Heimabeitini eru góð at ganga á

Men hjá fleiri á bygd var høvuðsstaðurin góður aftrat fyri fýra árum síðani, og hjá onkrum í høvuðsstaðnum kom tað væl við at eiga eitt klípi á bygd at lyfta seg um tinggáttina við

Hesa vikuna er rættuligur valfepur farin at gera um seg. Tað tók sína tíð hjá valevnum, flokkum og miðlum at svinga seg. Á fólkatingsvalinum fyri einum stórum mánað síðani var millum lítið og einki valstríð. Tað var einki at siga til, tí tað var neyðugt at umsita krútið við skili. Hesa vikuna er nógv futtað av, og tað verður ikki minni í næstu viku, sum tað nærkast fram ímóti leygardegnum 29. oktober, tá ið slagið skal standa.

Valdagurin er 29. oktober, men í veruleikanum er ein partur av valinum longu avgreiddur, og ein partur verður avgreiddur fram til valdagin.

Tann parturin, sum longu er avgreiddur, er tann, at tað leygarkvøldið klokkan 18 var greitt, hvørji valevni tað er møguleiki at velja ímillum. Aðra staðni er tað soleiðis, at tað valdagin ber til at skriva navnið á onkrum veljara á atkvøðuseðilin, hóast hesin ikki er uppstillaður, og um hesin fær nóg nógvar atkvøður á henda hátt, so er hann valdur. Dømi er um onkran í USA, sum fleiri ferðir er valdur á henda hátt.

Hjá okkum er tað soleiðis, at um annað enn ein krossur er á atkvøðuseðlinum, so verður hann ikki taldur við. Tí er valið nú avmarkað til teir flokkar og tey valevni, sum eru skrásett hjá valnevndini.

Hjá summum kennist uppstillingin góð, og hjá øðrum man hon kennast trong og sum hóttan. Eitt nú er tað merkisvert, at sambandsfelagið í Suðurstreymoy, sum umboðar flestu veljararnar, hevur stillað færri valevni upp enn sambandsfelagið í Eysturoy. Í Suðurstreymi eru seks sambandsvalevni, og í Eysturoy eru tey sjey. Hetta kemur kanska væl við fyri einstaka valevni í høvuðsstaðnum, men fyri flokkin hilnast tað ivaleyst betri við Eysturoyar loysnini. Men tað kann kanska eisini fara at vísa seg, at sambandsvalevnini á bygd hava betri møguleika at vinna atkvøður í høvuðsstaðnum, nú tað er so langt millum sambandsvalevnini í Havn.

Tey, sum eru uppstillað, og tey, sum reka fyri valevnini, dríva í hesum døgum á at fáa sum flest at brævatkvøða. Nógvir føroyingar eru mynstraðir við føroyskum og útlendskum skipum. Teir, sum verða burturstaddir valdagin, hava við brævatkvøðuni møguleika at nýta sín rætt at vera við til at manna tingið. Um teir ikki gáa um hetta sjálvir, so eru valevnini mong, sum minna teir á tað. Og tað sama er galdandi fyri handverkararnar, sum arbeiða uttanlands, um lesandi uttanlands og um tey, sum verða burturstødd av øðrum orsøkum valdagin og um tey, sum ikki hætta sær at fara av húsum at velja.

Hjá øllum hesum er valdagurin nú. Og tey kunnu fáa eyka møguleika, um tey valdagin iðra seg um valið, sum tey hava gjørt. Tá ber framvegis til at møta upp á valstaðnum og at greiða atkvøðu, og so verður brævatkvøðan skrottað.


Gáttirnar

Sjey flokkar eru at velja ímillum og eingin uttanflokka listi. Fyri at røkka inn um tinggáttina skal ein flokkur hava 1/33 part av atkvøðunum. Tað eru stívliga 35 túsund veljarar. Um valluttøkan hesa ferð verður, sum hon hevur verið seinastu ferðirnar, so fara umleið 90 prosent ella 31500 á val. 1/33 partur verður so umleið 950 atkvøður, og so mongar atkvøður skulu flokkarnir hava fyri at røkka upp um tinggáttina.

Tað er ásett í vallógini, at tingmannatalið er 33, og parturin, sum hvør flokkurin fær av samlaða talinum, er brotparturin av atkvøðunum, sum hvør flokkurin fær.

Hvussu nógvar atkvøður einstaki tingmaðurin skal hava fyri at koma á ting, ber ikki til at siga fyri vist. Tað valdast eitt nú um, hvussu nógvar atkvøður tey fáa, sum standa seg best á ymsu listunum.

Sum tað sæst á talvunum, so var Katrin Dahl Jakobsen í Javnaðarflokkinum tann, sum fyri fýra árum síðani varð vald við fægst persónligum atkvøðum. Hon varð vald við 283 persónligum atkvøðum. Tríggir tingmenn vórðu valdir við færri enn 300 persónligum atkvøðum, og stívliga helmingurin – 17 av 33 – vórðu vald við fleiri enn 400 persónligum atkvøðum.

Fimm valevni vórðu ikki vald fyri fýra árum síðani, hóast tey vunnu fleiri enn trý hundrað atkvøður. Hesi vóru Páll á Reynatúgvu (330), Bjarni Djurholm (317), Heðin Zachariasen (317), Óli Breckmann (312) og Heidi Petersen (305) persónligar atkvøður.


Beitini

Í hesum døgum verður nógv hugsað og telvað um, hvat skal gerast og hvussu nógv skal til fyri at verða vald á ting.

Tí er tað kanska ikki av leið at kaga at úrslitinum fyri fýra árum síðani fyri møguliga at finna manualin, sum passar til tann einstaka:

Fyri fýra árum síðani var fyrsta ferðin, at Føroyar vóru eitt valdømi á løgtingsvali. Nú ber til at atkvøða fyri øllum valevnunum. Men hóast henda veruleika, so vísa talvurnar, at tað framvegis er soleiðis, at veljararnir í stóran mun seta krossin fyri einum úr nærumhvørvinum.

Trettan, sum búgva í høvuðsstaðnum, vórðu vald á ting fyri fýra árum síðani, og umframt hesi varð ein (Magni Laksáfoss), sum búði á bygd, uppstillaður av valfelag í høvuðsstaðnum og valdur.

Felags fyri tey, sum vóru uppstillað í høvuðsstaðnum, var, at tey vunnu nógv tann størsta partin av atkvøðunum í høvuðsstaðnum, sum jú er fólkaríkasta økið. Fyri fýra árum síðani valdu stívliga 30 prosent á valstaðnum á Hálsi, og hesi syrgdu næstan einsamøll fyri, at mest sum øll tey við bústaði í høvuðsstaðnum, sum vórðu vald, komu á ting.

Millum tey, sum vórðu vald á bygd, eru nøkur, sum vunnu upp um tinggáttina við atkvøðunum úr sínum egna heimplássi. Fýra av teimum fimm, sum búgva í Norðoyggjum og vórðu vald, vunnu inn á ting við atkvøðunum í Klaksvík. Undantakið var Heini O. Heinesen, sum tað var neyðugt hjá við atkvøðum aðra staðni frá fyri at koma inn.

Í Eysturoy hevur Toftir altíð verið sambandsháborgin, og toftamenn bóru næstan einsamallir Alfred Olsen á ting, og Bill Justinussen vann góða undirtøku í Runavík. Hjá øðrum var neyðugt við stuðli aðra staðni frá – bæði aðra staðni frá úr oynni og eisini úr høvuðsstaðnum. Tað sást eitt nú á tølunum hjá Jógvani á Lakjuni, Edmundi Joensen og Tórbirni Jacobsen

Tølini siga, at Hans Pauli Strøm var neyvan komin á ting, um gamla skipanin framvegis var galdandi. At hann vann uppaftur fleiri atkvøður í høvuðsstaðnum, enn hann vann í heimbygdini, bar hann á ting.

Jørgen Niclasen kom langt við atkvøðunum í Sørvági, meðan tað var avgerandi fyri Rósu Samuelsen, at hon vann so nógvar atkvøður í høvuðsstaðnum.

Hóast Skopun ikki telist millum størstu bygdirnar, so vann Gerhard heilt langt við stuðlinum frá sínum bygdarmonnum. Lutfalsliga vann Gerhard størri stuðul í heimstaðnum, enn nakar annar vann á valinum fyri fýra árum síðani. At Gerhard haraftrat hevði stóran stuðul í høvuðsstaðnum undirstrikaði, hvussu gott valið hjá honum var.

Jóannes Eidesgaard tryggjaði sær sessin við atkvøðunum á Tvøroyri. Stóra persónliga atkvøðutalið aðra staðni hjá honum spældi nógv við í, at tvey javnaðarumboð vórðu vald við færri enn trý hundrað atkvøðum. Hergeir Nielsen og Johan Dahl vunnu sínar atkvøður fyrst og fremst í Vági og í Suðuroy, og ógvuliga góða valið hjá Jacob Vestargaard sást eisini aftur kring alt landið, um enn ikki so nógv í høvuðsstaðnum.

Nú fæst at síggja, hvørji fara at finna beitini upp á stívliga trý hundrað persónligar atkvøður og sum harvið sannlíkt bera tingsess við sær.