geva upp, men hóast tað hava vit bart okkum víðari. Hvønn dag máttu vit sannføra okkum sjálvi og alla tíðina royna at síggja viðurskiftini frá positivu síðuni. Tað hevur verið hart, sigur Jona. – Ja, sigur Ólavur og heldur á: – Um lagið hevði farið, hevði eg nokk eisini verið farin. Síðsta løtan komin – hjartastopp Ólavur bara viknaði og viknaði. Orkan at ganga fór, orkan at sita fór, og orkan at halda nýføddu dóttrini, Jenny, fór. Fyri hvønn dag, sum fór, minkaðu møguleikarnir hjá Ólavi at yvirliva. Ein dagin í oktober gjørdist Ólavur so veikur, at tað ikki var ráðiligt at búgva heima. – Tað var ræðuligt knappliga ikki sleppa at vera heima meira, sigur Ólavur. Tað var ofta, at læknarnir og Ólavur sjálvur hildu, at nú var síðsta løta komin. Ein av teimum var ein dagin í november, tá ið Ólavur sat og prátaði við eina sjúkrasystir. Knappliga føldi Ólavur, at alt innvortis steðgaði upp. – Eg fekk eitt hjartastop. Fult klárur í høvdinum, men ikki førur fyri at geva ljóð frá mær, føldi bara, hvussu kroppurin small niður í gólvið. Sjúkrasystirin gjørdist heilt frá sær sjálvari. Hon rann út í gongina og skríggjaði av øllum alvi eftir læknunum, sum vóru skjótir á staðnum. Eftir einum hálvum minutti, har eg var burtur, fingu teir hjartað aftur at pumpa, og eg slapp at halda fram at liva, sigur Ólavur. – Hetta var ein ordiligur skelkur fyri okkum, sigur Jona. »Um ein tíma kann eg siga um tú fært eitt hjarta« Sum tora á aljósum degi upprann tann løtan, sum Jona og Ólavur høvdu bíðað eftir í trý og eitt hálvt ógvuliga long ár. – Tann 4. desember var støðan hjá mær so lívshættislig, at nú snúði tað seg um tímar og ikki dagar, sum eg hevði eftir. Hjartað hjá mær arbeiddi bert 5%. Kom eitt hjarta ikki beint tá, var spælið endaliga liðugt, sigur Ólavur. Læknarnir høvdu eitt síðsta kort eftir í hondini, og tað var at senda eitt triðja og síðsta »urgent call« út. Møguleikarnir fyri positivum svari eftir hvørt »urgent call« gerast verri og verri. Vandin er, at læknarnir í hinum londunum kunnu meta, at sjúklingurin er so mikið sjúkur, at hann nokk ikki megnar tað kortini. Men undrið hendi. Sum læknarnir henda sama dagin tingaðust, um teir skuldu brúka síðsta kortið, kom donorhjartað. – Læknin kom inn til okkara og segði, at um ein tíma kundi hann fortelja okkum, um hjartað, sum teir høvdu fingið, kundi brúkast til mín. Hatta var so heilt ótrúligt, at í fyrstu syftu fangaði eg tað als ikki. Eg sat bara og gapaði, meðan eg mátti fáa orðini at sodna. At løtan, vit hava bíðað eftir í trý og eitt hálvt ár, nú møguliga skuldi vera upprunnin, var ikki til at trúgva. Tímin, vit bíðaðu eftir svari, var millum teir longstu í mínum lívi, greiðir Ólavur frá. Boðini komu til endans, at hjartað passaði til Ólav, og tveir tímar seinni lá Ólavur á skurðborðinum. Sjálv skurðviðgerðin tók 10 tímar, og gekk hon væl. Av ymiskum orsøkum varð Ólavur hildin sovandi av medisini í heilar 12 dagar: – Eg var væl svøvntur eftir skurðviðgerðina, sigur Ólavur skemtandi. Eftir teir 12 dagarnar, tá ið Ólavur vaknaði aftur, vóru hansara fyrstu orð: – Eg vil sleppa at svimja við Idu og vil eisini í brúdleyp hjá systkinabarninum í Eysturríki. Ólavur dámar eins og Ida væl at svimja, men hann hevði ikki kunnað gjørt tað tey seinastu tvey árini, meðan hann hevur gingið við Heartmate 2 pumpuni. Vónin mundi brostið á málstrikuni Tann 16. december varð Ólavur vaktur úr sínum heldur langa svøvni. – Tá Ólavur varð vaktur, var hann so útslitin. Tað píndi meg virkuliga at síggja hann so illa farnan bæði likamliga og sálarliga, sigur Jona. – Vit skuldu verið í sjeynda himli, og tað vóru vit eisini á ein hátt. Men læknarnir hildu alla tíðina aftur og søgdu, at teir ikki kundu lova nakað. Eitt nýtt hjarta var ikki nøkur trygd, tí tað vóru so nógv viðurskifti, sum kundu spæla inn, greiðir Jona frá. Tá hendi tað, sum bara ikki mátti henda: Tveir dagar seinni bleiv Ólavur lammaður. – Eg orkaði ikki meira. Eftir alt so skuldi hetta henda. Læknarnir søgdu seg ikki vita við vissu, hvat lammilsi var orsakað av. Antin var hetta eitt bráðfeingis lammilsi, sum kann henda eftir tílíka skurðviðgerð. Ella var talan um støðugt lammilsi. Boðini vóru heilt ræðulig, og á ein hátt var eg so skuffað, beisk og ill. Hinvegin hugsaði eg bara: »Jaja, hatta mátti bara mangla«, sigur Jona. Seinni fingu tey so at vita, at lammilsið fór at hvørva aftur. Við tí var ikki sagt, at Ólavur kom at vera 100% frískur aftur. Alt skuldi trenast upp aftur. At tosa, eta, sita, ganga og alt annað skuldi venjast upp frá grundini av. Men at hetta skuldi eydnast, var upp til Ólav sjálvan, tí hevði hann ikki viljan at stríðast, so kundi tað gera tað sama. Næstan frískur Tann stríðsvilji, sum Ólavur fyrr hevði víst, kom eisini til sjóndar í venjingini. Fyri hvønn dag sum gekk, tók Ólavur seg fram, og var framgongdin sambært læknunum stór. Fyrst var tað evnini at tosa, sum vórðu trenað og síðan rørslan. – Tann 6. januar 2009 var ein stórur dagur fyri meg, tí tá megnaði eg at taka 28 stig á sjúkrahústrappuni. Tað var ein ógvuliga stórur persónligur sigur fyri meg. Eisini var tað heilt ótrúligt at uppliva, at eg kundi byrja at hjálpa til í tí dagliga aftur, sigur ein glaður Ólavur. Læknarnir mettu, at venjingin skuldi taka upp móti trimum mánaðum, og í dag er Ólavur næstan heilt frískur. Enn haltar Ólavur tó eitt sindur við vinstra beini, men í framtíðini fer eisini tað at laga seg. – Eg sleppi ikki at rokast enn. Men um nakrar mánaðir kann eg so spakuliga byrja at svimja og røra meg aftur. Seinni kann eg so gera alt tað sama, sum onnur fólk, sigur Ólavur. Síggja tað stuttliga í tí ringa Hóast hendan tíðin hevur verið ræðulig, siga Jona og Ólavur, at tey hava verið út fyri onkrum stuttligum og komiskum hendingum. – Einaferð tá ið eg var næstan fullgingin við Jenny, skuldu vit keypa bæði blómur og ein sekk av mold. Konan í handlinum gav mær so blómurnar og skuldi so geva Ólavi sekkin við mold. Tá skundaði eg mær at geva Ólavi blómurnar og eg tók moldina frá konuni. Nakað hevur hon hugsað, hvat tað var fyri eitt mannfólk, sum bar blómur og læt sína konu við stórum búki taka ta tungu moldina, sigur Jona smáflennandi. – Ja, tað hava verið nógvar slíkar hendingar, har eg bara havi staðið og hugt at, meðan Jona m. a. hevur borið barnavognin upp gjøgnum trappurnar ella havt genturnar á hvør sínum armi, og so einar 2-3 taskur um hálsin. Onkuntíð kundi man føla samvitskubit, men á hinari síðuni var tað einki, sum eg kundi gera, sigur Ólavur. Ólavur er lættur av lyndi og hevur ofta dugað at vent tí syrgiliga til tað stuttliga. Eitt dømi er, tá hann einaferð varð heldur speiskliga spurdur, um man kundi fáa hjartasorg við sínum mekaniska hjarta. – Nei, eg fái ikki hjartasorg, men eg kann fáa maskinskaða, var skemtiliga aftursvarið frá Ólavi. Lært nógv av sjúkuni Fólk, sum hava upplivað mótgongd og deyða so tætt upp á egnan kropp, síggja sum vera man øðrvísi upp á lívið og tilveruna enn onnur. – Tað er einki at ivast í, at vit liva øðrvísi í dag, enn vit gjørdu áðrenn sjúkuna. Fyrr livdu vit bara uttan at hugsa stórvegis um tað. Í dag hevur hvørt sekund eitt dýrabart virði, sigur Ólavur. – Tær løturnar, sum onnur meta sum einkisigandi, njóta vit fult út. Vit liva nógv meira intenst í dag og eru takksom fyri hvønn morgun, vit vakna upp tilvitandi, at lívið ikki er ein sjálvfylgja. Har man fyrr plagdi at hoyra tey gomlu fólkini siga »bara man hevur heilsuna«, so eru tað í dag vit, sum siga »bara man hevur heilsuna«, sigur Jona. Gestir ein Guds gáva Haraftrat eru Jona og Ólavur samd um, at tey hava innsæð, hvussu týdningarmikið tað er við góðum fólki rundan um seg: – Vit kunnu ikki seta orð á, hvussu nógv tað hevur havt at siga fyri okkum, at fólk hava givið sær stundir at vitja meg. Dagarnir á sjúkrahúsinum kundu tykjast ógvuliga langir, tá ið man skuldi liggja har í mánaðir, sigur Ólavur. – Ja, tá ein so eisini hugsar um, hvussu nógv mót tað skal til fyri at vitja ein so sjúkan persón, má man veruliga taka hattin av fyri teimum. Tað er heilt sikkurt, at hesi mongu fólkini hava gjørt lívið hjá okkum nógv glaðari og ljósari, sigur ein takksom Jona. – Møguliga hava hesi fólkini hildið seg gjørt eina lítla tænastu, men fyri okkum vóru tey ein Guds gáva, sigur Ólavur. Møguliga flyta til Føroya í summar – Tað eru tvey pláss, eg hevði kunnað tonkt mær at búð, í Runavík ella í Árnafirði. Árnafjørður hevur eitt heilt serligt pláss í hjartanum hjá Ólavi. Har hevur hann brúkt manga summarferiuna. Um alt gongst sum ætlað, er tað møguligt hjá Ólavi, Jonu, Idu og Jenny at flyta til Føroya í summar, har tey hava grundstykki í Runavík, har Jona helst vil búgva. Eftir fýra ára stríð og mótgongd er bardagin næstan yvirstaðin á hesum sinni. Og vónandi kunnu vit skjótt fella inn aftur í mongdina sum ein heilt vanlig, ung familja, ið lagnan bara vildi eina harða byrjan, áðrenn nógv góð ár við friði og gleði, eru tey smílandi samd um.