Óli Jacobsen
-----
Porkeri fekk enn ein skelk 22. juli 1952 við vanlukkuni við torvbátinum. Hetta hendi í teimum allar bestu hugsandi líkindum og undir umstøðum, har ein slík vanlukka skuldi verið óhugsandi.
Hetta summarið var eg við Ósa, og vit riggaðu til í Fuglafirði at fara á sildaveiðu við gørnum.
Vit vóru so lidnir at rigga til og fóru suður aftur á Vág. Veðrið var av tí allar besta, og sjógvurin var spegilslættur.
Tá ið vit á kvøldi komu til Porkeris úr Vági, síggja vit grátandi konur, sum royna at turka eyguni við turriklæði. Tær vóru kona Pola, Evi og mamma John, Laura.
Tá var henda óskiljiliga vanlukkan hend, at torvbátur var sokkin, og fýra menn í bestu árum vóru saknaðir, og hesar báðar høvdu mist.
Søgan var tann, at Napoleon Poulsen, Poli á Høvda kallaður, var farin at fáa torvið til høldar hendan dagin. Hann var heima millum túrar og roknað varð við regni dagin eftir. Tí var umráðandi at fáa torvið til húsa sum skjótast. Poli var ikki maður, ið læt nakað liggja á láni, tí tað, ið hann kundi gera í dag, læt hann ikki bíða til dagin eftir – av raskastu monnum bæði á sjógvi og landi.
Hann hevði skorið torv á heimara armi á Porkerisnesi, og tí lá best fyri at føra torvið heim við báti. Teinurin heim til bygdina var um hálvan annan fjórðing.
Poli hevði fyrst verið við einum árabáti eftir torvi, og hann hevði ført 18 sekkir heim. Tað var meira enn tað eftir, tí skuldi farast avstað aftur. Tá lá ein deksbátur har, og Poli bað hann koma við sær eftir restini. Men hann fekk ikki motorin í gongd tá beinanvegin.
Men Jens Leo kom av útróðri, og hann bjóðar sær til at koma við sínum maskinbáti eftir restini av torvinum. Hesin bátur var eitt stórt 8 mannafar, so hann tók nógv meira enn róðrarbáturin. Beint sum teir eru farnir, fekst motorurin á hinum bátinum í gongd, men tá gjørdist einki.
Teir fóru so fýra mans avstað. Oddmar og Arne synir Pola høvdu verið við fyrra túrin, og teir vildu eisini sleppa við nú.
Oddmar greiðir seinni í greinini frá tí, sum hendi.
Ruth dóttur Pola var á keiuni, og hon minnist enn pápan, sum hann sat afturi í rong, tá ið teir fóru henda seinasta túrin.
Eingin bátur kom aftur
Hetta var á kvøldi og tað var eitt sindur dimt. Men so gongur tíðin, og eingin bátur kemur aftur. Hildið var, at teir mundu hava fingið motorskaða, og so fór ein bátur teimum til hjálpar.
Men tá ið teir koma út móti torvheiðunum, síggja teir til sína ræðslu torvsekkir, árar og tiljar flóta á sjónum. Hetta kundi bert merkja, at báturin var sokkin. Einki sást til nakran mann.
Hetta vóru sjálvandi ræðulig boð at koma heim til húsa við. Her var hend tann ringast hugsandi vanlukkan og tað í best hugsandi veðri. Hvat, ið var hent, kundi bara gitast um. So løgið var tað, at meðan flestu slíkar vanlukkur eru av ringum veðri, so var henda kanska bæði beinleiðis og óbeinleiðis av góðum veðri.
Tað er neyvan ivi um, at báturin hevur verið sera væl fyltur. Tað vóru 38 sekkir eftir, og teir vóru allir komnir í bátin. Hetta var kolatorv, sum er tungt í mun til annað torv. Mett verður, at tað hevur vigað eini 2 tons.
Tann einasta hugsandi orsøkin var tann, at Esso Søldafjørð um sama mundi var komin inn eftir Vágsfjørð. Júst orsakað av, at sjógvurin var so slættur, skapti hann eina aldu frá sær, sum ikki hevði verið í minni góðum veðri. Hetta hevur gjørt, at torvbáturin var farin at liva í sjónum og var farin at drekka sjógv. Hetta hevur alt gingið so skjótt fyri seg, at báturin helst er sokkin sum ein steinur. Hildið hevur verið, at hann er farin eftir gronini til botns. Esso Søldafjørð var sjálvsagt púra ósekur í hesum. Hann hevur neyvan sæð torvbátin, so skýmligt sum tað var um 10-11 tíðina á kvøldi.
Hetta hevur gingið so skjótt fyri seg, at eingin hevur kunnað umrátt seg. Jens var av bestu svimjarum. Tað undraði fólk, at so nær landi teir vóru, at í minsta lagi Jens ikki hevur kunnað svomið til lands.
Jens skuldi verða kokkur við okkum við Ósa. Tá ið vit koma suður um Nesi, er Jens deyður! Vit plagdu altíð sigla innan fyri boðarnar, men hetta kvøldið fóru vit suður á fýrlinjuna. So, høvdu vit farið innan fyri boðarnar, høvdu vit komið í vrakið, men soleiðis skuldi ikki verða.
Tá ið vit komu til Porkeris, blivu nakrir mans bidnir um at fara til gongu út á vanlukkustaðið í vónini um, at onkur var komin upp á helluna, har sum man roknaði við, at teir vóru farnir. Tað kom ein rúgva av posum rekandi, teir flutu lættir í sjónum, so um ein maður hekk við ein posa, hevði hann flotið. Funnin var ein taska hjá Pola. Hon er nú á bygdasavninum í Porkeri.
Roynt varð eisini at leita við kavara, har hildið varð, at báturin var farin. Kavarin, Karl Mortensen frá bedingini í Vági, leitaði við eitt sker, sum kallast Kúgvin. Men har var ringt at síggja nakað, tí taraskógvurin var so stórur. Eina ferð gjørdist hann fastur við øðrum blýskógnum og tað gekk ein góð løta at sleppa leysur aftur. Hetta kundi sjálvsagt vera vandamikið, so hann vildi ikki royna aftur.
Seinni varð ein hálvur bátur funnin, og hildið var at hetta var torvbáturin.
Leitað varð allastaðni, men maður fanst eingin. Tað einasta lík sum seinni kom aftur í aftur var Poli, sum 1. september varð funnin í Sugguni í Kirkjubø. Tað var Sjúrður Patursson, sum sá líkið í sjónum, og hann fór saman við einum soni í ein bát at fáa tað uppá land.
So vanlukkuliga endaði hesin beinin, sum Jens vildi gera Pola. So merkiligt kann tað vera. Jens skuldi havt verið umborð á Ósa hendan dagin, vit komu suður. Hann skuldi nevniliga havt verið við okkum norður til Fuglafjarðar, har hann átti eina systir, hann ætlað sær at vitja. Men tá ið farast skuldi, gjørdist hann sjúkur, so hann mátti setast aftur. Hevði hetta ikki hent, kundi kanska nógv verið øðrvísi.
Sum ofta er, so var eisini her frásøgn um, at menn kundu “síggja”. Ruth greiðir frá, at ein sumbingur kom inn til Elisabeth, systir Pola og spurdi, um Poli ikki var her. Nei, hon hevði einki sæð til Pola, men hann hevði sæð Pola farið inn um dyrnar. Eisini verður sagt frá, at svágur Jens skuldi hoyra Jens rópa á seg.
Slíkar frásagnir hava ikki verið óvanligar frá øðrum vanlukkutilburðum.
Poli varð jarðaður í Vági tann 7. september frá Bethel. Her vóru nógv fólk við til jarðarferðina og Andrew Sloan talaði. Sjúrður Patursson var eisini og fylgdi.
Frásøgn hjá Oddmar
Oddmar hjá Pola hevur skrivað eina frásøgn um, hvussu hann mintist henda vanlukkudagin, sum eins væl kundi verið hansara seinasta. Oddmar, sum tá var 10 ára gamal, sigur millum annað frá:
Pápi mín - Poli á Høvda - var komin heim við trolaranum Høvdaberg, sum hann var skipari á.
Einar tveir dagar undan vanlukkuna vóru pápi, Arne bróður og eg úti í Porkerisnesi við árabátinum, eitt fýramannafar, og hugdu til torvið. Pápi mín var væl nøgdur við torvið, sum var turt og í góðum standi.
So var tað fyrrapartin tann 22. juli, at vit - pápi, Arne, John, systkinabarn mítt, 17 ára gamal og eg fóru við árabátinum út í Porkerisnes við nógvum tómum sekkjum at fylla torvið í. Hetta var ein sannur góðveðursdagur. Eg minnist serliga túrin út, tí vit róðu gjøgnum Víkarsund og tætt fram við Kúnni, og vit tosaðu um bátin úr Hovi, sum róði seg á Kúnna.
Vit fóru upp í Heimara Armi, sum Porkeningar siga, og báturin bleiv bundin har við klettin.
So fóru vit at fylla torvið í posar. Eg helt í posarnar, og John fylti torv í. Pápi bar so posarnar við torvi í oman til báturin.
Arne var bert 6 ár og tókst mest við at spæla niðri í hyljunum í Nesinum, og sum tá eisini nógv kombikk vóru í. Vit høvdu tað ógvuliga hugnaligt allir fýra. Vit gjørdu okkum eisini til góðar við tí góða matinum, sum vit høvdu við.
Sum leið út móti kvøldið, klokkan hevur nokk verið um 7, so varð alt torvið borið oman. Árabáturin varð so fyltur við so nógvum posum, sum hann kundi bera, og vit róðu so heim til keiina í Porkeri. Klokkan hevur nokk verið um 8-9, tá vit vóru aftur í Porkeri. Veðrið var av tí besta, og havið var sum eitt spegl, fleiri bátar, sum dyrgdu, vóru at síggja, bæði úti við Porkerisnes og longri inni.
Pápi ætlaði sær so út í Porkerisnes dagin eftir eftir restini av torvinum. Men hetta bleiv broytt, tí veðurvánirnar søgdu frá møguleikanum fyri regni dagin eftir.
Tá er tað, at Jens Leo skuldi fara við pápa eftir restina av torvinum. Eg var til reiðar at fara við út aftur í Nes. Eg var jú fegin yvir at vera saman við pápa mínum, sum jú var trolaraskipari og tí var nógv burtur. So vítt eg minnist var tað í lagi, at eg skuldi fara við. Men so kemur Juul Sundberg, sum var giftur við fastur mínari Petru, og hann sigur við meg og pápa mín, at tað var best, at eg skuldi fara heim og hava Arna við. Nú hevur klokkan verið um 10 um kvøldið, og sigur Juul: “So kanst tú eisini bera mammu tíni boð um, at teir fóru út at heinta tað síðsta torvið.” So bleiv, og eg minnist, at eg var eitt sindur firtin um hetta, at Juul skuldi blanda seg uppí.
John og pápi mín fóru so við Jens Leo við bátinum hjá Jens út aftur í Porkerisnes.
Herman Dam í Vika fór eisini við. Hann kom nógv inn á Høvdan og hjálpti til við at hoyggja og annað, so kanska hevur hann hugsað, at her kundi hann eisini geva eina hond - hann var 15 ár.
So var, at teir fýra fóru út aftur eftir restini av torvinum hetta góðveðurskvøld. Arne og eg fóru so til gongu inn á Høvdan, og vit sóu bátin fara úteftir. Vit kundu siga mammu okkara, at teir fóru útaftur eftir restini av torvinum. Mamma visti, at teir fóru útaftur, tí hon hevði sæð tað í kikara.
Arne og eg fóru í song, og vit vistu onki fyrr enn morgunin eftir, tá mamma kom og vakti okkum. Hon segði okkum, at pápi okkara kom ikki aftur kvøldið fyri. Hettar var ein ræðuligur boðskapur at fáa, og eg bleiv við at siga við meg sjálvan, at hetta kundi ikki passa.
Pápi mín var bert 39 ára gamal, og eg veit, at hann sá fram til við spenningi, at Høvdaberg fyrstu ferð skuldi fara til Grønlands.
Jens Leo, sum var úr Fámjin, var giftur við Annu á Heyggi, systkinabarn mammu. Anna kom so at sita einkja við trimum børnum, og elsta barnið var bert 6 ár. Hon livir enn.
So hendi tað, at 1. september varð pápi okkara funnin aftur í Sugguni í Kirkjubø. Tað var Sjúrður Patursson, sum sá pápa okkara flóta á sjónum, og hann fekk so flotað bát og tók pápa okkara upp. Hann varð fluttur á hospitalið í Havn. Ringurin var á fingrinum, og navnið á mammu stóð inni í ringinum. Eg minnist, at ein pakki kom frá hospitalinum, har tað var skorið eitt stykki av øllum pløggunum, sum pápi okkara var í. Mamma kundi vátta, at tað passaði. Eg minnist sera væl, at tað var 1. september, tí tað var føðingardagur hjá mammu.
Tað var eisini ein stórur smeitur fyri Lauru og Josva at missa John, einkarson teirra. Josva var staddur undir Íslandi við Maritanu og kom so seinri heim til hendan ringa standin.
---
Komandi Miðvika
Komandi partur verður um Andreas C. Lützen í sambandi við, at tað 13. juni eru liðin 200 ár síðani hann varð føddur. Men í Miðvikuni um 2 vikur heldur Torleif fram við síni frásøgn og meira verður meira um torvbátin.